Jatvarðs ríma

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk


Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911


Jatvarðs ríma



1.
Ein býr jallur í Noregi,
synir eigir hann sær:
annan nevni eg Niklas
og annan Jatvarð.
- Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær gróa
væl.


2.
Einki gjördi Niklas
uttan seyng av síni bók,
og hin ungi Jatvarð,
ið saltrið sló.


3.
Og hin ungi Jatvarð,
ið saltrið sló,
møtti frúnni fylgismoy
morgun fyri sól.


4.
"Hví vekja tær so snimma,
og hví vekja tær so árla?
tær hava lítla náttarógv,
sova munu tær valla."


5.
"Tí vekjum vær so árla,
og tí vekjum vær so snimma:
vári hústrú vatn at taka,
tað er örindini.


6.
Reyð er hon sum lilja,
tað lystuliga vív,
áður vil hon vaska sær,
enn sólin roðar í líð.


7.
Reyð er hon sum lilja,
tað lystuliga sprund,
áður vil hon vaska sær,
enn sólin roðar í lund."


8.
Svaraði hin ungi Jatvarð,
í glentan sín:
"Mong er fögur skikkjan,
ið fals býr undir lín."


9.
"Tú gert ei hennara skikkju
spotta, ei hvat undir býr lín,
líkari var tær, Jatvarð, at vita
allar ættir tínar.


10.
Tú gert ei hennara skikkju spotta,
ei hvat undir stár,
líkari var tær, Jatvarð, at vita,
hvör ið tín faðir vá!"


11.
Tað var hin ungi Jatvarð,
settist á dökka fold,
tað var mær av sanni sagt,
hann sortnaði sum ein möld.


12.
Tað var hin ungi Jatvarð,
lítur seg í eystur:
"Tungt er at vera í veröldini
og vera so ættaleysur!"


13.
Ein kom maður á víðan völl
framm, vegur við eggjateini,
eyga hevði hann eitt í heysi,
knepta brók á beini.


14.
"Hoyr tú, ungi Jatvarð!
set teg niður hjá mær,
ættirnar tær tarftú
ikki frýggja tær.


15.
Nær er hann tín trímenningur,
Ívar Holm,
Guttormur í Hattarbóti,
Pætur Landaljóð.


16.
Nær er hann tín trímenningur,
Guttormur í Hattarbóti,
Stígar og hann Stavn
og Pætur Landaljóði.


17.
Kongurin í Spanialandi
brendi tín faðir inni,
níggju hundrað í glæstriborg
og ongum háttri minni.


18.
Kongurin í Spanialandi
brendi hann tín faðir á báli,
níggju hundrað í glæstriborg,
tá reystu brøður báðar.


19.
Tá ið tú sigir honum
frá ívari Holm,
enntá man hann vísa tær
á sínar herkonur tólv.


20.
Tær blanda tær
tað eitur í vín,
enntá hygg tú, Jatvarð,
at fingurgulli tínum!


21.
Tær blanda tær
tað eitur í bjór,
sveitka tekur títt fingurgull,
tað rodnar sum eitt blóð."


22.
"Honum vildi eg geva
míni góðu gráu skinn,
ið mær vildi borið boðini
fyri Ívar Holm inn."


23.
"Hav tú sjálvur
tín góðu gráu skinn,
eg vil bera tær boðini
fyri Ívar Holm inn".


24.
Úti í miðjum grasgarði
axlar hann sær skinn,
og so búgvin gongur hann
fyri Ívar Holm inn.


25.
"Sit væl, ungi Ívar Holm,
drekkur mjöð og vín,
úti stendur Jatvarð,
so tarvligur er hann tín."


26.
Svaraði ungi Ívar Holm,
drekkur mjöð av skál:
"Hvat er um Jatvarði
til neyðindarmál?"


27.
"Tað er unga Jatvarði
til neyðsynjarmál:
kongurin í Spanialandi
brendi hans faðir á bál.


28.
Kongurin í Spanialandi
brendi hans faðir á báli,
níggju hundrað í glæstriborg,
tá reystu brøður báðar."


29.
Tað var ungi Ívar Holm,
sínum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjöður
á hallargólvi fleyt.


30.
So letur hann Ívar Holm
byggja skipin sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.


31.
Og so letur hann Ívar Holm
byggja skipin stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.


32.
Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Spanialand.


33.
Tá ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni akker falla
á so hvítan sand.


34.
Letur hann síni akker
falla á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ívar Holm
sínum fótum á land.


35.
Fyrstur steig hann Ívar Holm
sínum fótum á land,
og hin ungi Jatvarð
undir hans høgru hand.


36.
Uttarliga at durunum
har gistu teir við list,
innar gongur Ívar Holm,
biður teir veita vist.


37.
Innar gongur Ívar Holm
biður tá veita vist,
eftir spurdi Spanialands kongur,
hvar ið teir hövdu gist.


38.
"Gistum vær tann boðafart,
so tann breiða fjorð,
vær vistum ei,
hvört tað var himmal ella jörð.


39.
Gistum vær tann boðafart
heima á vár garð,
tá ið vær drukkum ervi
eftir faðir Jatvarðs."


40.
Tí svaraði Spanialands kongur,
ltíið at tí ló:
"Líkt er hatta orðum hans
Ívar Holm!"


41.
Tá ið hann segði honum
frá Ívari Holm,
enntá mundi hann vísa honum
á sínar herkonur tólv.


42.
Tær blanda honum
tað eitur í vín,
enntá hyggur Jatvarð
at fingurgulli sínum.


43.
Enntá hyggur Jatvarð
at fingurgulli góð,
sveitka tekur tað fingurgull,
tað rodnar sum eitt blóð.


44.
"Enntá er tað siður
heima á vár garð:
sjálv tað skaltú, ríka frú,
drekka skálum av!"


45.
"Ríkur ertú, riddarin,
skortar tú ei fæ,
tað verður ikki, meðan eg livi,
eg drekki vín við tær."


46.
Svaradi hin ungi Jatvarð,
smílir undir lín:
"Enntá skaltú drekka
fyri báðum eygum mínum!"


47.
Tað gjördi hann Spanialands
kongur ið tað fyrsta mein:
sendi lítlan njósnara
í kvinnustovu heim.


48.
Svaraði hin ungi Jatvarð,
smílir undir skinn:
Tú skalt ikki boðini bera,
fyri Spanialands kongin inn!"


49.
Tað var hin ungi Jatvarð,
við sínum svörði brá,
hann kleyv lítin njósnara
sundur í luti tvá.


50.
Tað var hin ungi Jatvarð,
við sínum svörði brá,
hann kleyv allar herkonur
sundur í luti tvá.


51.
"Hoyr tað tú nú, Spanialands
kongur! eg tali nú til tín,
hvat havi eg í bøtur
tikið eftir sæla faðir mín?"


52.
Tí svaraði Spanialands kongur,
lítið at tí ló:
"Tú fært ikki so mikið
sum sólar av mínum skó!"


53.
Ei var mjúkur kongafundur,
ei ló alt í senn,
eingin visti av at siga,
fyrr enn svörðið stóð í tenn.


54.
Ei var mjúkur kongafundur,
ei ló alt í hóvi,
eingin visti av at siga,
fyrr enn kongur fleyt í blóði.


55.
Eg sá koma tógva menn
sunnan eftir höll,
droyra drigin vóru
teirra herklæði öll.