Úr Njáls sögu (íslendsk ættarsöga)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif Faeroysk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif


A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911



Úr Njáls sögu (íslendsk ættarsöga)


Utsnit fra Njáls saga i Möðruvallabók (AM 132 fol.13r) omtrent år 1350.

Tað var siður teirra Gunnars og Njáls, at hvör teirra sín vetur fór til gestaboðs hjá öðrum fyri vinskaps sakir. Nú átti Gunnar at koma til veitslu hjá Njáli, og fóru hann og Hallgerð til Bergtórshólar. Tá vóru Helgi og kona hans ikki heima. Njál tók væl móti Gunnari og Hallgerð, og tá ið tey hövdu har verið nakra tíð, kom Helgi heim og Tórhaila kona hans. Tá gekk Bergtóra at pallinum og Tórhalla við henni og mælti Bergtóra til Hallgerðar: "Tú mást førka teg fyri hesi konu." Hon svarar: "Ikki førki eg meg, tí eingin blöka vil eg vera." "Her ráði eg," segði Bergtóra. Síðan settist Tórhalla niður. Bergtóra gekk at borðinum við vatni at tváa hendurnar við. Hallgerð tók hond Bergtóru og mælti: "Tit hóska tó væl saman bæði, tú og Njál: tú hevir kartnagl á hvörjum fingri, og hann er skeggleysur." "Satt er tað," segði Bergtóra, "men hvörki okkara finst at öðrum fyri tað; men ikki var Torvaldur húsbóndi tín skeggleysur, og tó ræð tú hans deyða." "Lítið gagn er mær í," sigur Hallgerð, "at eiga tann mann, ið raskastur er á Islandi, um tú ikki hevnir hetta, Gunnar." Hann sprakk upp og steig fram yvir borðið og mælti: "Heim vil eg fara — og er tað sømiligast, at tú klandrast við heimamenn tínar og ikki í annans mans húsum; annars eigi eg Njáli manga sømd at løna, og vil ikki vera kastikleppur tín." So fóru tey heim. "Minst til, Bergtóra," segði Hallgerð, "at vit ikki eru skildar við hetta." Bergtóra segði, at ongan skuldi hon frama fáa av tí. Gunnar legði ikki upp í, og fór heim tii Líðarenda og var heima allan veturin. Líður nú á summarið fram ímóti tingi.

Gunnar ríður til tings; men áðrenn hann reið heiman, segði hann við Hallgerð: "Ver nú friðalig, meðan eg eri burtur heiman, og sýn ongan óvinskap mót vinum mínum." "Skammurin beini fyri vinum tínum," sigur hon. Gunnar reið til tings og sá, at ikki var gott at tala hana til rættis. Njál reið til tings og synir hans allir. Nú er at siga frá tí, ið er til tíðinda heima. Teir áttu ein skóg í felagi, Njál og Gunnar, í Reyðuskriðum. Teir hövdu ikki býtt skógin sundur, men hvör var vanur at högga tað, ið honum törvaði, og hvörgin talaði öðrum til um tað. Kolur æt hövuðshúskallur Hallgerðar. Hann hevði verið hjá henni leingi og var hitt størsta illmenni. Svartur æt maður; hann var húskallur hjá Njáli og Bergtóru, og dámdi teimum hann væl. Bergtóra segði við hann, at hann skuldi fara í Reyðuskriður og högga við, — "men eg vil fáa menn at draga viðin heim." Hann segði seg viija útinna tað, ið hon legði fyri hann. Hann fór upp í Reyðuskriður. Tók hann har at högga við og skuldi vera har eina viku. Nakrir biddarar komu til Líðarenda eystan frá Markarfljóti og sögdu, at Svartur hevði verið í Reyðuskriðum og högt við í stórum. "So man vera ætlan Bergtóru," sigur Hallgerð, "at ræna frá mær nógv; men tí skal eg ráða fyri, at hann ikki höggir oftari." Rannveig, móðir Gunnars, hoyrdi hetta og mælti: "Góðar hava húsfrýr verið hildnar her eysturi, tó at tær ikki hava elvt monnum bana."

Nú leið náttin, og um morgunin kom Hallgerð á mál við Kol og mælti: "Eitt verk havi eg hugsað tær" — og fekk honum öxi — far tú í Reyðuskriður. Har manst tú finna Svart." "Hvat skal eg honum," sigur hann. "Spyr tú um tað," sigur hon, "tú sum ert hitt størsta illmenni. Drepa skalt tú hann," sigur hon. "Tað kann eg væl," sigur hann, "men tað eru tó líkindi til, at tað vil galda lív mítt." "Öllum ert tú ræddur fyri," sigur hon, "og iila bert tú teg at, meðan eg í öllum lutum havi vart teg. Eg man fáa ein annan mann at gera hetta, um tú ikki torir." Hann tók öxina og var ógviliga vreiður, og tekur ein hest, ið Gunnar átti og ríður, til hann kemur eystur at Markarfljóti. Har steig hann av baki og bíðaði í skóginum, til teir hövdu borið viðin oman, og Svartur var einsamallur eftir. Loypur tá Kolur at honum og mælti: "Fleiri munu kunna at högga stórt enn tú einsamallur," og setti honum öxina í hovdið og högdi hann banahogg, og ríður síðan heim og sigur Hallgerð víggið. "Væl veri tær komandi," sigur hon, "og skal eg varðveita teg so, at teg skal einki saka." "Tað kann vera," sigur hann, "men annað droymdi meg tó, áðrenn eg útinnti víggið." Koma teir nú upp í skógin og finna Svart dripnan og flyta hann heim.

Hallgerð sendi mann til tings at siga Gunnari víggið. Gunnar lastaði ikki Hallgerð fyri sendimanninum — og menn vistu ikki, um honum tókti tað væl ella illa. Eina lötu seinni stóð hann upp og bað menn sínar ganga við sær. Teir so gjördu og fóru til búðar Njáís. Gunnar sendi mann eftir Njáli og bað hann koma út. Njál gekk út alt í einum, og gingu hann og Gunnar á tal. Gunnar mælti: "Víggj havi eg at siga tær — og volt tað hevir Hallgerð kona mín, men vegið hevir Kolur húskallur mín, men fyri hevir verið Svartur húskallur tín." Njál tagdi, meðan Gunnar segði söguna. Tá mælti Njál: "Tú tarvt tó at halda henni eitt sindur aftur." Gunnar mælti: "Sjálvur skalt tú døma." Njál mælti: "Strævið man tær fara at verða at bøta allar illgerðir Hallgerðar; og aðrar staðir man tað valda størri óhapp enn her, hvar vit báðir eiga viðurskifti saman; tó vantar her mikið á, at her veit væl við, og munu vit hava neyðugt at minnast tað, at vit báðir hava leingi verið væl kendir; og vóni eg góðan atburð av tær; meh tó manst tú fara at møðast at endanum." Njál tók sjálvdømi av Gunnari og mælti : "Ikki vil eg gera nógv av í hesum máli; tú skalt gjalda tólv oyru í sllvuri. Men tað vil eg tó skila til, at um nakað spyrst úr mínum garði, sum tú eigir at gera avgerð um, at tú so gert avgerðina líka lagaliga." Gunnar segði, at tað kundu vera líkindi til. Gunnar greiddi peningin úr hondum og reið síðan heim. Njál kom heim av tingi og synir hans. Bergtóra sá peningin og mælti : "VæI er her komið á sátt; men eins mikið fæ skal koma fyri Koi, tá ið stundir líða." Gunnar kom heim av tingi og talaði at Hallgerð. Hon segði, at mangar staðir lógu betri menn óbøttir. Gunnar segði, at hon mátti ráða fyri tí, hon hevðist at, — "men eg skal ráða, hvussu málini endast." — Hallgerð erpti sær javnan av víggi Svarts, men Bergtóru líkaði tað illa.

Njál fór niðan í Tórólvsfelli og synir hans at fáa viðurskiftini í lag har. Men sama dagin bar so á, tá ið Bergtóra var úti, at hon sá mann ríða at garði á svðrtum hesti. Hon stedgaði og gekk ikki inn. Hon kendi ikki mannin. Hesin maður hevði spjót í hendi og var gyrdur við knívi. Hon spurdi henda mann at navni. "Atli eiti eg," segði hann. Hon spurdi, hvaðan hann var. "Eg eri eystfirðskur maður," sigur hann. "Hvar skalt tú fara?" sigur hon. "Eg eigi mær einki innivist," sigur hann, "og eg ætlaði at finna Njál og Skarpheðin og vita, um teir vildu taka móti mær." "Hvat arbeiði dugir tú at gera?" sigur hon. "Eg eri akurdyrkari, men mangt kann eg at inna," sigur hann; "men ikki vil eg dylja fyri tí, at eg eri harðlyndur maður, og mangur hevir kent sviðan av tí." "Ikki lasti eg teg fyri tað," sigur hon, "at tú ert ikki ræddur." Atli mælti: "Hevir tú nakað ræði her?" "Eg eri kona Njáls," sigur hon, "og eg festi arbeiðsfólk eins og hann." "Vilt tú taka við mær?" sigur hann. "Eg vil leggja tær treytir við," sigur hon, "at tú vilt útinna alt tað, ið eg leggi fyri teg, um so er, at eg vil senda teg at ráða monnum bana". "Tú eigir slíkar menn at ráða yvir," sigur hann, "at tær man ikki vera tórvur á mær til tílíkt." "Eg bjóði teir kostir, íð eg vil," sigur hon. "Latum okkum gera so av," segði hann. So tók hon við honum. Njál kom heim og synir hans. Njál spurdi Bergtóru, hvör maður hann var. "Hann er húskallur tín," sigur hon, "og eg havi fest hann, tí at hann segði seg vera ikki latan í hondunum." "Stórvirkin er hann ivaleyst," sigur Njál, "men ikki veit eg, um hann er góðvirkin". Skarpheðini dámdi væl Atla.

Njál reið til tings um summarið og synir hans. Gunnar var á tingi. Njál tók upp peningapung, tá ið hann fór heiman. Skarpheðin spyr: "Hvat pengar er hetta, faðir?" "Her eru teir pengar," sigur Njál, "sum Gunnar rindaði mær fyri heimamann okkara síðsta summar." "Teir kunna verða hentir," segði Skarpheðin og gletti á tonn.

Nú er at taka til heima, at Atli spurdi Bergtóru, hvat hann skuldi gera um dagin. "Hugsað havi eg tær eitt arbeiði," sigur hon, "tú skalt fara og leita eftir Koli, til tú finnur hann; tí at nú skalt tú vega hann í dag, um tú vilt gera vilja mín." "Tað hóskar væl," sigur Atli, "tí at illmenni eru vit báðir; men eg skal tó fáa tað soleiðis í lag, at annar okkara skal doyggja." "Væl veri tær fyri," sigur hon, "og tú skalt ikki gera tað fyri einki." Hann fór og tók vápn síni og hest og reið av stað. Hann reið eystur til Fljótslíðar og møtti har monnum, ið komu frá Líðarenda. Teir áttu heima eysturi í Mork. Teir spurdu Atla, hvar hann ætlaði sær. Hann segði seg fara at leita eftir einum rossi. Teir hildu tað vera lítið orindi fyri slíkan arbeiðsmann — "men tó er best at spyrja teir, ið hava verið á ferð í nátt." "Hvörjir eru teir?" sigur hann. "Víggja-Kolur, húskallur Hallgerðar," sögdu teir, "hann fór í áðni frá seyðahúsinum og hevir vakt í alla nátt". "Ikki veit eg, um eg tori at hitta hann," sigur Atli, "hann er illur í skapi, og best er at vera varin og taka dømi í annans mans skaða". "Ikki tykist okkum, at tú sært út at vera heilt ræddur," siga teir og vísa honum, hvar Kolur er. Hann díkir tá á hest sín og ríður hart. Og tá ið hann møtti Koli, mælti Atli til hansara: "Gongur væl í hond við arbeiðinum?" "Tað kemur tær einki við, títt ótíggi," sigur Kolur, "og ongum har haðani tií ert." Atli mælti: "Tað strævnasta eigir tú eftir og tað er at doyggja." Síðan legði Atli við spjótinum til hansara og rakaði hann á miðjuna. Kolur reiggjaði við öxini til hansara, men rakaði hann ikki. Síðan fell Kolur av baki og doyði strax. Atli reið, til hann fann arbeiðsmenn Hallgerðar og mælti : "Farið niðan til hestin hjá Koli og ansið eftir honum. Kolur er fallin av baki og hann er deyður". "Hevir tú dripið hann," sðgdu teir. Hann svarar: "So man tykjast Hallgerð, sum hann ikki er sjálvdeyður". Síðan reið Atli heim og segði Bergtóru víggið. Hon takkar honum fyri hetta verk og fyri tey orð, hann hevði haft. "Ikki veit eg," sigur Atli, "hvussu hetta man fara at líka Njáli". "SáttIiga man hann fara at taka tað," sigur hon, "og eg kann siga tær eitt til merkis um tað — at hann hevir tikið við sær til tings tað trælagjaldið, sum vit fingu síðsta summar, og tað man nú verða latið fyri Kol. Men tó at sáttir verða gjördar, skalt tú tó vera varin um teg; tí at Hallgerð man ongar sáttir halda". "ViIt tú ikki senda mann til Njáls at siga honum víggið," sigur Atli. "Ikki vil eg tað," sigur hon, "tí mær dámdi betur, at einki varð goldið fyri KoI". Tey endaðu nú samtaluna. Hallgerð varð sagt dráp Kols og ummæli Atla. Hon segði, hon skuldi løna Atla. Hon sendi mann til tings at siga Gunnari dráp Kols. Hann svaraði fátt og sendi mann at siga Njáli frá. Hann svaraði einki. Skarpheðin mæiti: "Mætari stórverksmenn gerast trælir nú, enn teir fyrr hava verið; tá flugu teir hvðr á annan — og eingin legði lag í tað — men nú vilja teir drepast" — og gletti á tonn. Njál rykti peningapungin niður, sum uppi hekk í búðuni, og gekk út. Synir hans fóru við honum. Teir gingu til búðar Gunnars. Skarpheðin segði við ein mann, ið stóð í búðardurunum: "Síg tú Gunnari, at faðir mín vil finna hann." Hann sigur Gunnari tað. Gunnar gekk út alt í einum og fagnaði Njáli og sonum hans væl. Síðan gingu teir á tal. "Illa veit nú við," sigur Njál, "at hústrú mín skal hava brotið friðin og latið drepa húskall tín." "Einki ámæli skal hon hava av hesum," sigur Gunnar. "Døm tú númálið," sigur Njál. "So vil eg gera," sigur Gunnar, "lati eg teir menn vera javndýrar, Svart og Kol: tú skalt greiða mær tólv oyru í silvuri." Njál tók peningapungin og flýddi Gunnari. Hann kendi pengarnar, — at tað vóru teir somu, sum hann hevði greitt Njáli. Fór Njál nú til búðar sínar. Og teir vóru líka góðir enn sum áður. Tá ið Njál kom heim, hevði hann at Bergtóru. Men hon segðist aldri vilja víkja fyri Hallgerð. Hallgerð fanst nógv at Gunnari, tí hann hevði sætst um víggið. Gunnar segðist aldri vilja broyta viðurskifti síni við Njál og synir hans. Hon leikaði óð, men Gunnar gav tí ikki gætur. Teir ansaðu nú eftir tann veturin, at einki barst á.

Um várið segði Njál við Atla: "Tað vildi eg, at tú fórt eystur til fjarða, at ikki Hallgerð skal taka teg av dögum". "Ikki ræðist eg tað," sigur Atli, "og vil eg vera heima, um mær loyvist". "Tað er tó heldur óráðiligt," sigur Njál. "Betur tykir mær at lata lív í tínum húsi," sigur Atli, "enn skifta húsbónda. Men tað vil eg biðja teg, um eg verði vegin, at so ongar trælabøtur koma fyri meg". "Tú skalt verða bøttur sum frælsur maður," sigur Njál, "men Bergtóra man lova tær tað, sum hon man evna, at mannahevndir munu koma fyri teg". Atli varð so verðandi hjá teimum.

Nú er at siga frá Hallgerð, at hon sendi mann vestur til Bjarnarfjarðar eftir Brynjólvi rósta, frænda sínum. Hann var loyngitin sonur Svans. Hann var hitt størsta illmenni. Gunnar visti einki til hetta. Hallgerð segði, at hon helt hann vera væl skikkaðan til hovuðshúskall. Brynjólvur kom vestan; og Gunnar spurdi, hvat hann skuldi. Hann segði, at hann skuldi vera har. "Ikki manst tú bera okkum eydnu til húsa, so er mær frá tær sagt," segði Gunnar, "men ikki man og vísa burtur frændum Hallgerðar, teimum, sum hon vil, skulu hjá henni vera." Fáligt var millum hansara og Gunnars, men Gunnar var tó ikki illur við hann.

So leið nú fram til tings. Gunnar reið til tings og Kolskeggur við honum. Og tá ið teir komu til tings, funnust teir Gunnar og Njál og synir hans. Vóru teir tíðum saman í góðum vinarlagi. Bergtóra mælti við Atla: "Far tú upp í Tórólvsfelli og arbeið har eina viku". Hann fór niðan hagar og var har á loyningum og brendi kol í skóginum. Hallgerð mælti við Brynjóiv: "Tað er mær sagt, at Atli er ikki heima; og man hann vera til arbeiðis í Tórólvsfelli". "Hvat tykir tær líkligast, at hann hevir til arbeiðis?" sigur hann. "Okkurt í skóginum," sigur hon. "Hvat skal eg honum?" segði hann. "Drepa skalt tú hann," sigur hon. Hann varð nú heldur fáligur. "Minni hevði tykt Tjóstólvi fyri," sigur Hallgerð, "hevði hann verið á lívi, at drepa Atla". "Ikki skal tær heldur nógv törvast at eggja meg", sigur hann. Tók hann tá vápn síni og hest, stígur á bak og ríður í Tórólvsfelli. Hann sá nógvan kolroyk eystur frá garðinum. Ríður hann hagar, stígur hestinum av baki og bindur hann, — men hann gongur har, sum roykurin er mestur. Sær hann tá, hvar kolgrovin er, — og er har maður hjá. Hann sá, at hann hevði sett spjót í völlin hjá sær. Brynjóivur gongur við roykinum heilt at honum; men hann var ágrýtin í verki sínum, og sá hann ikki Brynjólv. Brynjólvur hjó í hovdið á honum við öxi. Hann brá sær við so skjótt, at Brynjólvur mátti sleppa öxini. Tá treiv Atli spjótið og skeyt eftir honum. Brynjólvur kastaði sær niður á völlin, men spjótið fleyg fram yvir hann. "Tað var nú lukka tín, at eg ikki var bügvin," sigur Atli, "men nú man Hallgerð verða fegin, tí tú manst siga henni deyða mín; men tað er uggan mín, at tú brátt manst tílíkan enda fáa; men tak nú öxi tína, ið tú hevir mist". Brynjólvur svaraði einki og tók ikki öxina, fyrr enn Atli var deyður. Reið hann tá heim í Tórólvsfelli og segði víggið. Síðan reið hann heim til Líðarenda og segði Hallgerð tað. Hon sendi mann til Bergtórshólar og læt siga Bergtóru, at nú var dráp Kols lønað. Síðan sendi Hallgerð mann til tings at siga Gunnari víggj Atla. Gunnar stóð upp og Kolskeggur við honum. Kolskeggur mælti: "Til lítlan frama munu frændur Hallgerðar verða tær". Teir gingu til fundar við Njál. Gunnar mælti: "Víggj Atla havi eg at siga tær," og sigur honum, hvör hann vá, "og vil eg nú bjóða tær bót afturfyri, og vil eg, at tú leggur á sjálvur". Njál mælti: "Tað eru vit sameintir um, at einki skal slíta vinskap okkara; men tó vil eg ikki meta hann javnt við træl." Gunnar segði, at tað var beint og rætti fram hondina. Njál nevndi sær vitni, og teir sættust við hesum treytum. Skarpheðin mælti: "Ikki letur Hallgerð húskallar várar doyggja av elli." Gunnar mælti: "Svá man móðir tín ætla til, at ymsir eiga högg í garði". "Tað eru líkindi til tess," sigur Njál. Síðan legði Njál á hundrað í silvuri, og Gunnar rindaði við tað sama. Mangir, ið hjá stóðu, mæltu, at mikið var lagt á; men Gunnar illskaðist og segði, at teir vóru bøttir við fullum bótum, ið ikki vóru raskari menn, enn Atli var. Riðu teir við tað heim av tingi.

Bergtóra segði við Njál, tá ið hon sá peningin: "Evnt tykist tú hava heiti títt, men enn er eftir heiti mítt." "Eingin neyðsyn er á, at tú evnir tað," sigur Njál. "Annað hevir tú tó hildið," segði hon, "og skal so vera". — I annan stað mælti Hallgerð við Gunnar: "Hevir tú goldið hundrað í silvuri fyri víggj Atla og gjort hann frælsan mann?" "Frælsur var hann áður," sigur Gunnar, "annars skal eg ikki gera heimamenn Njáls óbótamenn". "Líkir kunna tit báðir vera, tú og Njál, tit eru báðir ræddir," sigur hon. "Tað er sum tað roynist," sigur hann. Var tá Gunnar leingi kaldur við hana, til hon blíðkaði seg aftur. Nú er kvirt henda vetur. Um várið fekk Njál sær ikki fleiri arbeiðisfólk. Nú ríða menn til tings um summarið.

Tórður æt maður. Hann varð kallaður sonur hins frígivna. Sigtryggur æt faðir hans, og hevði hann verið frígivin hjá Ásgerð, og druknaði hann í Markarfljóti. Var Tórður tí hjá Njáli síðan. Hann var mikil maður og sterkur. Hann hevði fostrað allar synir Njáls. Tórður legði hug á skyldkonu Njáls, sum æt Guðfinna Tórólvsdóttir. Hon matgjordi heima har, og var tá við barn. Bergtóra kom á mál við Tórð: "Tú skalt fara," sigur hon, "og drepa Brynjólv, frænda Hallgerðar". "Eingin eri eg drápsmaður," sigur hann, "men tó skal eg hætta mær til, um tú vilt". "Tað vil eg," sigur hon. Síðan tók hann hest og reið upp til Líðarenda og læt kalla Hallgerð út og spurdi, hvar Brynjólvur var. "Hvat vilt tu honum," sigur hon. Hann mælti: "Eg vil, at hann skal siga mær, hvar hann hevir hult ræ Atla. Mær er sagt, at hann hevir grivið tað illa". Hon vísti honuni á hann og segði, at hann var niðuri í Akratungu. "Vara teg," sigur Tórður, "at honum ikki verður tað sama fyri sum Atla." "Tú ert eingin vjggjamaður," sigur hon, "og har man eingin vandi vera, hvar tit báðir hittast." "Aldri havi eg sætt mannablóð," sigur hann, "og ikki veit eg, hvussu mær fer at vita við," og brá sær av stað úr túninum og so oman í Akratungu. Rannveig, móðir Gunnars, hevði hoyrt á samtalu teirra og mælti: "Nógv eggjar tú, Hallgerð, hug hans; men eg haldi hann frøknan mann, og tað man frændi tín finna." Teir møttust á almannavegi, Brynjólvur og Tórður. Tórður mælti: "Ver tú teg, Brynjólvur, tí einki níðingsverk vil eg gera tær." Brynjólvur reið at Tórði og hjó til hansara. Tórður hjó aftur í móti við öxi og skaftið sundur fyri framman hendurnar á Brynjólvi, og hjó so á öðrum sinni til hansara og rakaði hann framman á bringuna, og kom hol á. Brynjólvur fell tá av baki og var deyður í stundini. Tórður hitti smaludrong Hallgerðar og lýsti, at hann hevði vegið og segði, hvar Brynjólvur lá, og bað hann siga Hallgerð víggið. Síðan reið hann til Bergtórshólar og segði Bergtóru víggið og öðrum monnum. "Góða tokk havi tú," segði hon. Smaludrongurin segði Hallgerð víggið. Hon varð vreið, og segði, at av hesum skuldi spyrjast nógv ilt, um hon mátti ráða.

Nú koma tíðindini til tings, og læt Njál tey siga sær tríggjar ferðir, og mælti so : "Fleiri gerast nú drápsmenn, enn eg hugsaði". Tá mælti Skarpheðin: "Tann maður má hava verið sera feigur, ið latið hevir lív fyri fosturfaðir várum, ið aldri hevir sætt mannablóð", — og kvað eitt orindi. Njál mælti: "Tað munu vist mangir halda, eftir tí skapi, sum tykkum er í, at tit kundu haft gjort hetta. Men ikki man vera langt til tess; og vilja sumir siga, at neyðin drívur tykkum". Teir gingu so til møtis við Gunnar, og sögdu honum víggið. Gunnar segði, at tað var lítil mannskaði — "men tó var hann frælsur maður." Njál beyð honum sáttir alt í einum. Gunnar játtaði tí, og skuldi hann sjálvur døma. Hann dømdi so við tað sania og legði hundrað í silvuri á. Njál flýddi honum peningin í stundini, og vóru teir so sáttir.

Sigmundur æt maður. Hann var sonur Lamba, sonur Sigvats hins reyða. Hann var stórur keypmaður, kurteisligur maður og vænur, mikil og sterkur, hábærsligur maður og gott skald, raskur í flestum ídráttum, óspektamaður, spottsamur og ódællur. Hann kom út til Islands eysturi í Hornafirði. Skjöldur æt felagsmaður hansara. Hann var svenskur maður og ringur at hava við at gera. Teir fingu sær hestar, og riðu eystan úr Hornafirði og endaðu ikki ferðini, fyrr enn teir komu í Fljótslíð til Líðarenda. Gunnar tók væl móti teimum. Tað var stórur skyldskapur millum hansara og Sigmunds. Gunnar beyð Sigmundi at vera har um veturin. Sigmundur segði, at hann vildi taka við tilboðinum, um Skjöldur, felagsmaður hansara, kundi vera har. "So er mær frá honum sagt," segði Gunnar, "at hann ikki bøtir um skap títt; men tær törvast eina mest, at bøtt verður um tað. Er her eisini vistin vond; og vil eg geva tær og öðrum frændum mínum tað ráð, at tit ikki loypa upp við eyggjan Hallgerðar, konu mínar; tí hon hevst mangan at tí, ið fjart er frá mínum vilja." "Hann veldur ikki, ið varar," sigur Sigmundur. "So mást tú eisini gera eftir mínum ráðum," sigur Gunnar, "nógv manst tú verða froystaður; halt teg tí aftur at mær og fylg mínum ráðum". Síðan vóru teir í fylgi við Gunnari.

Hallgerð var blíð við Sigmund, — og at endanum kom tað so langt, at hon bar hann undir við peningi og tænaði honum ikki minni enn húsbónda sínum; og mangir bóru hetta út í orð og tóktust ikki vita, hvat undir mundi búgva. Hallgerð mælti við Gunnar: "Ilt er at vita sær at hava tað hundrað í silvuri, ið tú tókst fyri Brynjólv frænda mín. Men eg skal royna at hevna hann, um eg eri tess ment," sigur hon. Gunnar segðist ikki vilja skifta orð við hana og fór burtur. Hann hitti Kolskegg og segði við hann: "Far tú og finn Njál og sig honum, at Tórður skal vara seg, tó at sættir eru; tí mær tykir ikki at vera vandaleyst". Hann reið og segði Njáli tað, og Njál segði Tórði tað. Kolskeggur reið heim, og Njál takkaði teimum fyri trúskap teirra.

Tað var á einum sinni, at teir sótu úti, Njál og Tórður. Ein bukkur var vanur at ganga har í heimabeitinum, og eingin skuldi reka hann burtur. Tórður mælti: "Undarliga berst mær nú fyri." "Hvat sært tú tá, sum tær tykir so undarligt," sigur Njál. "Mær tykir, at bukkurin liggur her í lægdini og er hann allur alblóðigur". Njál segði, at har var eingin bukkur og ei heldur nakað annað. "Hvat er tað tá?" sigur Tórður. "Tú manst vera feigur maður," sigur Njál, "og manst tú hava sætt fylgju tína og ver tú tí varin." "Ikki man tað bata mær," sigur Tórður, "um mær er tað lagað."

Hallgerð kom á mál við Tráin Sigfússon og mælti: "Eg hevði hildið teg vera ein góðan mág, hevði tú dripið Tórð, son hins frígivna." "Ikki man eg gera tað," sigur hann, "tí at tá man eg njóta vreiði Gunnars frænda míns. Har liggur eisini nógv á, tí hetta víggið man brátt verða hevnt." "Hvör man hevna?" sigur hon, "hin skeggleysi kallur, heldur tú?" "Ikki man tað vera", sigur hann, "men synir hans munu hevna." Síðan talaðu tey leingi Ijódliga saman — og eingin maður visti, hvat tey hövdu í ráðagerð. Á einum sinni bar so á, at Gunnar var ikki heima, men Sigmundur og felagsmaður hansara, og hagar var komin Tráin frá Grótá. Tá sótu Hallgerð og teir úti og talaðu. Tá mælti Hallgerð: "Tað hava tit lagsmenn, Sigmundur og Skjöldur, lovað mær at drepa Tórð, fosturfaðir Njáls sona; men tú hevir lovað mær tað, Tráin, at vera hjá staddur". Teir gingu allir við, at teir hövdu lovað henni hetta. "Nú skal eg leggja tykkum ráð", segði hon, tit skulu ríða eystur í Hornafjorð eftir fæ tykkara og koma heim, aftan á at farið er til tings; men um tit eru heima, man Gunnar vilja, at tit skulu ríða til tings við honum. Njál man vera á tingi og synir hans og eisini Gunnar; men tá skulu tit drepa Tórð". Teir játtaðu, at hesi ráð skuldu teir fremja. Síðan búðust teir eystur til fjarða, og Gunnar varnaðist einki og reið til tings. Njál sendi Tórð eystur undir Oyggjafjöll og bað hann vera burtur eina nátt. Hann fór eystur, men slapp ikki eystan eftir aftur, tí at áin var so stór, at ikki var ríðandi um hana. Njál bíðaði eftir honum ein dag, tí hann ætlaði, at hann skuldi hava riðið til tings við honum. Njál segði við Bergtóru, at hon skuldi senda Tórð til tings, við tað sama hann kom heim. Tveir dagar seinni kom Tórður heim. Bergtóra segði við hann, at hann skuldi ríða til tings, "men nú skalt tú fyrst fara niðan í Tórólvsfelli og hyggja eftir búnum har, men ikki vera har longur enn eina nátt ella tvær."

Sigmundur og felagsmenn hansara komu eystan. Hallgerð segði teimum, at Tórður var heima, men skuldi ríða til tings um nakrar fáar dagar — "nú munu tit hava føri at fara eftir honum; men ber nú ikki í lag, so náa tit honum ikki." Menn komu til Líðarenda frá Tórólvsfelli og sögdu Hallgerð, at Tórður var har. Hallgerð gekk til Tráins og Sigmunds og mælti: "Nú er Tórður í Tórólvsfelli, og nú eru líkindi hjá tykkum at drepa hann, tá ið hann fer heim." "Tað skulu vit gera," sigur Sigmundur. Gingu teir so út og tóku vápn síni og hestar og riðu á leið ímóti honum. Sigmundur segði við Tráin: "Tú skalt ikki leggja at honum við, tí vit nýtast ikki allir." "So skal vera," sigur hann. Eina lötu seinni reið Tórður at teimum. Sigmundur segði við hann: "Kasta vápnum tínum, tí at nú skalt tú doyggja." "Ikki skal tað henda," sigur Tórður, "kom tú til einvíggis við meg." "Tað verður av ongum," sigur Sigmundur, "og vit skulu njóta gott av tí, at vit eru fleiri. Men ikki er at undrast á, at Skarpheðin er slíkt reystmenni, tí so er sagt, at til fjórðings bregður maður til fosturfaðirs síns." "Tað manst tú fáa at kenna," sigur Tórður, "tí at Skarpheðin man hevna meg." Síðan søkja teir at honum, men hann brýtur eitt spjót fyri hvörjum teirra; so væl vardi hann seg. Tá hjó Skjöldur aðra hondina av honum, og vardi hann seg tá við aðrari eina stund, til Sigmundur legði ígjognum hann. Tá fell hann deyður til jarðar. Teir bóru grót og flag á hann. Tráin mælti: "Vit hava gjort eina illa gerð, og munu synir Njáls kunna illa við hetta víggið, tá ið teir spyrja tað." Teir riðu heim og sögdu Hallgerð. Hon lætst væl at vígginum. Rannveig, móðir Gunnars, mælti: "Tað er eitt gamalt orð, at skamma stund verður hond av hoggi fegin; so man eisini verða her. Men tó man Gunnar loysa teg úr hesi sak, men um Hallgerð aðra ferð man teg tøla, so verður tað tín bani." Hallgerð sendi mann til Bergtórshólar at boða víggið, men annan til tings at siga Gunnari tað. Bergtóra segðist ikki vilja deilast við Hallgerð um slíkt — segði tað onga hevnd vera fyri so mikla sak.

Men tá ið sendimaðurin kom til tings at siga Gunnari víggið, tá mælti Gunnar: "Hetta er illa vorðið, og ikki komu verri tíðindi mær fyri oyru. Men tó skulu vit nú í stundini fara at finna Njál; og eg vóni, at hann vil sýna rættsinni sítt, tó at hann hevir mikla orsök at vera vreiður." Gingu teir tá á fund Njáls og kallaðu hann til máls við seg. Hann gekk alt í einum til fundar við Gunnar. Teir taliðu saman — og í fyrstuni var eingin maður staddur hjá utan Kolskeggur. "Ring tíðindi havi eg at siga tær," sigur Gunnar, "víggj Tórðar frígivnasonar. Vil eg bjóða tær sjáivdømi fyri víggið." Njál tagdi eina lötu og mælti síðan : "Væl er slíkt boðið, og vil eg taka við tí; men óivað man eg tó fáa ámæli av konu míni ella sonum mínum fyri hetta; tí at hetta man stórliga mislíka teimum. Men eg vil tó kortini hætta mær til, tí eg veit, at eg havi við rættan mann at gera, og eg vil ikki, at nakað brigdi í okkara vinskapi skal standast av mær." "Vilt tú lata nakran av sonum tínum vera hjá staddan," sigur Gunnar. "Nei," sigur Njál, "tí ikki munu teir bróta ta sátt, sum eg geri; men um teir eru hjá staddir, munnu teir ikki elva til, at sátt verður." "So man vera," sigur Gunnar; "ger tú so einsamallur av." Teir tóku tá saman hendur og sættust væl og skjótt. Tá mælti Njál: "Tvey hundrað í silvuri leggi eg á, — tað man tykjast tær nógv." "Ikki haldi eg tað vera ov mikið," sigur Gunnar, og gekk heim til búðar sínar. Synir Njáls komu heim til búðar, og Skarpheðin spurdi, hvaðani hetta mikla fæ var komið, sum faðir hans helt á. Njál mælti: "Eg kunngeri tykkum víggj Tórðar fosturfaðirs tykkara — og eru Gunnar og eg vorðnir sættir í hesi sak, og hann hevir bøtt hann við tvinnum mannabótum." "Hvörjir hava vegið hann," sigur Skarpheðin. "Sigmundur og Skjöldur, men Tráin var nær staddur," sigur Njál. "Tað vóru mangir um ein," sigur Skarpheðin, "men nær skulu vit brøður hevja hondum?" "Tað man verða skamt til tess," sigur Njál, "og tá skalt tú ikki verða hildin aftur; men tó liggur mær nógv á, at tit ikki bróta hesa sátt." "So vilja vit tá gera," sigur Skarpheðin, "men um nakað kemur aftrat millum okkara og teirra, tá munu vit minnast á fornan fjandskap." "Ikki skal eg tá forða tykkum," sigur Njál.

Nú ríða menn heim av tingi. Og tá ið Gunnar kom heim, mælti hann til Sigmunds: "Størri ólukkumaður ert tú, enn eg hugsaði, og illa nýtir tú mentir tínar; tó havi eg nú gjort teg sáttan við Njál og synir hans og tú eigir ikki á öðrum sinni at lata teg tøla. Ikki ert tú mær líkur í skapi. Tú fert fram við spott og háð, men tað er ikki mítt skap. Tí kemur tú væl á samt við Hallgerð, tí meira ber tykkara lyndi saman." Gunnar talaði at honum langa stund ; men Sigmundur svaraði honum væl aftur og segði seg meira vilja fylgja hansara ráðum hareftir enn higartil hevði verið. Gunnar segði, at tað mundi vera honum fyri bestum. Helt so við eitt skifti. Javnan samdust teir vinarliga, Gunnar og Njál og synir hans, tó at kaldligt var millum aðrar kunningar teirra.

Nú bar so á, at nökur umfarandi konufólk komu til Líðarenda frá Bergtórshólum. Tær vóru mælskar og heldur illorðaðar. Hallgerð sat í kvinnustovu, tí at so var hon von. Har var Tórgerð dóttir hennar og Tráin. Har var eisini Sigmundur og fjöld av kvinnum. Men Gunnar var ikki har, ei heldur Kolskeggur. Hesi landastrok gingu inn í kvinnustovuna. Hallgerð heilsaði teimum og læt fáa teimum sess. Hon spurdi um tíðindi. Men tær sogdust eingi vita. Hallgerð spurdi, hvar tær hövdu verið um náttina. Tær sögdust hava verið á Bergtórshólum. "Hvat hevðist Njál at?" sigur Hallgerð. "Hann strevaðist við at sita," sögdu tær. "Hvat gjördu synir Kjáls?" segði Hallgerð, "teir halda seg nú vera av bestu monnum." "Stórir eru teir á voxtri, men óroyndir eru teir heilt," sögdu tær; "Skarpheðin hvesti öxi, Grímur skefti spjót, Helgi festi hjalt á svorð, Hoskuldur setti handtak í skjoId." "So munu teir hava okkurt stórverk í ætlan," sigur Hallgerð. "Ikki vita vit tað," siga tær. "Hvat gjördu húskallar Njáls," sigur Hallgerð. Tær svaraðu: "Ikki vita vit, hvat summir gjördu, men ein ók skarnið út á bøin." ""Hvat mundi tað hava at týða," sigur Hallgerð. Tær svaraðu: "Jú, hann segði tað, at av tóðum vax nóg betur ennaðrar staðir." "Ikki er Njál eins vitur í öllum," sigur Hallgerð, "hann, ið annars veit ráð fyri ölIum." "Hvussu tá?" sögdu tær. "Jú," sigur Hallgerð, "tað er eyðvitað; hví læt hann ikki aka tóðini í skeggið á sær, so at hann kundi verið sum aðrir kallmenn, — og latum okkum nú kalla hann hin skeggleysa kall, men synir hans toðskegglingarnar, og kvoð tú nakað um tað, Sigmundur, og lat okkum njóta tess, at tú ert skald." "Til tess eri eg albúgvin," sigur hann, "og kvað nökur örindi. "Ein skattur ert tú," segði Hallgerð, "so eftirlátin tú ert mær." Gunnar kom til í sama viðfangi. Hann hevði staðið utan fyri kvinnustovuna og hoyrt á alla samtaluna. Teimum var dátt við, tá ið tey sóu hann koma inn. Tá tagnaðu allir, men áður hevði har verið nógvur látur og málageip. Gunnar var ógviliga illur og mælti til Sigmunds: "Ein dári ert tú, og vil ikki taka við góðum ráðum. Tú spillir út synir Njáls og hann sjálvan, sum er tað versta av öllum, og slíkt sum tú hevir áður gjort mót teimum; hetta man verða tín bani. Men um nakar maður tekur hesi orð upp aftur, tá skal hann verða koyrdur burtur hiðani og har afturat hava vreiði mína." Men so miklan ótta hövdu tey öll fyri honum, at eingin tordi at taka hesi orð uppá tunguna. Síðan fór hann avstað. Tey umfarandi konufólkini talaðu sínámillum um, at tær mundu fáa løn av Bergtóru, um tær sögdu henni hetta. — Tær fóru so oman hagar og sögdu Bergtóru tað í loyndum óspurdar. Tá menn sótu til borðs, mælti Bergtóra: "Gávur eru tykkum fedgum givnar, og lítlan hava tit hug og dirvi, um tit ikki løna teimum." "Hvörjar eru tær gávurnar," sigur Skarpheðin. "Tit synir mínir eigti allir einá gávu saman: tit eru kallaðir toðskegglingar, — men húsbóndi mín hin skeggleysi kallur." "Ikki hava vit kvinnuskap," sigur Skarpheðin, "at vit skulu verða illir av ölIum." "Gunnar illskaðist tó tykkara vegna," sigur hon, "og hann er hildin at vera góður í skapi Men hevna tit ikki hesa minkan, so munu tit onga skomni hevna." "Gaman tykir kellingini, móður vári, í at erta okkum," sigur Skarpheðin og glettir á tonn; men sveittin sprakk tó honum fram á enni og reyðir blettir komu í kinnar hans; og hetta var ikki vant. Grímur var tigandi og beit í vorrina, Helgi brá sær ikki við, Höskuldur gekk utar mót durunum við Bergtóru. Hon kom innar aftur á öðrum sinni í miklari øði. Njál mælti: "Fram kemur hann, ið hóvligíi fer, húsfrúgv, og tað gongur soleiðis í mongum lutum, tó at ein kennir seg sakaðan, at ymiskt er, hvat haft verður á máli um hevnd."

Men um kvöldið, tá ið Njál var lagstur, hoyrdi hann, at ein öx bar við bróstið og seyng hátt. Men har var ein onnur song við lokuni fyri, hvar skildir hingu — og sær hann, at teir eru burtur. Hann mælti: " Hvörjir hava tikið skildir várar niður?" "Synir tínir gingu út við teimum," sigur Bergtóra. Njál smoygdi sær skógvar upp á føturnar og gekk út hinumegin húsini og sær, at teir stevna niðan í hólin. Hann mælti : "Hvar ætla tit at fara." Skarpheðin segði : "At leita eftir seyði tínum." "Ikki munu tit hann við vápnum vega," sigur Njál, "og annað man vera orindið." "Vit skulu veiða lax, faðir, um vit ikki finna seyðin," sigur Skarpheðin. "Um so er," sigur Njál, "so hevði verið væl, um veiðin ikki mislukkaðist." Teir fóru leið sína, men Njál fór inn í song sína. Hann segði við Bergtóru: "Synir tínir vóru úti allir við vápnum, og manst tú nú hava eyggjað teir til nakað." "Alvæl skal eg takka teimum, um teir siga mær tíðindi heim um víggj Sigmunds," sigur Bergtóra.