Forskjell mellom versjoner av «Hindar ríma (B)»

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
m

Linje 17: Linje 17:

1.

1.

Eg veit ein aldinskóg

Eg veit ein aldinskóg
Linje 23: Linje 23:

sprettur upp so mangt eitt træ,

sprettur upp so mangt eitt træ,

sum standa má á jørð.

sum standa má á jørð.

2.

2.

Sprettur upp so mangt eitt træ,

Sprettur upp so mangt eitt træ,
Linje 29: Linje 28:

spælir innan fríður fuglur,

spælir innan fríður fuglur,

hindin og so bjørn.

hindin og so bjørn.

3.

3.

Spælir innan fríður fuglur,

Spælir innan fríður fuglur,
Linje 35: Linje 33:

leikar hin fríði fyri teimum,

leikar hin fríði fyri teimum,

alla[r] teirra frúgvar.

alla[r] teirra frúgvar.

4.

4.

Pætur liggur í sínari song

Pætur liggur í sínari song
Linje 41: Linje 38:

"Nú lystir meg á aldinskóg

"Nú lystir meg á aldinskóg

tann villini hind at finna."

tann villini hind at finna."

5.

5.

Pætur reið á skógva burtur

Pætur reið á skógva burtur
Linje 47: Linje 43:

loysir hann av teimum reyðargullband,

loysir hann av teimum reyðargullband,

hindina vísir hann teim.

hindina vísir hann teim.

6.

6.

Hann setti snaru í hvønn stíg,

Hann setti snaru í hvønn stíg,
Linje 53: Linje 48:

hon var seg so varin við,

hon var seg so varin við,

hon vildi ikki lata seg fanga.

hon vildi ikki lata seg fanga.

7.

7.

Setti snaru í hvønn stíg,

Setti snaru í hvønn stíg,
Linje 59: Linje 53:

hon var seg so varin við,

hon var seg so varin við,

hon vildi ikki lata seg vinna.

hon vildi ikki lata seg vinna.

8.

8.

So ríður hann harra Pætur

So ríður hann harra Pætur
Linje 65: Linje 58:

rámar upp á eina silkisong,

rámar upp á eina silkisong,

sum jomfrú hvílir í.

sum jomfrú hvílir í.

9.

9.

So ríður hann harra Pætur

So ríður hann harra Pætur
Linje 71: Linje 63:

rámar upp á eina silkisong,

rámar upp á eina silkisong,

tí hvílan var væl góð.

tí hvílan var væl góð.

10.

10.

Tað var í tann fyrsta svøvn,

Tað var í tann fyrsta svøvn,
Linje 77: Linje 68:

burtur var tann skjønna jomfrú,

burtur var tann skjønna jomfrú,

hon av hans armi gekk.

hon av hans armi gekk.

11.

11.

Ikki vaknaði harra Pætur,

Ikki vaknaði harra Pætur,
Linje 83: Linje 73:

burtur var tann skjønna jomfrú,

burtur var tann skjønna jomfrú,

ið á hans armi svav.

ið á hans armi svav.

12.

12.

Pætur stendur á elvarbakka,

Pætur stendur á elvarbakka,
Linje 89: Linje 78:

"Hvat skal eg meg í elvina

"Hvat skal eg meg í elvina

sjunka ella til mín móður ríða?

sjunka ella til mín móður ríða?

13.

13.

Sjunki eg meg í elvina niður,

Sjunki eg meg í elvina niður,
Linje 95: Linje 83:

grøti eg mína sælu móður,

grøti eg mína sælu móður,

meg spotta kongsins dreingir.

meg spotta kongsins dreingir.

14.

14.

Sjunki eg meg í elvina niður,

Sjunki eg meg í elvina niður,
Linje 101: Linje 88:

grøti eg mína sælu móður,

grøti eg mína sælu móður,

og tað verður ikki betur."

og tað verður ikki betur."

15.

15.

Og tað var fult í fimtan vetur,

Og tað var fult í fimtan vetur,
Linje 107: Linje 93:

tað var hansara sæla móðir,

tað var hansara sæla móðir,

gekk honum til og frá.

gekk honum til og frá.

16.

16.

Tað var hansara sæla móðir,

Tað var hansara sæla móðir,
Linje 113: Linje 98:

"Er hon nøkur í verðini,

"Er hon nøkur í verðini,

ið tín stár hugur á?

ið tín stár hugur á?

17.

17.

Er hon nøkur í verðini,

Er hon nøkur í verðini,
Linje 119: Linje 103:

kongsins dóttir í Salunum,

kongsins dóttir í Salunum,

skuldi tú hana fá?"

skuldi tú hana fá?"

18.

18.

"Kongsins dóttir í Salunum,

"Kongsins dóttir í Salunum,
Linje 125: Linje 108:

enn er hon fagrari rósinblað,

enn er hon fagrari rósinblað,

ið eg havi ætlað mær."

ið eg havi ætlað mær."

19.

19.

Pætur liggur í sínari song

Pætur liggur í sínari song
Linje 131: Linje 113:

"Nú lystir meg á aldinskóg

"Nú lystir meg á aldinskóg

tann villini hind at finna."

tann villini hind at finna."

20.

20.

Pætur reið á skógvin burtur

Pætur reið á skógvin burtur
Linje 137: Linje 118:

loysir av teim reyðargullband,

loysir av teim reyðargullband,

hindina vísir hann teim.

hindina vísir hann teim.

21.

21.

Setti snaru í hvønn tann stíg,

Setti snaru í hvønn tann stíg,
Linje 143: Linje 123:

hon var seg so varin við,

hon var seg so varin við,

hon vildi ikki lata seg fanga.

hon vildi ikki lata seg fanga.

22.

22.

Setti snaru í hvønn tann stíg,

Setti snaru í hvønn tann stíg,
Linje 149: Linje 128:

hon var seg so varin við,

hon var seg so varin við,

hon vildi ikki lata seg vinna.

hon vildi ikki lata seg vinna.

23.

23.

Hon skeyt seg av hindarlíki,

Hon skeyt seg av hindarlíki,
Linje 155: Linje 133:

Pætur stóð og sá tará,

Pætur stóð og sá tará,

tað gekk hans huga so nær.

tað gekk hans huga so nær.

24.

24.

Øksina tók eg á mítt bak,

Øksina tók eg á mítt bak,
Linje 161: Linje 138:

har kom leypandi tíkisonur,

har kom leypandi tíkisonur,

hann setti sítt spjót ímillum.

hann setti sítt spjót ímillum.

25.

25.

"Høggur tú niður mín faðirs skóg,

"Høggur tú niður mín faðirs skóg,
Linje 167: Linje 143:

hann má tær tað loynibræv skriva,

hann má tær tað loynibræv skriva,

tað kemur tær sjálvum til meina.

tað kemur tær sjálvum til meina.

26.

26.

Høggur tú niður mín faðirs skóg,

Høggur tú niður mín faðirs skóg,
Linje 173: Linje 148:

hann má tær tað loynibræv skriva,

hann má tær tað loynibræv skriva,

tað sigi eg tær til vissa."

tað sigi eg tær til vissa."

27.

27.

"Formeinar tú mær at høgga tað træ,

"Formeinar tú mær at høgga tað træ,
Linje 179: Linje 153:

fái eg ikki tann fríða fugl,

fái eg ikki tann fríða fugl,

eg syrgi meg sjálvan til deyða."

eg syrgi meg sjálvan til deyða."

28.

28.

"Set teg niður, harra Pætur,

"Set teg niður, harra Pætur,
Linje 185: Linje 158:

tú fært ikki tann fríða fugl

tú fært ikki tann fríða fugl

uttan við mínum ráði.

uttan við mínum ráði.

29.

29.

Sker tú kjøt av sjálvum tær,

Sker tú kjøt av sjálvum tær,
Linje 191: Linje 163:

fuglurin flýgur so lágliga,

fuglurin flýgur so lágliga,

hann lystir ta bráð at kenna.

hann lystir ta bráð at kenna.

30.

30.

Sker tú kjøt av sjálvum tær,

Sker tú kjøt av sjálvum tær,
Linje 197: Linje 168:

fuglurin flýgur so lágliga,

fuglurin flýgur so lágliga,

hann setir seg á títt knæ.

hann setir seg á títt knæ.

31.

31.

Sker tú kjøt av sjálvum tær,

Sker tú kjøt av sjálvum tær,
Linje 203: Linje 173:

fuglurin flýgur so lágliga,

fuglurin flýgur so lágliga,

hann setir seg á títt bryst."

hann setir seg á títt bryst."

32.

32.

Hann skar kjøt av sjálvum sær,

Hann skar kjøt av sjálvum sær,
Linje 209: Linje 178:

fuglurin fleyg so lágliga,

fuglurin fleyg so lágliga,

hann lysti ta bráð at kenna.

hann lysti ta bráð at kenna.

33.

33.

Hon skeyt seg úr fuglalíki,

Hon skeyt seg úr fuglalíki,
Linje 215: Linje 183:

settist so á jørðina niður,

settist so á jørðina niður,

hon bleiv ein stoltsjomfrúgva.

hon bleiv ein stoltsjomfrúgva.

34.

34.

"Takk havi tú, harra Pætur,

"Takk havi tú, harra Pætur,
Linje 221: Linje 188:

mín tann vánda stjúkmóðir,

mín tann vánda stjúkmóðir,

hon vildi meg so binda.

hon vildi meg so binda.

35.

35.

Hon skapti meg í hindarlíki,

Hon skapti meg í hindarlíki,
Linje 227: Linje 193:

faðir mín kom av skóginum heim,

faðir mín kom av skóginum heim,

hann beitti meg við sínar rakkar.

hann beitti meg við sínar rakkar.

36.

36.

Skapti hon meg í hindarlíki,

Skapti hon meg í hindarlíki,
Linje 233: Linje 198:

faðir kom av skóginum heim,

faðir kom av skóginum heim,

hann meinti, tað hevði verið ein bjørn."

hann meinti, tað hevði verið ein bjørn."

37.

37.

Setir hann hana í saðilin upp,

Setir hann hana í saðilin upp,

Nåværende revisjon fra 24. des. 2013 kl. 17:04

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif

Føroysk kvæði

Johan Henrik Schrøter

Hindar ríma (B)

1.
Eg veit ein aldinskóg
innan Lindafjørð,
sprettur upp so mangt eitt træ,
sum standa má á jørð.

2.
Sprettur upp so mangt eitt træ,
sum standa má á vøll,
spælir innan fríður fuglur,
hindin og so bjørn.

3.
Spælir innan fríður fuglur,
hindin og so dúgvur,
leikar hin fríði fyri teimum,
alla[r] teirra frúgvar.

4.
Pætur liggur í sínari song
einhvønn morgun snimma:
"Nú lystir meg á aldinskóg
tann villini hind at finna."

5.
Pætur reið á skógva burtur
við sínar úlvhundar fimm,
loysir hann av teimum reyðargullband,
hindina vísir hann teim.

6.
Hann setti snaru í hvønn stíg,
hindin skuldi fram ganga,
hon var seg so varin við,
hon vildi ikki lata seg fanga.

7.
Setti snaru í hvønn stíg,
hindin skuldi fram renna,
hon var seg so varin við,
hon vildi ikki lata seg vinna.

8.
So ríður hann harra Pætur
skóg og grøna líð,
rámar upp á eina silkisong,
sum jomfrú hvílir í.

9.
So ríður hann harra Pætur
líð og grønan skóg,
rámar upp á eina silkisong,
tí hvílan var væl góð.

10.
Tað var í tann fyrsta svøvn,
ið harra Pætur fekk,
burtur var tann skjønna jomfrú,
hon av hans armi gekk.

11.
Ikki vaknaði harra Pætur,
fyrr enn sólin roðar við hav,
burtur var tann skjønna jomfrú,
ið á hans armi svav.

12.
Pætur stendur á elvarbakka,
sær seg um so víða:
"Hvat skal eg meg í elvina
sjunka ella til mín móður ríða?

13.
Sjunki eg meg í elvina niður,
og verði eg har so leingi,
grøti eg mína sælu móður,
meg spotta kongsins dreingir.

14.
Sjunki eg meg í elvina niður,
so verði eg har í vetur,
grøti eg mína sælu móður,
og tað verður ikki betur."

15.
Og tað var fult í fimtan vetur,
ið Pætur á seingini lá,
tað var hansara sæla móðir,
gekk honum til og frá.

16.
Tað var hansara sæla móðir,
gekk honum til og frá:
"Er hon nøkur í verðini,
ið tín stár hugur á?

17.
Er hon nøkur í verðini,
tín stár hugur á,
kongsins dóttir í Salunum,
skuldi tú hana fá?"

18.
"Kongsins dóttir í Salunum,
væn er hon av sær,
enn er hon fagrari rósinblað,
ið eg havi ætlað mær."

19.
Pætur liggur í sínari song
einhvønn morgun snimma:
"Nú lystir meg á aldinskóg
tann villini hind at finna."

20.
Pætur reið á skógvin burtur
við sínar úlvhundar fimm,
loysir av teim reyðargullband,
hindina vísir hann teim.

21.
Setti snaru í hvønn tann stíg,
hindin skuldi fram ganga,
hon var seg so varin við,
hon vildi ikki lata seg fanga.

22.
Setti snaru í hvønn tann stíg,
hindin skuldi fram renna,
hon var seg so varin við,
hon vildi ikki lata seg vinna.

23.
Hon skeyt seg av hindarlíki,
hon fleyg so høgt í træ,
Pætur stóð og sá tará,
tað gekk hans huga so nær.

24.
Øksina tók eg á mítt bak,
eg vildi tað træ niðurfella,
har kom leypandi tíkisonur,
hann setti sítt spjót ímillum.

25.
"Høggur tú niður mín faðirs skóg,
limar og so greinar,
hann má tær tað loynibræv skriva,
tað kemur tær sjálvum til meina.

26.
Høggur tú niður mín faðirs skóg,
limar og so kvistar,
hann má tær tað loynibræv skriva,
tað sigi eg tær til vissa."

27.
"Formeinar tú mær at høgga tað træ,
og ger tú mær tann møði,
fái eg ikki tann fríða fugl,
eg syrgi meg sjálvan til deyða."

28.
"Set teg niður, harra Pætur,
vit snakka um tað báðir,
tú fært ikki tann fríða fugl
uttan við mínum ráði.

29.
Sker tú kjøt av sjálvum tær,
so blóð tekur um at renna,
fuglurin flýgur so lágliga,
hann lystir ta bráð at kenna.

30.
Sker tú kjøt av sjálvum tær,
kasta upp í træ,
fuglurin flýgur so lágliga,
hann setir seg á títt knæ.

31.
Sker tú kjøt av sjálvum tær,
kasta upp í kvist,
fuglurin flýgur so lágliga,
hann setir seg á títt bryst."

32.
Hann skar kjøt av sjálvum sær,
so blóð tók um at renna,
fuglurin fleyg so lágliga,
hann lysti ta bráð at kenna.

33.
Hon skeyt seg úr fuglalíki,
hon risti sítt vel sum dúgva,
settist so á jørðina niður,
hon bleiv ein stoltsjomfrúgva.

34.
"Takk havi tú, harra Pætur,
tú skildi meg frá hind,
mín tann vánda stjúkmóðir,
hon vildi meg so binda.

35.
Hon skapti meg í hindarlíki,
hon setti meg út á bakka,
faðir mín kom av skóginum heim,
hann beitti meg við sínar rakkar.

36.
Skapti hon meg í hindarlíki,
hon setti meg út á vøll,
faðir kom av skóginum heim,
hann meinti, tað hevði verið ein bjørn."

37.
Setir hann hana í saðilin upp,
sjálvur leiðir sín hest,
tað er so stokkut í verðini,
man tykir at liva sum best.