Jatvarðs ríma
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
Lesibók
Tórshavn 1911
Jatvarðs ríma
- 1.
- Ein býr jallur í Noregi,
- synir eigir hann sær:
- annan nevni eg Niklas
- og annan Jatvarð.
- - Nú lystir meg í dansin at gá,
- meðan rósur og liljur tær gróa
- væl.
- 2.
- Einki gjördi Niklas
- uttan seyng av síni bók,
- og hin ungi Jatvarð,
- ið saltrið sló.
- 3.
- Og hin ungi Jatvarð,
- ið saltrið sló,
- møtti frúnni fylgismoy
- morgun fyri sól.
- 4.
- "Hví vekja tær so snimma,
- og hví vekja tær so árla?
- tær hava lítla náttarógv,
- sova munu tær valla."
- 5.
- "Tí vekjum vær so árla,
- og tí vekjum vær so snimma:
- vári hústrú vatn at taka,
- tað er örindini.
- 6.
- Reyð er hon sum lilja,
- tað lystuliga vív,
- áður vil hon vaska sær,
- enn sólin roðar í líð.
- 7.
- Reyð er hon sum lilja,
- tað lystuliga sprund,
- áður vil hon vaska sær,
- enn sólin roðar í lund."
- 8.
- Svaraði hin ungi Jatvarð,
- í glentan sín:
- "Mong er fögur skikkjan,
- ið fals býr undir lín."
- 9.
- "Tú gert ei hennara skikkju
- spotta, ei hvat undir býr lín,
- líkari var tær, Jatvarð, at vita
- allar ættir tínar.
- 10.
- Tú gert ei hennara skikkju spotta,
- ei hvat undir stár,
- líkari var tær, Jatvarð, at vita,
- hvör ið tín faðir vá!"
- 11.
- Tað var hin ungi Jatvarð,
- settist á dökka fold,
- tað var mær av sanni sagt,
- hann sortnaði sum ein möld.
- 12.
- Tað var hin ungi Jatvarð,
- lítur seg í eystur:
- "Tungt er at vera í veröldini
- og vera so ættaleysur!"
- 13.
- Ein kom maður á víðan völl
- framm, vegur við eggjateini,
- eyga hevði hann eitt í heysi,
- knepta brók á beini.
- 14.
- "Hoyr tú, ungi Jatvarð!
- set teg niður hjá mær,
- ættirnar tær tarftú
- ikki frýggja tær.
- 15.
- Nær er hann tín trímenningur,
- Ívar Holm,
- Guttormur í Hattarbóti,
- Pætur Landaljóð.
- 16.
- Nær er hann tín trímenningur,
- Guttormur í Hattarbóti,
- Stígar og hann Stavn
- og Pætur Landaljóði.
- 17.
- Kongurin í Spanialandi
- brendi tín faðir inni,
- níggju hundrað í glæstriborg
- og ongum háttri minni.
- 18.
- Kongurin í Spanialandi
- brendi hann tín faðir á báli,
- níggju hundrað í glæstriborg,
- tá reystu brøður báðar.
- 19.
- Tá ið tú sigir honum
- frá ívari Holm,
- enntá man hann vísa tær
- á sínar herkonur tólv.
- 20.
- Tær blanda tær
- tað eitur í vín,
- enntá hygg tú, Jatvarð,
- at fingurgulli tínum!
- 21.
- Tær blanda tær
- tað eitur í bjór,
- sveitka tekur títt fingurgull,
- tað rodnar sum eitt blóð."
- 22.
- "Honum vildi eg geva
- míni góðu gráu skinn,
- ið mær vildi borið boðini
- fyri Ívar Holm inn."
- 23.
- "Hav tú sjálvur
- tín góðu gráu skinn,
- eg vil bera tær boðini
- fyri Ívar Holm inn".
- 24.
- Úti í miðjum grasgarði
- axlar hann sær skinn,
- og so búgvin gongur hann
- fyri Ívar Holm inn.
- 25.
- "Sit væl, ungi Ívar Holm,
- drekkur mjöð og vín,
- úti stendur Jatvarð,
- so tarvligur er hann tín."
- 26.
- Svaraði ungi Ívar Holm,
- drekkur mjöð av skál:
- "Hvat er um Jatvarði
- til neyðindarmál?"
- 27.
- "Tað er unga Jatvarði
- til neyðsynjarmál:
- kongurin í Spanialandi
- brendi hans faðir á bál.
- 28.
- Kongurin í Spanialandi
- brendi hans faðir á báli,
- níggju hundrað í glæstriborg,
- tá reystu brøður báðar."
- 29.
- Tað var ungi Ívar Holm,
- sínum borðum skeyt,
- allur tann hin brúni mjöður
- á hallargólvi fleyt.
- 30.
- So letur hann Ívar Holm
- byggja skipin sín,
- bæði letur hann á tey laða
- virtur og so vín.
- 31.
- Og so letur hann Ívar Holm
- byggja skipin stór,
- bæði letur hann á tey laða
- virtur og so bjór.
- 32.
- Vindur hann upp síni silkisegl,
- gull við vovin rand,
- strikar ei á bunka niður
- fyrr enn við Spanialand.
- 33.
- Tá ið hansara snekkja
- kendi fagurt land,
- letur hann síni akker falla
- á so hvítan sand.
- 34.
- Letur hann síni akker
- falla á so hvítan sand,
- fyrstur steig hann Ívar Holm
- sínum fótum á land.
- 35.
- Fyrstur steig hann Ívar Holm
- sínum fótum á land,
- og hin ungi Jatvarð
- undir hans høgru hand.
- 36.
- Uttarliga at durunum
- har gistu teir við list,
- innar gongur Ívar Holm,
- biður teir veita vist.
- 37.
- Innar gongur Ívar Holm
- biður tá veita vist,
- eftir spurdi Spanialands kongur,
- hvar ið teir hövdu gist.
- 38.
- "Gistum vær tann boðafart,
- so tann breiða fjorð,
- vær vistum ei,
- hvört tað var himmal ella jörð.
- 39.
- Gistum vær tann boðafart
- heima á vár garð,
- tá ið vær drukkum ervi
- eftir faðir Jatvarðs."
- 40.
- Tí svaraði Spanialands kongur,
- ltíið at tí ló:
- "Líkt er hatta orðum hans
- Ívar Holm!"
- 41.
- Tá ið hann segði honum
- frá Ívari Holm,
- enntá mundi hann vísa honum
- á sínar herkonur tólv.
- 42.
- Tær blanda honum
- tað eitur í vín,
- enntá hyggur Jatvarð
- at fingurgulli sínum.
- 43.
- Enntá hyggur Jatvarð
- at fingurgulli góð,
- sveitka tekur tað fingurgull,
- tað rodnar sum eitt blóð.
- 44.
- "Enntá er tað siður
- heima á vár garð:
- sjálv tað skaltú, ríka frú,
- drekka skálum av!"
- 45.
- "Ríkur ertú, riddarin,
- skortar tú ei fæ,
- tað verður ikki, meðan eg livi,
- eg drekki vín við tær."
- 46.
- Svaradi hin ungi Jatvarð,
- smílir undir lín:
- "Enntá skaltú drekka
- fyri báðum eygum mínum!"
- 47.
- Tað gjördi hann Spanialands
- kongur ið tað fyrsta mein:
- sendi lítlan njósnara
- í kvinnustovu heim.
- 48.
- Svaraði hin ungi Jatvarð,
- smílir undir skinn:
- Tú skalt ikki boðini bera,
- fyri Spanialands kongin inn!"
- 49.
- Tað var hin ungi Jatvarð,
- við sínum svörði brá,
- hann kleyv lítin njósnara
- sundur í luti tvá.
- 50.
- Tað var hin ungi Jatvarð,
- við sínum svörði brá,
- hann kleyv allar herkonur
- sundur í luti tvá.
- 51.
- "Hoyr tað tú nú, Spanialands
- kongur! eg tali nú til tín,
- hvat havi eg í bøtur
- tikið eftir sæla faðir mín?"
- 52.
- Tí svaraði Spanialands kongur,
- lítið at tí ló:
- "Tú fært ikki so mikið
- sum sólar av mínum skó!"
- 53.
- Ei var mjúkur kongafundur,
- ei ló alt í senn,
- eingin visti av at siga,
- fyrr enn svörðið stóð í tenn.
- 54.
- Ei var mjúkur kongafundur,
- ei ló alt í hóvi,
- eingin visti av at siga,
- fyrr enn kongur fleyt í blóði.
- 55.
- Eg sá koma tógva menn
- sunnan eftir höll,
- droyra drigin vóru
- teirra herklæði öll.