Vættrarnar á Skála

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Vættrarnar á Skála


Eitt sornhús brendi av hjá einum bónda á Ytra Skála í Eysturoy. Stutt eftir henda tilburð droymdi konan eina nátt, at vættur kom til hennara og segði, at um sornhúsið ikki varð uppafturbygt, komu allar vættrarnar at doyggja í kulda. Sornhússprekini kundu tey finna yviri á Lignesi, innanfyri Sølmundarfjørð, hagar vóru tey rikin.
   Konan varaði nú mannin um, at hann skuldi gera sornhúsið upp aftur, og segði honum frá dreymi sínum. Men bóndin lurtaði ikki eftir henni.
   Aðra ferð droymir konan hetta, at vætturin kemur til hennara og sigur tað sama sum fyrru ferð.
   Hon varar uppaftur bóndan við. Hann fer yvir á Lignes og finnur sprekini har, soleiðis sum vætturin hevur sagt. Men síðan hugsar hann einki meira um hetta.
   Triðju ferð kemur vætturin fyri konuna í dreymi, og er nú ógvuliga ruskut. Hon sigur tað sama, sum hon hevur sagt hinar báðar ferðirnar, og leggur til, at hetta er seinasta ferðin, at hon kemur, og verður ikki sornhúsið bygt aftur, skal altíð elsta soni á hesum breygi bagga okkurt. Konan varar nú mann sín so mikið við, men ikki varð sornhúsið afturbygt.
   So gekk, sum vætturin hevði lovað. Elsta soni, ið borin varð til garðin, bilaði vit so aldeilis, at hann kundi ikki festa, og næstelsti sonur fekk garðin. Elsti sonur hansara baggaði eisini vit, so hann kundi heldur ikki festa garðin, men hin næstelsti festi.
   Tá komið var í triðja lið, bygdi bóndin sornhúsið aftur, í sama sinni sum hann giftist, og tá kom hin sami vætturin í dreymi fyri konuna og lovaði, at fyrsti sonur, sum hon føddi, skuldi verða vitugur og fáa garðin í festi. Og so varð.