Hørpu ríma (C)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55


Hørpu ríma (C)


(Upskrift eftir Christiane Schrøter)

1.
Har komu tveir biðlar ríðandi í garð,
- eg biði tygur renna -
bóðu moy, sum yngri var.
- rúnarmenn, gerið tað, eg biði tygur:
rennið, talið varliga við teir,
rúnarmenn!

2.
Ta yngru teir tá bóðu,
ta eldru teir forsvóru.

3.
Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sól um miðsummars tíð.

4.
Tann eldra hon er sær so ljót,
rætt sum ormar skríða á grót.

5.
Tann yngra kann at spinna gull,
tann eldra er av svøvni full.

6.
Tann yngra vevur gull í lag,
tann eldra svevur allan dag.

7.
Tann yngra kann at spinna
tann eldra ikki at tvinna.

8.
Tann yngra kann at lesa lestur,
tann eldra ikki at seyma kvastur.

9..
Systir talar til systir góð
"vit skulum okkum í sævarflóð!"

10.
"Hvat skulum vit í sævarflóð gera?
vit hava ei tvinni silki at bera."

11.
"Tað er so mangur í sævarflóð
ið ikki eigur tvinni silki góð.

12.
Vit tvávum okkum hvítar,
vit erum tvær systrar líkar."

13.
"Um tú tváar teg allan dag,
tú verður ei hvítari enn Gud tær gav.

14.
Um tú tváar teg hvíta sum fann,
tú fært ei mín festarmann."

15.
Tær gingu seg til strandar,
steinur lá fyri landi.

16.
Tann yngra setur seg upp á stein,
tann eldra førdi hana út á streym.

17.
Hon rættir upp sína ljósu hond,
"systir, systir, hjálp á land!"

18.
"Eg hjálpi tær ei í land um sinn,
uttan eg fái biðil tín."

19.
"Gjarna gevi eg tær alt eg á,
á biðlinum havi einki ráð.

20.
Gjarna gevi eg tær bæði,
biðil og brúðarklæði."

21.
"Søkk nú, søkk nú, systir mín!
eg skal hava biðil tín."

22.
Har kom vindur eystan,
líkið dreiv til neysta.

23.
Har kom vindur og bylgja blá,
líkið mundi til landa slá.

24.
Komu tveir vallarar oman við á,
sóu hvar ið líkið lá.

25.
Teir tóku hennara ljósa arm,
gjørdu sær til harpuskjarm.

26.
Teir tóku hennara gula hár,
gjørdu harpustreingir smár.

27.
Teir gingu seg í tann bý,
sum teir vistu, brúdleyp var í.

28.
Teir gingu seg í tann garð,
sum teir vistu, brúdleyp var í.

29.
Teir settu seg á ytstu gátt,
"Viljið tær hoyra harpuslátt?"

30.
Mælti tað strongurin fyrsti:
"brúðurin var mín systir."

31.
Mælti tað strongurin annar:
"brúðurin var mín bani."

32.
Mælti tað strongurin triði:
"brúðgommin var mín biðil."

33.
Mælti tað strongurin fjórði:
"brúðurin mær forgjørdi."

34.
Svaraði brúður reyð sum blóð:
"harpan ger os mikið óljóð."

35.
Svaraði brúður, á beinki sat:
"harpan ger os mikið óglað."

36.
"Hevði eg vita tað líkaði tær illa,
ei skyldi eg mína harpu stilla."

37.
Teir slógu sína harpu av armi,
brúðurin sprakk av harmi.

38.
Teir slógu sína harpu av mangi,
blóð fleyt brúður í fangi.

39.
Teir slógu sína harpu av móði,
brúðurin fleyt í blóði.