Jómsvíkingar
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
Lesibók
Tórshavn 1911
Jómsvíkingar
- 1.
- Drekka teir í Jómsborg
- bæði úti og inni,
- drukku og kláran vín,
- glaðir á hvörjum sinni.
- Snildar tungur bera æru
- mans so víða,
- eg sá hjörtin renna undir so
- grønar liðir,
- snildar tungur bera æru mans
- so víða.
- 2.
- Drekka teir í Jómsborg
- bæði við gleði og gaman;
- har skal eingin stíga til borðs,
- fyrr enn tríati ár var gamal.
- 3.
- Drekka teir í Jómsborg
- uttan sorg og sút,
- drukku fullar tólv mánar,
- har kom eingin út.
- 4.
- Drukku fullar tólv mánar,
- har kom eingin út,
- tað var Vagnur Ákason,
- hann gekk han fyrstur út.
- 5.
- Inn kemur Vagnur Ákason,
- talar um sín vilja;
- nú skal búgva skipini,
- tí nú lystir meg at sigla.
- 6.
- So letur Vagnur Ákason
- síni skipini búgva,
- allar letur hann streingirnar
- av reyðargulli snúgva.
- 7.
- Vindur hann upp síni silkisegl
- gulli vovin í rá,
- strikar ei á bunkan niður
- fyrr enn á Noregis vág.
- 8.
- Kastar hann sínum akkerum
- á so hvítan sand;
- tað var Vagnur Ákason,
- hann gekk har fyrstur á land.
- 9.
- Tað var Vagnur Ákason,
- hann gekk har fyrstur á land;
- har kom Ímundur hvíti,
- hann högdi av honum hand.
- 10.
- Inn kemur ímundur hvíti,
- ið mist hevði hand:
- ófriður er í Noregi,
- er gingin á kongins land.
- 11.
- Inn kemur ímundur hvíti,
- ið fingið hevði mein:
- komnir eru Jómsvíkingar
- so vítt yvir allan heim.
- 12.
- Svaraði kongur í Noregi:
- nú man tað so vera,
- nú skal eg láta boðini
- til illgerðsfrúvu gera.
- 13.
- Tólv merkur í reyðargulli,
- tað vil eg henni senda,
- drepur hon tann hin sterka her,
- og skilur meg við tann vanda.
- 14.
- Tólv merkur í reyðargulli
- vil eg henni geva,
- drepur hon tann hin sterka her
- og skilur meg við tan trega.
- 15.
- Enntá var tað sendisvein,
- hann heim í garðin fór,
- úti Guðrun illgerðsfrú
- fyri honum stóð.
- 16.
- Ver vælkomin sendisvein
- higar út til mín,
- drekk nú hvat tær betur líkar
- mjöðin ella vín.
- 17.
- Lítið er mær um mjöðin tín
- alvæl minni um vín,
- tað er kongur í Noregi,
- sendi meg til tín.
- 18.
- Tað er kongur í Noregi,
- sendi meg á tín fund,
- Noregi er av hendi gingin
- eina so lítla stund.
- 19.
- Tólv merkur í reyðargulli
- tað vil hann tær senda,
- drepur tú tann hin sterka her
- og skilur hann við tann vanda.
- 20.
- Hann torir ei kongur í Noregi
- senda mær boðini tey;
- drepi eg tann hin sterka her,
- hann kemur í størri neyð.
- 21.
- Hann torir ei kongur í Noregi
- senda mær boð til handa;
- drepi eg tann hin sterka her,
- hann kemur í størri vanda.
- 22.
- Svaraði Guðrun illgerðsfrú,
- á fáum kann hon hól:
- fái eg hans unga son
- at blódga í mín stól.
- 23:
- Fái eg hans unga son,
- nú man tað so vera,
- tá skal Guðrun illgerðsfrú
- miklar ódnir gera.
- 24.
- Enntá var tað sendisvein,
- hann heim í garðin fór,
- úti kongur í Noregi
- fyri honum stóð.
- 25.
- Ver vælkomin sendi vein
- higar nú til mín,
- hvössu tók Guðrun illgerðsfrú
- við örindunum tínum.
- 26.
- Tú gert ikki kongur í Noregi
- senda sær boðini tey;
- drepur hon tann hin sterka her,
- tú kemur í størri neyð.
- 27.
- Tú gert ikki kongur í Noregi
- senda sær boð til handa;
- drepur hon tann hin sterka her,
- tú kemur í størri vanda.
- 28.
- Svaraði Guðrun illgerðsfrú,
- fáum kann hon hól;
- fær hon tín hin unga son
- at blódga í sín stól.
- 29.
- Fær hon tín hin unga son,
- nú man tað so vera,
- tá vil Guðrun illgerðsfrú
- miklar ódnir gera.
- 30.
- Svaraði kongur í Noregi,
- sær ber gull á hond:
- fyrr vil eg missa ein mín son
- enn öll míni ríki og lond.
- 31.
- Sára græt kongur í Noregi,
- honum rann tár á dúk,
- tá ið teir bóru hans unga son
- um hallardyrnar út.
- 32.
- Tað var Guðrun illgerðsfrú,
- á fáum kundi hon hól,
- sveinin reiv hon kykan sundir,
- hon blódgaði hann í sín stól.
- 33.
- Eitt kom æl av Kingilvág,
- tað glumdi sum á húð,
- allir krokaðu Jómsvíkingar
- inn í eina búð.
- 34.
- Eitt kom æl av Kingilvág,
- ilt var móti at líta,
- Jómsvíkingar og reystir kappar fast
- á kampi bíta.
- 35.
- Eitt kom æl av Kingilvág,
- haglið stóð hvört oyri;
- voldi tað Guðrun illgerðsfrú,
- at allur herurin doyði.