Tórs ferð til Útgarðaloka (úr Snorra eddu)

Fra heimskringla.no
Revisjon per 4. apr. 2024 kl. 16:52 av Jesper (diskusjon | bidrag) (Tilbakestilte endringer av Jesper (brukerdiskusjon) til siste versjon av Knut)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Original.gif Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif Faeroysk.gif
Dansk.gif Svensk.gif Faeroysk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif



A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911

Tórs ferð til Útgarðaloka (úr Snorra eddu)


Snorre beretter at guden Tor en gang la ut på reise mot Utgard, sammen med Tjalve og Roskva. Underveis møtte de kjempen Skryme som var Tor overlegen i størrelse og styrke og som latterliggjorde Tor. Jotnen Skryme var Utgards-Loke i forkledning. Illustrasjon av Louis Huard, 1900.

Tað er upphav sögu hesar, at Akutórur fór við havrum[1] sínum og reið[2], og við honum sá[3] ásur, ið Loki er kallaður; koma teir at kvöldi til ein bónda og fáa har náttstað. Enn[4] um kvöldið tók Tórur havrar sínar og skar báðar; eftir tað vóru teir flettir og bornir tii ketils. Enn ið[5] soðið[6] var, tá settist Tórur til náttverðar og teir lagsmenn. Tórur beyð til matar við sær bóndanum og konu hans og börnum teirra; sonur bónda hæt Tjálvi, enn Röskva dóttir. Tá legði Tórur havursskinnini utar frá eldinum og mælti, at bóndi og heimamenn hans skyldu kasta beinunum á havursskinnini. Tjálvi, sonur bónda, helt á lærleggi havursins og spretti á knívi sínum og breyt til mergjar. Tórur dvaldist har um náttina; enn í óttu[7] fyri dag stóð hann upp og klæddi seg, tók hamarin Mjöllnir og brá upp og vígaði havursskinnini; stóðu tá upp havrarnir, og var tá annar haltur aftara føti. Tað fann Tórur og taldi, at bóndin ella hjún hans mundi ikki skynsamliga hava farið við beinum havursins; kennir hann, at brotin var lærleggurin. Ikki tarv langt frá tí at siga; vita megu tað allir, hvursu ræddur bóndin mundi verða, ið hann sá, at Tórur læt síga brýnnar niður fyri eygu; enn tað lítið ið sást av eygunum, tá hugsaði hann, hann mundi falla fyri sjónini eini samt; hann herdi hendurnar at hamarskaftinum, svá at hvítnaðu knúgvarnir. Enn bóndin gjördi, sum vón var, og öll hjúnini, kallaðu alsárliga, bóðu sær friðar, buðu, at fyri skyldi koma[8] alt tað, ið tey áttu. Enn ið hann sá ræðslu teirra, tá gekk av honum móðurin[9], og blídkaðist hann og tók av teim í sætt börn teirra, Tjálva og Rösku, og gjördust tey tá skyldigir tænastumenn Tórs, og fylgja tey honum javnan síðan.

Læt hann eftir har havrar og byrjaði ferðina eystur í Jötunheimar og alt til havsins, og tá fór hann út yvir havið tað hitt djúpa; enn ið hann kom til lands, tá gekk hann upp, og við honum Loki og Tjálvi og Röskva. Tá ið tey hövdu lítla stund gingið, varð fyri teim skógvur stórur; gingu tey tann dag allan til myrkurs. Tjálvi var allra manna fóthvatligastur[10]; hann bar matskjáttu Tórs, enn til vistar var ikki gott[11]. Tá ið myrkt var vorðið, leitaðu teir sær til náttstaðar og funnu fyri sær skála almiklan, vóru dyr á enda og javnbreiðar skálanum; har leitaðu teir sær náttbóls. Enn um miðja nátt varð landskjálfti mikii, gekk jorðin undir teim í skökum, og skalv húsið; tá stóð Tórur upp og heitti á lagsmenn sínar, og leitaðu sær fyri og funnu avhús til høgri handar í miðjum skálanum og gingu hagar; settist Tórur í dyrnar, enn tey önnur vóru innar frá honum, og vóru tey rædd, enn Tórur helt hamarskaftinum og ætlaði at verja seg; tá hoyrdu tey dun mikið og gný. Enn ið kom at dimmalætting, tá gekk Tórur út og sær, hvar lá maður skamt frá honum í skóginum, og var sá ikki lítil; hann svav og reyt sterkliga. Tá tóktist Tórur skilja, hvat lætum[12] verið hevði um náttina; hann spennir seg megingjörðum, og vóx honum ásmegin[13]; enn í tí vaknar sá maður og stóð skjótt upp; enn tá er sagt, at tá einu-sinni varð Tóri svá bilt við[14], at hann gloymdi at sláa hann við hamrinum, og spurdi hann at navni, enn sá nevndist Skrýmir; "enn ikki tarv eg", segði hann, "at spyrja teg at navni, kenni eg, at tú ert Ásatórur; enn hvört hevir tú[15] drigið burt hanska mín?" Rætti tá Skrýmir hond út og tók upp hanska sín; sær Tórur tá, at tað hevði hann haft um náttina til skála, enn avhúsið, tað var tummilin hanskans. Skrýmir spurdi, um Tórur vildi hava seg til fylgisneyta, enn Tórur játtaði tí. Tá tók Skrýmir og loysti matskjáttu sína og bjóst til at eta dögurð, enn Tórur í oðrum stað og hans felagar. Skrýmir beyð tá, at teir logdu saman mat teirra, enn Tórur játtaði tí; tá bant Skrýmir nest[16] teirra alt í ein drölt og legði sær á bak; hann gekk fyri um dagin og steig heldur stórum, enn síðan at kvöldi leitaði Skrýmir teim náttstaðar undir eik miklari. Tá mælti Skrýmir til Tórs, at hann vil leggjast niður at sovna; "enn tær takið nestskjáttuna og búið ydur[17] til nátturðar". Tí næst sovnar Skrýmir og reyt fast; enn Tórur tók nestskjáttuna og skal loysa; enn svá er at siga, sum ótruligt man tykja, at ongan knút fekk hann loyst og ongan álarendan vikað, svá at tá væri[18] leysari enn áður. Og ið hann sær, at hetta verk má[19] ikki gagna, tá varð hann reiður, greip hamarin Mjöllnir tveim hondum og steig fram öðrum føti at har, ið Skrýmir lá, og slær hann í hövur; enn Skrýmir vaknar og spyr, hvört[20] leyvsblað nakað var fallið honum í hövur, ella hvört[21] teir hövdu tá etið og vóru búnir til rekkja[22]. Tórur sigir, at teir munu tá ganga at sova. Ganga tey tá undir aðra eik. Er tað tær satt at siga, at ikki var tá óttaleyst at sova. Enn at miðjari nátt tá høyrir Tórur, at Skrýmir rýtur og svevur fast, svá at dunar í skóginum. Tá stendur hann upp og gongur til hans, reiggjar hamarin títt og hart og slær hann oman í miðjan hvirvil; hann kennir, at hamarsmuðurin sökkur djúpt í hövdið. Enn í tí bili vaknar Skrýmir og mælti: "Hvat er nú? fell eitt aldan[23] í hövur mær? ella hvat er títt um teg[24], Tórur?" Enn Tórur gekk aftur skyndiliga og svarar, at hann var tá nývaknaður, segði, at tá var mið nátt, og enn væri mál[25] at sova. Tá hugsaði Tórur tað, um hann kom svá í føri at sláa hann hitt triðja högg, at aldri skyldi hann síggja seg síðan; liggur nú og gætir, um Skrýmir sovnaði fast. Enn lítið fyri dimmalætting tá hoyrir hann, at Skrýmir man hava sovnað, stendur tá upp og loypur at honum, reiggjar tá hamarin av öllum alvi og slær á tunnvangan, tann ið upp horvdi; sökkur tá hamarin upp at skaftinum. Enn Skrýmir settist upp, streyk um vangan og mælti: "hvört munu fuglar nakrir sitja í trænum yvir mær? meg grunaði, ið eg vaknaði, at nakað avrisp av kvistunum fell í hövur mær; hvört vakir tíl, Tórur? Mál man vera upp at standa og klæðast, enn ikki eigu tær nú langa leið fram til borgarinar, ið kallað er Útgarður. Hoyrt havi eg, at tær havið teskað ímillum tykkara, at eg var ikki lítil maður vöxti, enn síggja skulu tær har størri menn, ið tær komið í Útgarð. Nú man eg ráða ydur heilræði[26]: láti tær ikki ov stórbær, ikki munu hirðmenn Útgarðaloka væl tola orðabrask av tílíkuni kögulsveinum[27]; enn at öðrum kosti hvörvið aftur, og tann[28] ætli eg at vera tann betra hjá tykkum at taka. Enn um tær viljið fram fara, tá stevni tær í eystur, enn eg eigi nú leið norður til fjöll hesi, ið tær nú munu síggja mega". Tekur Skrýmir nestskjáttuna og kastar á bak sær og snýr tvört burt í skógin frá teim, og er tess ikki gitið, at æsirnir böðu teir heilar hittast.

Tórur fór fram á leið og teir felagar, og gekk fram til miðdags; tá sóu teir borg standa á völlum nökrum og settu nakkan aftur á bak sær, áðrenn teir fingu sætt upp yvir; ganga til borgarinar, og var grind fyri borgliðinum og lokin[29] aftur. Tórur gekk á grindina og fekk ikki upp lokið; enn ið teir troyttu[30] at komast í borgina, tá smugu teir millum spölanna[31] og komu svá inn; sóu tá höll mikla og gingu hagar; var hurðin opin; tá gingu teir inn og sóu har margar[32] menn á tvá[33] bekkir og at flestir vóru stórir. Tí næst koma teir fyri konungin, Útgarðaloka, og kvaddu[34] hann, enn hann leit seint til teirra og gletti um tonn og mælti: "seint er um langan veg at spyrja sonn tíðindi; ella er tað annan veg[35], enn eg hugsi, at hesin sveinpiltur er Akutórur? enn meiri mant tú vera, enn mær tykist tú; ella hvat ídrótta er tað, ið tær felagar tykjast vera búnir við? Eingin skal her vera med oss, sá ið ikki kann einahvörja list ella kunni fram um flestar menn". Tá sigir sá, ið síðst gekk, ið Loki heitir: "kann eg ta ídrótt, ið eg eri albúgvin at royna, at eingin er her sá inni, ið skjótari skal eta mat sín enn eg". Tá svarar Útgarðaloki: "ídrótt er hatta, um tú evnir, og freista skalt tú hesa ídrótt" ; kallaði utar á bekkin, at sá, ið Loki heitir, skal ganga á gólv fram og freista seg ímóti Loka. Tá var tikið trog eitt og borið inn á hallargólvið og fylt av slátri[36]; settist Loki at öðrum enda, enn Logi at öðrum, og ótu báðir sum tíðast, og møttust í miðjum troginum; hevði tá Lokið etið slátur alt av beinum, enn Logi hevði etið slátur alt og beinini við og svá trogið; og tóktist nú ollum, sum Loki hevði látið leikin[37]. Tá spyr Útgarðaloki, hvat sá hin ungi maður kann leika. EnnTjálvi sigir, at hann man freista at renna skeið[38] nokur við einhvönn tann, ið Útgarðaloki fær til. Hann sigir, Útgarðaloki, at hetta er góð ídrótt, og heldur, at honum krevur at vera væl at sær búgvin til skjótleika, um hann skal hesa ídrótt inna; enn tó skal hann skjótt freista hetta. Stendur tá upp Útgarðaloki og gongur út, og var har gott skeið at renna eftir slættum velli. Tá kallar Útgarðaloki til sín sveinpilt ein, ið nevndur er Hugi, og bað hann renna í kapp við Tjálva. Tá taka teir hitt fyrsta skeið, og er Hugi tí[39] fremri, at hann snýst aftur ímóti honum at skeiðs enda. Tá mælti Útgarðaloki: "turva mant tú, Tjálvi, at leggja teg meir fram, um tú skalt vinna leikin; enn tó er tað satt, at ikki hava her komið teir menn, ið mær tykjast fóthvatligari enn svá". Tá taka teir aftur annað skeið, og tá ið Hugi er komin til skeiðs enda, og hann snýst aftur, tá var langt kolvskot[40] til Tjálva. Tá mælti Útgarðaloki: "væl tykir mær Tjálvi renna; enn ikki trúgvi eg honum nú, at hann vinnur leikin, enn nú man hann royna, ið teir renna hitt triðja skeiðið". Tá taka teir enn skeið; enn ið Hugi er komin til skeiðs enda og snýst aftur, tá er Tjálvi ikki komin á mitt skeiðið; tá siga allir, at roynt er um henda leik. Tá spyr Útgarðaloki Tór, hvat ídrótta tað man vera, ið hann man vilja birta fyri[41] teim, svá miklar sögur sum menn hava gjört um stórvirki hans. Tá mælti Tórur, at helst vil hann tað taka til, at troyta drykkju við einhvönn mann. Útgarðaloki sigir, at tað má væl vera, og gongur inn í höllina og kallar skutilsvein sín, biður, at hann tekur vítishorn[42], tað ið hirðmenn eru vanir at drekka av. Tí næst kemur fram skutilsveinurin við horninum og fær Tór í hond. Tá mælti Útgarðaloki: "av horni hesum tykir tá væl drukkið, um í einum drykki gongur av, enn sumir menn drekka av í tveimum drykkjum, enn eingin er svá lítil drykkjumaður, at ikki gongur av í trimum". Tórur lítur á hornið, og sýnist ikki mikið, og er tó heldur langt, enn hann er nógv tystur; tekur at drekka og svölgir alstórum og hugsar, at ikki skal turva at lúta oftari á sinni í hornið. Enn ið hann ikki longur kundi halda andan, og hann lútaði úr horninum og sær, hvat leið drykkinum, tá tykist honum svá, sum allítil munur man vera, at nú er lægri í horninum enn áður. Tá mælti Útgarðaloki: "Væl er drukkið, tó ikki ov mikið; ikki mundi eg trúgva, um mær væri sagt frá, at Ásatórur mundi ikki meiri drykk drekka; enn tó veit eg, at tú mant vilja drekka av í öðrum drykki". Tórur svarar einki, setur hornið á munn sær og hugsar nú at hann skal drekka meiri drykk, og troytir á drykkjuna, sum andin rökk honum longst, og sær enn, at stikulin hornsins vil ikki upp svá nógv, sum honum líkar; og ið hann tók hornið av munni sær og sær, tykist honum nú svá, sum minni hevði minkað enn í hinum fyrra sinni; er nú gott berandi borð á horninum. Tá mælti Útgarðaloki : "hvat er nú, Tórur? mant tú nú ikki spara teg til ein drykk meiri, enn tær man gagn í vera? Svá tykist mær, um tú skalt nú drekka av horninum hin triðja drykkin, sum hesin man vera mestur ætlaður; enn ikki mantú her med oss[43] mega heita svá mikil maður, sum æsir kalla teg, um tú gert ikki meiri av tær um aðrar leikir, enn mær tykist, sum um hendan man vera". Tá varð Tórur reiður, setur hornið á munn sær og drekkur, sum alsterkast hann kann, og troytir sum longst á drykkin; enn ið hann sá í hornið, tá mundi nú helst nakar munur hava fingist á, og tá býður hann hornið upp og vil ikki drekka meira. Tá mælti Útgarðaloki: "eyðsætt er nú, at máttur tín er ikki svá mikil, sum vær hugsaðum; enn vilt tú freista fleiri leikir? Síggjast kann nú, at ikki gagnast tær slíkt*. Tórur svarar: "freista má eg enn einarhvörjar leikir, enn undarliga mundi mær tykja, tá ið eg var heima hjá ásum, um tílíkir drykkir vóru svá lítlir kailaðir. Enn hvat leik viljið tær nú bjóða mær?" Tá mælti Útgarðaloki: "tað gera her ungir sveinar, ið lítið roysni man tykjast, at hevja upp av jörð kött mín; enn ikki mundi eg kunna at mæla tílíkt við Ásatór, um eg ikki hevði sætt fyrr, at tú ert nógv minni fyri tær[44] enn eg hugsaði". Tí næst leyp fram köttur ein gráur á hallargólvið og heldur mikil; enn Tórur gekk til og tók hendi síni niður undir miðjan kviðin og lyfti upp, enn kötturin skeyt upp ryggin, svá sum Tórur rætti upp hondina; enn ið Tórur toygdi seg svá langt upp, sum hann mátti longst, tá lætti kötturin einum føti, og fær Tórur ikki framt henda leik. Tá mælti Útgarðaloki: "svá fór hesin leikur, sum meg vardi; kötturin er heldur mikil, enn Tórur er lágur og lítil hjá stórmenni tí, sum her er med oss". Tá mælti Tórur: "svá lítlan sum tær kallið meg, tá gangi nú til einhvör og fáist við meg, nú eri eg reiður". Tá svarar Útgarðaloki og lítist um á bekkirnar og mælti: "ikki síggi eg tann mann her inni, ið ikki man skomm tykja í at fáast við teg" ; og enn mælti hann: "Latum oss síggja fyrst, kalli mær hegar kerlingina, fostru mína EIli, og fáist Tórur við hana, um hann vil; felt hevir hon teir menn, ið mær hava tykist ikki ósterkari, enn Tórur er". Tí næst gekk í höllina kerling ein gomul. Tá mælti Útgarðaloki, at hon skal taka fang við Ásatór. Ikki er langt um at gera: svá fór fang tað, at tess harðari ið Tórur knógvaðist at fanginum, tess fastari stóð hon; tá tók kerling at leita til bragda, og varð Tórur tá leysur á fótum, og vóru tær syftur alharðar, og ikki leingi, áður enn Tórur fell á knæ öðrum føti. Tá gekk til Útgarðaloki, bað tey gevast við fanginum og segði svá, at Tórur mundi ikki turva at bjóða fleiri monnum fang í hans höll; var tá og liðið á nátt, vísti Útgarðaloki Tóri og teim felögum til sætis, og dvöljast har náttlangt í góðum fagnaði.

Enn at morni, hegar dagaði[45], stendur Tórur upp og teir felagar, klæða seg og eru búnir burt at ganga. Tá kom har Útgarðaloki og læt seta teim borð; skortaði teim tá ikki góðan fagnað, mat og drykk. Enn ið teir hava matast[46], tá snúgvast teir til ferðar. Útgarðaloki fylgir teim út, gongur med teim burt úr borgini; enn at skilnaði tá mælti Útgarðaloki til Tórs og spyr, hvussu honum tykir ferð sín vorðin, ella hvört hann hevir hitt ríkari mann nakran enn seg. Tórur svarar, at ikki kann hann tað siga, at hann ikki hevir fingið mikla ósømd í teirra viðurskiftum; "enn tó veit eg, at tær munuð kalla meg lítlan mann fyri mær, og líkar mær tað illa". Tá mælti Útgarðaloki: "nú skal siga tær hitt sanna, ið tú ert komin úr borgini, og um eg livi og má ráða, tá skalt tú aldri oftari í hana koma; og tað veit trú mín, at aldri hevði tú í hana komið, um eg hevði vitað áður, at tú hevði svá mikla kraft med tær, og tú hevði haft oss svá nær miklum óføri. Enn hvörvusjónir havi eg gjört tær, og fyrsta sinni á skóginum kom eg til fundar við ydur; og tá ið tú skuldi loysa matskjáttuna, tá hevði eg bundið hana med gandajörnum, enn tú fanst ikki, hvar upp skuldi lúka[47]. Enn tí næst slóst tú meg við hamrinum trý högg, og var hitt fyrsta minst, og var tó svá mikið, at mær mundi endast til bana, um á hevði komið; enn har ið tú sást hjá höll míni hellu, og har sást tú oman í tríggjar dalir ferskoyttar og ein djúpastan, tað vóru hamarspor tíni; helluni brá eg fyri höggini, enn ikki sást tú tað. Svá var og um leikirnar, ið tær troyttuð við hirðmenn mínar, tá var tað hitt fyrsta, ið Loki gjördi; hann var nógv svöltur[48] og át títt; enn sá, ið Logi hæt, tað var brennulogi, og brendi hann ikki seinni trogið enn slátrið. Enn ið Tjálvi troytti rásina við hann, ið Hugi hæt, tað var hugi mín, og var Tjálva ikki vónaligt at troyta skjótføri við hann[49]. Enn ið tú drakkst av horninum, og tókti tær seint líða; enn tað veit trú mín, at tá varð tað undur, ið eg mundi ikki trúgva vera kundi; annar endi hornsins var úti í havi, enn tað sást tú ikki; enn nú, ið tú kemur til sjóvarins, tá mant tú síggja mega, hvorja minkan tú hevir drukkið á sjónum". Tað eru nú fjörur kallaðar. Og enn mælti hann: "ikki tókti mær hitt minni vera vert, at tú lyfti upp köttinum, og tær satt at siga, tá ræddust allir teir, ið sóu, at tú lyfti av jörð einum føtinum; enn sá köttur var ikki, sum tær sýndist; tað var Miðgarðsormur, ið liggur um lond öll, og rökk honum varla longdin til, at sporl og hövur náddu jorðini; og svá langt toygdist tú upp, at skamt var tá til himins. Enn hitt var og mikið undur um fangið, ið tú fekkst við EIli; fyri tí at eingin hevir sá verið, og eingin man verða, um svá gamal er, at hann bíður elli, at ikki kemur ellin öllum tii falls. Og er nú tað satt at siga, at vær munum skiljast, og man tá vera betur til báðar hendur, at tær komið ikki oftari meg at hitta; eg man enn annað sinni verja borg mína med tílíkum vælum ella öðrum, svá at einki vald munu tær á mær fáa". Enn ið Tórur hoyrdi hesa talu, greip hann til hamarsins og bregður á loft; enn ið hann skal fram reiggja, tá sær hann har ongastaðni Útgarðaloka, og tá snýst hann aftur til borgarinar og ætlar sær tá at bróta borgina; tá sær hann har völlir víðar og fagrar, enn onga borg. Snýst hann tá aftur og fer leið sína, til tess ið hann kom aftur í Trúðvangar.

Fotnoter

  1. havur = bukkur
  2. reið (hon) = vagnur
  3. sá = tann
  4. men
  5. ið — tá ið
  6. kókað
  7. náttini fyri lýsing
  8. ɔ: í bót
  9. vreiðin
  10. fótskjótastur
  11. ilt var at fáa mat, vist
  12. Lát (tey), læti (tey), lótir
  13. gudakraftin
  14. ta eini ferð varð T. so bilsin
  15. manttú hava
  16. ferðamat
  17. tykkum
  18. var, bleiv
  19. kann
  20. um
  21. songa
  22. frukt av trænum
  23. hvussu veit við hjá tær
  24. frukt av trænum ; hvussu veit við hjá tær;
  25. tið
  26. eitt gott ráð
  27. smásveinum
  28. ɔ: kostin
  29. latin
  30. royndu sum mest
  31. rimana
  32. mangar
  33. tveir
  34. heilsaði
  35. öðrvisi
  36. kjöt
  37. tapt
  38. renningarmál, kappganga
  39. so mikið
  40. kolvur = orvur, pílur
  41. sýna
  42. ið hirðmenn skuldu drekka av til vitis (til revsingar) tann, ið ikki kom til borðs í tøkan tíma.
  43. hjá okkum
  44. nógv minni kraftagóður
  45. strax tað lýsti fyri degi
  46. etið
  47. lata
  48. svangur
  49. kundi ikki vónast at vera so skjótur sum hann