Um verkætlanin «Norrøne Tekster og Kvad»

Fra heimskringla.no
Revisjon per 3. mar. 2017 kl. 16:20 av JJ.Sandal (diskusjon | bidrag)
(diff) ← Eldre revisjon | Nåværende revisjon (diff) | Nyere revisjon → (diff)
Hopp til navigering Hopp til søk
Norsk.gif Islandsk.gif Dansk.gif Svensk.gif Faeroysk.gif Engelsk.gif


Um verkætlanin «Norrøne Tekster og Kvad»

Endamálið við verkætlanini "Norrøne Tekster og Kvad" er at leggja norrønan (forn norrønan) skaldskap út á alnótina. Umframt frumtekstir á upprunamálinum finnast eisini ymiskar umsetingar á teimum ymsu norrønu nútíðarmálunum, klassiskir vísindaligir tekstir og annað bakgrundstilfar - mest eldri tilfar frá fyri 1900.

Verkætlanin, sum er í støðugum vøkstri, varð latin upp fyri almenninginum tann 01.08.2005. Endamálið er at gera tekstasavnið so umfatandi sum gjørligt. Denturin er lagdur á tað nýtsluvinarliga, allir tekstir skulu vera rættlisnir, egnaðir til leiting og lættir at prenta út. Ætlanin er at Norrøne Tekster og Kvad skal vera til gagns fyri leik og lærd. Arbeiðið er væl áleiðis, men stórur partur av teimum ætlaðu uppgávunum eru ikki lidnar enn. Vevslóðin hjá verkætlanini er www.heimskringla.no

Av upphavsrættarligum orsøkum er ein lítil partur av tekstarhópinum vardur við loyniorði og ikki almennur.

Í 2002 varð "Kulturformidlingen Norrøne Tekster og Kvad" skrásett sum sjálvstøðugt virki í norska Enhetsregisteret.


Verkætlanin "Norrøne Tekster og Kvad" sóknast eftir samstarvsfeløgum


Fígging

Verkætlanin "Norrøne Tekster og Kvad" er eitt privat tiltak. Allur rakstrarkostnaður verður goldin av undirritaða. Verkætlanin hevur einans útreiðslur og ongar inntøkur. Higartil eru fleiri túsund arbeiðstímar lagdir í verkætlanina, umframt útreiðslurnar til keyp og leigu av tekniskari útgerð og til keyp av viðkomandi bókmentum. Orsaka av teimum stóru útreiðslunum ið eru tengdar at verkætlanini, verður søkt um fíggjarligan stuðul frá almennum og privatum stuðulsskipanum, sponsorum - og í vissan mun eisini við lýsingum - og eisini við møguligum "stuðulslimaskapið".

Møguleikar eru ikki fyri at løna teimum ið hjálpa til við verkætlanini. Einasta lønin er takksemi og gleðin við at taka lut í arbeiðinum. Tann ið hjálpir til av álvara, verður sjálvsagt nevndur at navni sum tøkk fyri hjálpina.

Einhvør fíggjarligur stuðul verður móttikin við takksemi. Um tú ella tín fyritøka ynskja at veita stuðul, kunnu tit seta tykkum í samband við okkum.


Verkætlanin "Norrøne Tekster og Kvad" sóknast eftir sjálvbodnum rættlesarum

Tyngsta og mest tíðarkrevjandi arbeiðið er rættlesturin. Fortreytin fyri at kunna hjálpa til við rættlestrinum er, at ein sjálvur hevur eina teldu ella atgongd til eina slíka. Tað er ein fyrimunur at vera royndur í brúkinum av tekstviðgerð áðrenn ein byrjar sjálvan rættlesturin. Tað er eisini umráðandi at hava kunnleika til tey skandinávisku málini danskt, svenskt og norskt (bokmål/nynorsk) í eldri og nútímans skapi. Tað er eisini ein fyrimunur at hava kunnleika til norrønar bókmentir og fornnorrønt mál og hartil nútímans íslendskt og føroyskt. Hesi seinastu eru tó ikki kravd, men valdast tí sum í roynd og veru skal rættlesast. Uppgávan gongur út uppá at samanbera tann elektroniska tekstin við ta prentaðu útgávuna. Elektroniskur tekstur, sum er skannaður inn á telduna við einum skannara og einum forritið ið kann lesa prentaðan tekst, inniheldur ofta mistøk, ið mugu rættast manuelt. Endaligi elektroniski teksturin skal sostatt vera samlíkur tí prentaða tekstinum. Hettar er ein krevjandi uppgáva, sum bara kan fremjast við arguseygum. Rættlesturin er tann týdningarmiklasti og mest virðiligi styrkurin, sum ein kann veita verkætlanini.

Tað er eisini tørvur á hjálp til at skanna bøkur sum seinni skulu viðgerast og rættlesast. Fortreytin fyri at kunna hjálpa til við skanning av tekstum er, at tú hevur tilgongd til kraftamikla telduútgerð, skannara og neyðturviligan kunnleika til forritini.


Avmarking av verkætlanini

Endamálið er at gera savnið av norrønum bókmentum so umfatandi sum tilber. Í roynd og veru er størsta avmarkingin tilgongdin til tilfarið. Tað sigur seg sjálvt, at ein so umfatandi verkætlan ikki kann fulfíggjast á øllum økjum samstundis. Hvørji øki ið fyrst verða nøktað, valdast av hvør tað er sum til einhvørja tíð luttekur í verkætlanini.

Um tú vilt seta teg í samband við ritstjóran ella kunnast um verkætlanina, kanst tú venda tær til:

Carsten Lyngdrup Madsen
Jesper Lauridsen
Jon Julius Sandal