Frúgvin Margreta

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911


Frúgvin Margreta



Den norske prinsesse Margrete, Skottlands tronarving, som omkom syv år gammel på Orknøyene, levde i folketradisjonen som "the Maid of Norway", "Jomfruen fra Norge", og mange var overbevist om at kvinnen som i 1300 utga seg for å være henne virkelig talte sant. Glassmaleri (midten) i rådhuset i Lerwick på Shetland. Foto: PaulT (Gunther Tschuch), 2023. Commons.


Om bakgrunnen for folkevisen Frúgvin Margreta, se Den falske Margrete. Artikkel av Knut Rage.


__________


1.
Vilja tit nú lýða á,
meðan eg flyti fram
um hana frúnna Margretu,
í Norðnesi brann.
Troðið nú lættliga dansin,
dagurin skín so fagurliga,
komin er hægst á sumarið.


2.
Gud fyriláti Eiriki kongi,
hvat hann mundi gera:
sendi sítt barn í ókunn lond,
moykongur at vera.


3.
Gud fyriláti Eiriki kongi,
hvat hann gjördi har,
sendi sítt barn í ókunn lond,
moykongur vera skal.


4.
"Mær skal fylgja frú Katrin,
sker henni klæði reyð!
hon verður mær tann trúgvasta,
tar for tolir hon deyð."


5.
"Tær skal fylgja so vænt eitt vív
sunnan undan lund,
nevnd er frúgvin Ingibjörg
tað lystiliga sprund."


6.
"Tær skal fylgja so vænt eitt vív
sunnan undan oy,
nevnd er frúgvin Ingibjörg
tann lystiliga moy."


7.
"Tær skulu fylgja sveinar tveir,
eg kenni væl teirra navn:
Nials út av Gylstein
og Eyðun Hestakorn."


8.
"Nials út av Gylstein
og Eyðun Hestakorn,
tí teir kunnu læra teg
tey landsmál og orð."


9.
"Mær skal fylgja frú Katrin,
sker henni klæði grøn!
hon verður mær tann trúgvasta,
av Gudi taki hon løn!"


10.
Tað leið ikki longur um
enn mánaðirnar tvá,
lysti frúnna Margretu
sín faðirs skip at sjá.


11.
Tað var Eyðun Hestakorn,
hann tók í frúnnar hand,
fylgdi henni í sævarmála
í tað hála tang.


12.
Hann fylgdi henni í sævarmála,
í tað hála tang,
stjól so burt tað flngurgull,
jomfrúnni fell av hand.


13.
Tað leið ikki longur um
enn mánaðirnar tríggjar,
enn lystir frúnna Margretu
sín faðirs skip at síggja.


14.
Rókust úti í myrkum havi
mánaðirnar tvá,
ongasteds tað kundu tey
til nakað land at sjá.


15.
Rókust úti í myrkum havi
mánaðirnar tríggjar,
ongasteds tað kundu tey
til nakað land at síggja.


16.
Svaraði frúgvin Margreta,
hon stóð í fremra stavn:
"Vit skulu lova olmussu
í vár harras navn."


17.
Summir lova eina,
summir lova tvá,
tað var frúgvin Margreta,
hon lovar tríggjar.


18.
Summir lova eina og tvá,
summir lova tríggjar,
Margreta lovaði fýra,
tá fingu tey land at síggja.


19.
Svaraði frúgvin Margreta,
skortar ikki fíggja:
"Hetta kalla teir Skotland,
vit fingu fyrst at síggja."


20.
Svaraði frúgvin Ingibjörg,
stóð í kyrtil reyð:
"Fingu vit selt tað væna vív,
tá kortar oss ei til eyð!"


21.
Svaraði Eyðun Hestakorn
fyrsta orðið tá:
"Seljið hana helst til Blálanda,
har spyrst minni frá."


22.
Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Blálanđ.


23.
Hegar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.


24.
Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Eyðun Hestakorn
sínum fótum á land.


25.
Fyrst steig Eyðun Hestakorn
sínum fótum á land,
tá var greivin á Blálondum
riðin niður til strand.


26.
"Hoyr tú greivin á Blálondum,
viltú frúgvur velja?
viltú keypa tað væna vív,
vit hava falt at selja?"


27.
Tað var greivin á Blálondum,
hann tók til virðin full,
gav fyri frúnna Margretu
tríati tunnur gull


28.
Tað var greivin á Blálondum,
tað gjörði hann tá,
gav fyri frúnna Margretu
meiri enn hon sjálv vá.


29.
Tað er greivin á Blálondum,
svarar so frá sær:
"Í hvat landi ertú borin?
hvör er faðir at tær?"


30.
"Eg kann ikki sannari
siga fyri tær,
Eirikur kongur í Noregi
er sannur faðir at mær."


31.
Tá ið greivin hetta hoyrdi,
at hon var av kongakyni,
vildi hann ikki gifta hana
við sínum onkasyni.


32.
Tað var greivin á Blálondum,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.


33.
Drukkið var teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
greivin og hans vív.


34.
Tað er frúgvin Katrin,
svarar so fyri sær:
"Eina bøn, ið eg teg biði,
Eyðun, veit hana mær!"


35.
"Eina bøn, ið eg teg biði,
hana skaltú mær gera:
lat meg við frúnni Margretu
á Blálondunum vera!"


36.
"Eina bøn, ið eg teg biði,
hana vil eg tiggja:
lat meg við frúnni Margretu
á Blálondunum byggja!"


37.
"Hvat skaltú á Blálondum gera?
tú kant ikki mál,
far tú heldur til Noregis,
far suður aftur í vár!"


38.
"Hvat skaltú á Blálondum gera?
tú ert lítið treyst,
far tú heldur til Noregis,
far suður aftur í heyst!"


39.
"Verður mær tess eyðið,
eg komi til Noregis heim,
eg skal siga Eiriki kongi
frúnnar tungu mein!"


40.
"Verður mær tess eyðið,
eg komi til Noregis vítt,
eg skal siga Eiriki kongi,
tit svikuð tað væna vív!"


41.
Tóku tey frúnna Katrina,
lögdu undir høgind blá,
Eyðun og frúgvin Ingibjörg
tey settust omaná.


42.
Tóku tey frúnna Katrina,
tað hitt væna vív,
hongdu upp í hægsta træ,
har tapti moy sítt lív.


43.
Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis land.


44.
Hegar, ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.


45.
Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig frúgvin Ingibjorg
sínum fótum á land.


46.
Fyrst steig frúgvin Ingibjörg
sínum fótum á land,
tá var reystur Eirikur kongur
riðin niður til strand.


47.
Tá svaraði Eirikur kongur,
gull ber seg á hanđ:
"Hvar er Margreta, dóttir mín?
hon kemur ei fyrst á land."


48.
Svaraði frúgvin Ingibjörg,
elur hon seg so mjúka:
"Mitt í miðjum írlandshavi
fingu vit moynna sjúka."


49.
Tí svaraði Eirikur kongur
fyrsta orðið tá:
"Lyftið frá tey silkitjöldur,
latið meg líkið sjá.


50.
Svaraði reystur Eirikur kongur,
tá hann líkið sá:
"Hetta er ikki Margreta,
hvörki á brún ei brá."


51.
Vankar ei á stræti,
treður á manna gongd,
gingin er sjálvur Eirikur kongur
undir börustong.


52.
Ikki kostar Eirikur kongur
minni til enn tá:
börumar av reyðargulli
læt hann henni slá.


53.
Börurnar av reyðargulli
læt hann henni gera,
korsið av tí skæra silvur,
merki við at bera.


54.
Eystan fyri kirkjuna
dreingir reika á fold,
gróvu tað hitt ljósa lík
niður í dökka mold.


55.
Eystan fyri kirkjuna
dreingir reika í skara:
dimmur er hesin dagur í dag
niður í mold at fara.


56.
Eirikur reið frá kirkju heim,
mælti ikki mál,
mangan gleðir hann fátækan
eftir sínar dóttir sál.


57.
Eirikur reið frá kirkju heim,
mælti ikki orð,
mangan gleðir hann fátækan
yvir sítt breiða borð.


58.
Tað var tá, sum ofta er,
frá man frættast víða:
Noregis kongur frá kirkju reið,
hann fangaði helsótt stríða.


59.
Tað var í tann fyrsta svövn,
Eirikur kongur fekk,
tað var frúgvin Margreta,
honum í dreymar gekk.


60.
Tað var frúgvin Katrin,
ígjár var lagd í skrín,
"eftir livir á Blálondum
Margreta, dóttir tín."


61.
Tað var frúgvin Katrin,
ígjár var lagd í mold,
eftir livir á Blálondum
Margreta, dóttir bold."


62.
Tað var reystur Eirikur kongur,
fell pá síni knæ:
"Heinta mær Eyðun og Bjarnir,
bið teir koma for meg!"


63.
Inn kom meistarin Bjarnir,
fell pá síni knæ:
"Krist signi teg, Eirikur kongur,
hvat viljið tær mær?"


64.
Tá svaraði Eirikur kongur,
áðrenn hann læt lív:
"Tryggan skulu tit eiðin svörja
um tað væna vív."


65.
Tá svóru teir rangar
eiðirnar tvá:
"tað er ei so undarligt,
tað gekk, sum sagt er frá."


66.
Tá svóru teir rangan
tólvmanna eið;
"tað var ei so undarligt,
um ævin var ikki greið."


67.
Tá svaraði Eirikur,
áðrenn hann gav upp ond:
"Margretu lýsi eg ríkið hálvt,
kemur hon lívs til lond."


68.
Vankar ei á stræti,
treður á manna gongd:
gingin er sjálvur Hákun kongur
undir börustong.


69.
Ikki kostaði Hákun kongur
minni til enn tá:
börurnar av reyðargulli
læt hann honum slá.


70.
Börurnar av reyðargulli
læt hann honum gera,
korsið av tí skæra silvur,
merki við at bera.


71.
Eystan fyri kirkjuni,
dreingir reika á fold,
gróvu tað hitt ljósa lík
niður í dökka mold,


72.
Eystan fyri kirkjuni,
dreingir reika í skara:
dimmur er hesin dagur í dag
niður í mold at fara.


73.
Hákun kongur frá kirkju reið,
mælti ikki orð,
mangan gleðir hann fátækan
yvir sítt breiða borð.


74.
Hákun kongur frá kirkju reið,
mælti ikki mál,
mangan gleðir hann fátækan
fyri sín bróðir sál.


75.
Margreta vaknar á miðjari nátt,
telur sín’ dreymi frá:
"Nógv havi eg í Noregi at gera,
mín faðir er fallin frá!"


76.
Margreta vaknar á miðjari nátt,
telur sín dreym so brátt:
"Undarligt hevir fyri meg borið
alla hesa nátt."


77.
"Meg droymdi, í Norðnesi
har var kynt eitt bál,
har kom Eyðun Hestakorn,
hann reið við mikið prál."


78.
"Meg droymdi, í Norðnesi
har var kyndur eldur,
har kom Eyðun Hestakorn
við so mikið veldi."


79.
"Meg droymđi, í Norðnesi
har var vaxin sút,
hjörturin við sítt fagra horn
hann spældi for bergið út."


80.
"Meg droymdi, í Norðnesi
han var vaxin viður,
hjörturin við sítt fagra horn
hann spældi for bergið niður."


81.
"Meg droymdi, tað var ein reyður logi
í mín faðirs garði,
har kom sipandi ein hvirvilvindur,
so eingin varð hann varur."


82.
Tað er frúgvin Margreta,
hon sigir sínum dreymi frá;
tað var greivin á Blálondum,
hann kundi væl dreymin ráða.


83.
"Tað ið teg droymdi, í Norðnesi
har var kyndur eldur,
tað verður fyri sjálvari tær:
tú kemur til lítið veldi."


84.
"Tað ið teg droymdi, í Norðnesi
har var kynt eitt bál,
tað verður fyri sjálvari tær:
tú missir lív og mál."


85.
Tað var frúgvin Margreta,
sveipar at sær skinn,
so gár hon í högaloft
for Magnus, son sín, inn.


86.
Hon tók upp sín unga són,
legði á armin sín:
"Ligg væl heilur og happadyggur,
minst á móðir tín’!"


87.
Hon tók upp sín unga son,
og kysti hann so søtan,
eingin hevur so hart í hug,
at hjartað má jú grøta.


88.
Svaraði frúgvin Margreta
av so tungum stríði:
"Guđ gevi tær ikki mentir til
mót Norðmonnum at stríða!"


89.
Tað er frúgvin Margreta,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hon
for meistar Eingilbret inn.


90.
"Sit væl, meistarin Eingilbret
við tín ljósa skara!
viltú vera mín stýrimaður
til Noregis at fara?"


91.
Upp stóð meistarin Eingilbret
við sín ljósa hand:
"Eg skal vera tín stýrimaður
til Noregis land."


92.
Tað var tá, sum ofta er,
duld eru döpur mein:
greivin fylgdi Margretu
ytst á flóðarstein.


93.
Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Noregis land.


94.
Hegar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.


95.
Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig frúgvin Margreta
sínum fótum á land.


96.
Svaraði frúgvin Margreta,
tá hon steig á jörð:
"Onkun tíð var mín fótur so lættur
henda tíð í fjör!"


97.
Svaraði frúgvin Margreta,
tá hon steig á mold:
"Tað kenni eg á sjálvari mær,
at feigur er fótur á fold!"


98.
Margreta gekk frá strondum niðan
so er greint fyri mær,
henni vóru kunnigir vegirnir
til Mariu kirkjugarð.


99.
"Her liggur tú, Katrin!
tú læt lív for meg,
harra Gud í himmiríki
biði gott for teg!"


100.
"Her liggur tú, Katrin!
tú læt for meg mál,
harra Gud í himmiríki
biði gott for tína sál!."


101.
Tað er frúgvin Margreta,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hon
fyri Hákun kongin inn.


102.
Tað var frúgvin Margreta,
tók í kongins hánd:
"Heilur og sælur, mín faðirbróðir,
nú eri eg komin í land!"


103.
Tá svaraði Hákun kongur
fyrsta orðið tá:
"Hvar skaltú, hin lítla kona,
tær eitt vitni fá?"


104.
"Eg væntaði mær í Noregi
vitni at leita til tín
og hann meistarin Bjarnir,
fosturfaðir mín."


105.
Inn kom meistarin Bjarnir,
gjörla hana kendi:
"Gud fyriláti faðir tínum,
hann teg av landi sendi!"


106.
Tá svaraði Hákun kongur
fyrsta orðið tá:
"Hvar skaltú, hin lítla kona,
tær annað vitni fá?"


107.
"Eg væntaði mær í Noregi
vitni at leita til tín
og hana Ásu Tistilsfrú,
fosturmóðir mín."


108.
Inn kom Ása Tistilsfrú,
segði sum henni tókti:
"Hjálpi mær faðir av himmiríki,
hatta er Eiriks dóttir!"


109.
Tað var Eyðun Hestakorn,
frúnni var ímót,
tá hon skuldi vitna,
hann steig á hennara fót.


110.
Tað var Ása Tistilsfrú,
snatliga hon sær vendi:
"Hjálpi mær faðir av himmiríki,
eg kenni ikki hatta kvendi!"


111.
Tað er frúgvin Margreta,
svarar so for seg:
"So verði tú blinđ og deyv,
sum tú kennir meg!"


112.
"Minnist tú ei, Ása Tistilsfrú,
tú lærdi meg at stava bók,
tú sló meg við títt fingurgull,
so tár á kinnum stóð?"


113.
"Tú sló meg við títt fingurgull,
so tár á kinnum stóð,
frætti tað mín sæli faðir,
við tí varð hann óður."


114.
"Frætti tað mín sæli faðir,
at tú gjördi so,
sendi boð í högaloft,
eg skuldi í hallina gá."


115.
"Eg var meg so fegin og fús,
eg skuldi í hallina ganga,
eg fell í faðir míns borðstólar,
eg beri her ör í vanga."


116.
"Eg var meg so fegin og fús,
eg skuldi í hallina renna,
eg fell í mín faðirs borðstólar,
eg beri her ör í enni."


117.
Svaraði Ása Tistilsfrú,
hon stóð í mannamúgva:
"Eg havi ikki sætt einalægri konu
betri kunna at ljúgva.*


118.
Mikil var tann bønin,
frú Margreta beið:
bæði blind og málleys
Ása av tingi reið.


119.
Mikil var tann bønin,
frú Margreta fekk:
bæði blind og málleys
Ása av tingi gekk.


120.
Tað var frúgvin Margreta,
hon tók í kongins hond:
"Má eg ikki ganga í tvörkirkju
at skoða mín faðirs leiði?"


121.
Tað var reystur Hákun kongur,
tók til orða svá:
"Hoyr tað, tú hin lítla kona,
tey vilkor skaltú fá."


122.
Margreta sat í tvörkirkju,
seyng av síni bók,
har kom Eyðun Hestakorn,
hana á hondum tók.


123.
Hann tók hennara báðar hendur
aftur um bak at binda,
frúgvin græt so møðiliga,
blóð sprakk undan lind.


124.
"Hoyr tú, Eyðun Hestakorn,
bind meg ikki nú!
tað býr undir lindini,
ið minni formár enn tú."


125.
"Hoyr tú, Eyðun Hestakorn,
bind meg ei so fast!
tað býr undir lindini,
sum harrin hevir skapt."


126.
Tað var Eyðun Hestakorn,
hann gjördi verri um sinn:
hann tók frúnna Margretu,
setti í myrkastovu inn.


127.
Svaraði frúgvin Margreta,
í myrkastovu stendur:
"Nú eri eg komin í húsið tað,
eg síggi ei mínar hendur."


128.
Hann tók frúnna Margretu,
setti í kalda jarn,
har kom jomfrú Maria
og skildi hana við barn.


129.
Tað var í tann fyrsta svövn,
frú Margreta fekk,
tað var jomfrú Maria,
til hana í dreymar gekk.


130.
"Hoyr tú frúgvin Margreta,
tað sigi eg tær fyrst:
í morgin verður bálið kynt,
tol, sum tú kant best!"


131.
"Eittans havi eg vatnker đrukkið,
eitt á hvörjum morni,
onkun tíð á Blálonđum
tá leikti betur í horni."


132.
"Onkun tíð á Blálondum
tá leikli betur í horni,
eg drakk av teim gullkerum,
eitt á hvörjum morni."


133.
Tóku teir frúnna Margretu,
førdu út av bý,
login leikti í Norðnesi
högt upp undir ský.


134.
Svaraði frúgvin Margreta,
tá hon bálið sá:
"Mikið hevir hon til saka gjört,
har skal brenna á!"


135.
"Mikið hevir hon til saka gjört,
har skal brenna á,
harðir ganga rættirnir
í Noregi í ár."


136.
Tað gjörði Eyðun Hestakorn,
trælurin tann hin versti,
öviga vendi hann frú Margretu
um á sínum hesti.


137.
Tað var Eyðun Hestakorn,
so illa gjördi hann tá,
öviga koyrdi hann frú Margretu
av hesti út á bál.


138.
Tað var frúgvin Margreta,
svarar so for seg:
"Heintið mær meistarin Eingilbret,
bið hann koma for meg!"


139.
"Hoyr tú, meistarin Eingilbret,
tað er mest av neyð,
tak tú hesa lítlu kind,
sker henni klæði reyð!


140.
"Tak tú hesa lítlu kind,
sker henni klæði grøn!
hon er borin til ríki hálvt,
av Gudi taki tú løn!"


141.
Tað var Eyðun Hestakorn,
sínum svörði brá,
hann kleyv hennara lítlu kind
sundur í lutir tvá.


142.
Hann kleyv hennara lítlu kind
sundur í lutir tvá,
síðan báðar partarnar
hann kastar út á bál.


143.
Svaraði frúgvin Margreta,
henni komst hövur í fang:
"Onkun tíð hevði móðir tín
haft betri kirkjugang!"


144.
Svaraði meistarin Eingilbret
fyrsta orðið tá:
"Gávi Gud, at greivin
hann hevði staðið hjá!"


145.
Tað var Eyðun Hestakorn,
sínum svörði brá,
hann kleyv meistarin Eingilbret
sunđur í lutir tvá.


146.
Hann kleyv meistarin Eingilbret
sundur í lutir tvá,
síðan báðar partarnar
hann kastar út á bál.


147.
Tríggjar vóru tjörutunnur
stoyttar út á bál,
ikki talaði frúgvin Margreta
drýstiligari enn tá.


148.
"Slökkið nú, hvör sum slökkja kann,
troðið so tann eim!"
fyrstur reið reystur Hákun kongur
frá bálinum heim.


149.
"Heilsa frúnni Ingibjörg,
hon var mær tann versta,
tá ið hon skal føða börn,
tá føði hon fíl og hestar!"


150.
"Heilsa frúnni Ingibjörg,
hon var mær tann arga,
tá ið hon skal føða börn,
tá føði hon fíl og vargar!"


151.
"Heilsa frúnni Ingibjörg,
hon var mær tann ónda,
tá ið hon skal føða börn,
tá føði hon fíl og hundar!"


152.
Svaraði frúgvin Margreta,
áðrenn hon læt lív:
"Gud gevi ikki mentir til
mót Norðmonnum at stríða!


153.
"Gud gevi ikki mentir til
at halda stríð for stað,
allar lat tú sjólátast,
men sálirnar goym hjá tær!"


154.
Tungan tók at tala,
troðið var í tann eim;
síðst reið Eyðun Hestakom
frá bálinum heim.


155.
"Heilsa mær mínum faðirbróðir,
sig honum so ífrá,
bið hann lata kórkirkju
á mínum báli slá!"


156.
"Vil hann ikki kórkirkju
á mínum báli gera,
tríggjar reisur, áðrenn hann doyr,
hann skal av vitinum vera!"


157.
"Vil hann ikki kórkirkju
á mínum báli slá,
tríggjar reisur, áðrenn hann doyr,
skal hann av vitinum gá!"


158.
Magnus vaknar á miðjari nátt,
telur sín dreym so brátt:
"Undarligt hevir fyri meg borið
alla hesa nátt!"
159.
Magnus vaknar á miðjari nátt,
telur sín’ dreymi frá:
"Nógv havi eg í Noregi at gera,
mín móðir er fallin frá!"


160.
Magnus gekk í högaloft,
letst í brynju nýggja:
"Eg svörji tann eið við mína trúgv,
nú má eg blóðið síggja!"


161.
Magnus gekk í högaloft,
letst í brynju blá:
"Eg svörji tann eið við mína trúgv,
nú má eg blóðið sjá!"


162.
Hann fór seg á heiðin lond,
at samla saman djór,
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.


163.
Hann læt sær tað liðið samla,
valdra manna son,
ongan mann á Blálondum
eftir átti kona.


164.
Hann læt sær tað liðið samla,
valdra manna tjóð,
ongan mann á Blálondum
eftir átti fljóð.


165.
So læt ungi Magnus
síni skipini gera,
allar læt hann streingirnar
av reyðargulli vera.


166.
So læt ungi Magnus
síni skipini búgva,
allar læt hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.


167.
So læt ungi Magnus
byggja skipini stór,
letur laða í bæði borð
virtur og so bjór.


168.
Bræddir vóru brandar,
skorin var hvör stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.


169.
Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stavn og stýri av reyðargulli,
har skein sólin á.


170.
Sigldu út av Blálondum
eina morgunstund,
tvinni sukku sexti skip
niður for Skotlands lund.


171.
Sigldu út av Blálondum
eina morguntíð,
tvinni sukku sexti skip
niður for Skotlands líð.


172.
Lögdu teir so loyniliga
inn í eina vág,
har gingu ongar göturnar,
hvörki til ei frá.