Signild og dvörgurin

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif
Faeroysk.gif


A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911


Signild og dvörgurin



1.
Signild slóg sín vev so fast,
— saðla mær horsið fríða! —
hvíta mjólk av bróstum sprakk.
— Fram, fram, hvör ærlig' mann!
til hóva lati eg ríða.


2.
"Men hoyr tú, Signild, dóttir mín!
hví springur mjólk av bróstum tín?"


3.
"Tað er ikki mjólk, (tó) tað sýnist so,
tað er tann mjöður, eg drakk í gjár."


4.
"Tvey eru tingini, bæði eru ólík:
brúnur er mjöður, men mjólk er hvít?"


5.
"Tað dugir ei at dylja fyri teg:
dvörgurin hevir lokkað meg.


6.
Tað er fult í fimtan ár,
dvörgurin vandist higar til vár.


7.
Fimtan havi eg börnini borið,
eingi havi eg klæðini skorið.


8.
Fimtan havi eg börnini átt,
eingi havi eg við eygum sætt."


9.
Dvörgur stóð ei langt har frá,
hann stóð við dyrnar og lýddi hará.


10.
Alt stóð dvörgurin og lýddi á,
hvussu hon segði síni móðir frá.


11.
Dvörgurin inn í höllina gekk,
gullband um hans herðar hekk.


12.
Hann tekur í Signilds Ijósu hand
og leiðir hana so til steinin fram.


13.
Hann slóg yvir hana hermalín,
leiðir hana so í stein til sín.


14.
Han setti undir hana tann gylta stól,
fimtan sveinar fyri borði stóðu,


15.
"Tíggju skulu leika fyri tær,
fimm skulu spæla fyri sjálvum mær.


16.
Sumir kunna ringja,
dvörgamál at syngja.


17.
Sumir kunna at spæla væl
bæði trummur og langaspæl."


18.
Dvörgur fekk so stóra neyð,
tá ið Signild lá í steini deyð.


19.
Dvörgur fekk so stóra sorg,
so rýmdi hann úr teirri borg.