Flóvants ríma

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


Kvæðabók I
Jóannes Patursson 1922


Flóvants ríma


(Samansett úr ymsum uppskriftum)

1.
Frættist fyrst í forvitstíð,
vil eg fyri ydrum greina,
flest øllum lystir at lýða á,
bæði moyjar og sveinar:

2.
Tað var tá sum oftum er enn,
- hesi jólini líða -,
keisarin letur bera boð
yvir Rúmaríki víða.

3.
Keisarin letur bera boð
yvir Rúmaríki víða,
hertugin er treyður og dreivleiddur,
honum lystir um lívið at stríða.

4.
Keisarin letur bera boð
bæði við spekt og mæti,
býður hann Flóvant frænda sín
hjá sjálvum sær í sæti.

5.
Keisarin situr í gullstóli,
ógvuligur at líta,
glógvar hann allir við gimsteimun,
hann skín sum fonnin hvíta.

6.
Keisarin situr í hásæti
glaður foruttan ekka,
talar til Flóvant frænda sín,
bað geva teim sterkt at drekka.

7.
Flóvant stóð fyri breiða borði
við silvurker í hendi,
gáar eftir keisarans orðum,
hann vínið niðnr rendi.

8.
Droparnir drýpa tríggir og tveir
niður á kápu blá:
hertugin gerst nú grimur og gráur,
ógvuligur at sjá.

9.
Droparnir drýpa tríggir og tveir
niður á línið hvíta:
hertugin gerst nú grimligur,
ógvuligur at líta.

10.
Droparnir drýpa tríggir og tveir
hertugin líkar tí illa.
"Skamm fái tú, pútusvein,
tú vilt míni klæði spilla."

11.
Hetta østi hertugan,
hann hevði ei fleiri orð,
gav so nevan á hvítan háls,
at Flóvant fell yvir borð.

12.
Flóvanti rann tað heita blóð
bæði um nasar og munn,
hann var ungur og óstiltur,
hann illa við tað kundi.

13.
Flóvant stendur fyri breiða borði,
tekur til góðar at evna:
"Skomm tykist mær, tað frættist heim,
eg tori ei høgg at hevna."

14.
Háðliga skonkti hann kerið fult,
setti á borðið við reiði,
á hertuganum aftur í ennið brast
Flóvants nevi breiði.

15.
Hann gav honum so nýtuligt høgg,
tá brast bein í pannu:
"Tak nú við", ræð Flóvant siga,
"Høgg av minni manni!"

16.
Deyður fell tá hertugin
keisaranum til fót,
hann er eingin í Rúmaríki
honum kann ráða bót.

17.
Keisarin rópar ógvuliga,
biður bast á binda
háðuliga frænda sín,
við myrkastovu rinda.

18.
Allir lótust uppi at vera,
keisarans vilja at gera,
eingin lætst at vita av,
hvar Flóvant mundi vera.

19.
Keisarin treiv eftir búnum spjóti,
ilt er skap at eggja,
Flóvant snúðist av høllini út
millum stavs og veggja.

20.
Flóvant snúðist av høllini út
í tí sama sinni,
haðani yvir til fostru sína,
at eingin skuldi hann finna.

21.
Flóvant gisti Hermintrúð,
har hon sat í steini,
hon gav honum svørðið tað,
ið Sakslandi var á meini;

22.
"Eg havi vegið hertugan,
keisaranum illa líkar;
hann hevur lovað at heingja meg
í gálgan í Rúmaríki.

23.
Eg havi vegið hertugan,
keisaranum illa ann:
hann hevur lovað at heingja meg
í hægsta gálgarann."

24.
"Hoyr tað, Flóvant, mín fostursonur,
hin vitri og hin svinni,
gakk á skógv og skýl tær har,
so keisarin teg ei finnur."

25.
Búsant eitur Flóvants hestur,
hann loypur so goyst á grjóti.
Gyrðir hann seg við stinnum stáli
og vegur við glavarspjóti.

26.
Flóvant leyp á gangara sín
við føgrum mentarprýði,
gyrdi seg við stáli fast,
hann ætlar um lív at stríða.

27.
Flóvant reið á skógvin burt,
mangt var honum at meini,
haðani frá fostru síni,
sum hon sat eftir í steini.

28.
Keisarin eigir ein fljótan hest,
slíkur er eingin í landi,
so loypur hann yvir dalar og f jøll,
sum aðrir á slættum sandi.

29.
Keisarin leyp á gangara sín
við Makramant hin fríða,
gyrdi hann seg við Ljósivant,
sum Gud gav honum at stríða.

30.
Keisarin reið á skógvin burt,
tykist nú Flóvant at kenna:
"Tær batar ikki, pútusvein,
undan mær at renna.

31.
Tær batar ikki, pútusvein,
undan mær at renna:
eg skal við svørði sundra teg,
tín búk á báli brenna."

32.
Flóvanti varð so illa við,
hann hoyrdi keisaran kalla:
Biður skaparan skýla sær,
sum skapt hevur verøld alla.

33.
Hann biður skaparan skýla sær,
sum skapt hevur verøld alla,
so hana mildu Mariu moy,
sum móður Guds skal kalla.

34.
"Drottning dýr, tú dugna mær,
eg eri á ungum aldri,
keisarin frægur og fullhagur
vegur við vápnaskjaldri."

35.
Møttust teir á skógnum burtur,
av bar barna gaman,
eldur feyk af svørðinum,
tá oddar bóru saman.

36.
Sterkir royna stinnar stengur,
støkka av um miðju,
hvørgin kappin úr saðli gekk,
teir tóku til ta triðju.

37.
Ríða teir í Rúmi norður,
høgir lúðrar gjalla,
stálið støkk úr hjálmunum,
og neistar av svørðum falla.

38.
Keisarin rendi mót Flóvanti,
tað hini stóru undur:
hestarnir upp og aftur um døv,
spjótini gingu sundur.

39.
Keisarin misti Ljósivant,
har hann fell av hesti;
Flóvant aftur um skeftið treiv
kappin tann hin mesti.

40.
Keisarin treiv um stálið sterkt,
ið Flóvant bar við síðu;
keisarans hestur í kníjum fell,
læt til jarðar níga.

41.
Tók hann keisaran, harra sín
legði á grønan vøll,
nektar hann av honum brynjuna,
og síðan klæði øll.

42.
Nektar hann av honum klæðini øll,
hartil brynju síða,
hann tók av honum Ljósivant
og Makramant hin friða.

43.
"Nú havi eg makt at løna tær
og naknan føra teg heim,
fyri tú lovaði at heingja meg
í hægstu gálgarein.

44.
Flóvant ungur og óstiltur,
orna tók hans blóð,
førdi keisaran í skógdíki,
hann upp um lendar stóð.

45.
"Hevði ikki Hermintrúð
verið mær so góð,
her skuldi tú, keisarin,
sætt títt hjartablóð.

46.
Hevði ikki Hermintrúð
verið mær so blíð,
her skuldi tú, keisarin,
latið títt unga lív."

47.
Har komu sveinar ríðandi,
tóktust komnir i vanda,
naknan sóu teir harra sín
djúpt í díki standa.

48.
Sóu keisaran harra sín
djúpt í díki standa,
tað er Flóvant, frændi hans,
eykað hevur vanda.

49.
Sveinar skunda síni ferð
veitslu vænta sær,
hann var eingin av øllum teim,
Flóvanti tordi nær.

50.
"Er her nakar, á meg vil herja,
hildarmálmur dyggur;
hann skal fara á díki út,
sum keisarin fyri liggur."

51.
"Hoyr tú, Flóvant, mín systurson,
lat meg ikki doya;
eg gav tær fomfrú Hermintrúð,
mína festarmoy.

52.
Eg gav tær bæði gull og silvur,
mangar ringar reyðar,
ráð í ríki, meðan eg livi,
og hálvt eftir mín deyða."

53.
Tóku teir keisaran, harra sín,
gitið man vera valla:
Sveipaðu hann í ein silkidúk
og førdu heim til halla.

Av tí at uppskriftin er samansett, skal eg endurgeva tað ið Patursson skrivar um hana:

Henda ríma og eftirfylgjandi Odvalds ríma eru uppskrivaðar úr áðurnevndu kvæðbók á Velbastað. Ørindini 8, 9, 22, 23, 24, 27, 33, 38, 42, 55 eru frá Hans Paula úr Hvalvík, skrivaði í 1837; ørindi 25 frá Tróndi á Trøð; 5, 39, 40, 50, 51, 52 frá Jóannesi í Króki; 20, 21, 28, 29, 35, 36, 37, 46 frá Svabo og 44 frá Jóan Christjani í Hesti.