Arngríms synir

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

V. U. Hammershaimb
Færøiske Kvæder
Det nordiske Litteratur-Samfund
København 1851-55


Arngríms synir


1.
Arngrímur eigur eina borg,
hon stendur á høgum fjalli,
ellivu eigur hann synir sær,
og tólvti er riddarin snjalli.

    Niðurlag:
Nú fellur ríman
yvir tann breiða fjørð,
og har liggur ein bóndi
deyður í døkkari jørð.

2.
Ellivu eigur hann synir sær,
teir kunnu væl beita brandi,
Angantýr er ein avrekskappi,
komin av Bjarna landi.

3.
Ellivu eigur hann synir sær,
eikjum undir býr,
ein er kappin undir teim,
hann eitur Angantýr.

4.
Arngrímur og hon jallsins frú,
børn eiga tey so mæt,
Hervík eitur dóttir teirra
til góðs og landa at gæta.

5.
Hervík eitur dóttir teirra,
vil eg fyri øllum greina,
hon er sær á leikvøllum
burtur við øðrum sveinum.

6.
Hon er sær á leikvøllum
burtur hjá øðrum sveinum,
hvørja stund teir reiðir vóru,
stóð eitt stríð av meini.

7.
Niður setast sveinarnir,
reiðir í teir vóru:
"Líkari var tær faðir at hevna,
enn berja okkur so stórum."

8.
Hon kastar vatn á herklæði,
hon lystir ei longur at leika,
so gekk hon fyri sína móður
við reyðar kinnar og bleikar.

9.
"Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá:
var mín faðir við vápnum vigin,
ella doyði hann á strá?"

10.
"Eg kann ikki sannari siga tær,
mítt inniliga sprund,
hann fell fyri Ørvaroddi
suður í Ísans lund.

11.
Eg kann ikki sannari siga tær,
mítt inniliga vív,
hann fell fyri Ørvaroddi
suður í Ísans líð."

12.
Hon gekk fram at kistuni,
nógv hevði gull og fæ,
hon tók upp tað skjúrtuna,
hon kastar henni á knæ.

13.
Hon tók upp tað skjúrtuna,
sum øll var í blóði drivin:
"Her man tú síggja tey herklæði,
sum tín var faðir í vigin."

14.
So letur Hervík, jallsins dóttir,
síni skipini búgva,
allar letur hon streingirnar
av reyðargulli snúgva.

15.
So letur Hervík, jallsins dóttir,
byggja skipin sín,
letur nú laða í bæði borð
virtur og so vín.

16.
Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
bari toppur av reyðargull,
har skein sólin á.

17.
Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
gyltir leika veðurringar
upp í miðjan ský.

18.
Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokkur,
stavnur og stýri av reyðargulli,
so var segl í toppi.

19.
Millum teirra borðanna
skín so fagur litur,
sum hon Hervík, jallsins dóttir,
í lyftingini situr.

20.
Vindur upp síni silkisegl,
gull við reyðan brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ísans land.

21.
Vindur upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður,
fyrr enn í Ísans ríki.

22.
Tá ið hennar snekkja
kendi fagurt land,
kastar síni akkerini
á so hvítan sand.

23.
Kastar síni akkerini
á so hvítan sand,
fyrst steig Hervík, jallsins dóttir,
sínum fótum á land.

24.
Fyrst steig Hervík, jallsins dóttir,
sínum fótum á land,
og so Hjálmar bróðir hennar
undir hennar høgru hand.

25.
Møtti henni ein jagarsvein,
sum jagað hevði fæ:
"Hví ert tú so møðilig
sum trøll høvdu jagað teg?"

26.
Tað var Hervík, jallsins dóttir,
sínum svørði brá,
hon kleyv henda jagarsvein
sundur í luti tvá.

27.
Tríggjar vóru gøturnar,
ein víkur ífrá,
Hervík er gingin á heygin fram,
sum hennara faðir lá.

28.
Hervík er gingin á heygin fram,
sum hennar lá faðir í mold.
Fátt var tá til ráða at taka,
kyk gekk hon á fold.

29.
Tí svaraði Arngrímur
fyrsta orðið tá:
"Hvar eru mínir ellivu synir,
døtur ganga á?"

30.
"Lítið er mær um ellivu brøður,
hvar ið teir skifta fæ,
Hjálmar er av góðum gripi,
higar eg hevði við mær.

31.
Vilt tú ikki, mín sæli faðir,
brandin senda mær,
eg skal eld í heygin leggja,
brenna yvir tær."

32.
Ikki vildi Arngrímur
heygin lata bróta,
báðar hendur um Tyrving treiv,
hann bað sína dóttur njóta.

33.
Hann fekk henni svørðið tað,
mikið var tað vert,
tað var átjan alin langt,
í eitri var tað hert.

34.
Hann fekk henni svørðið tað,
nú er um tað at kvøða,
hvør sum skein av tí fekk,
eingin man tað grøða.

35.
Uppi í miðjum grasgarði
akslar hon sítt skinn,
og so búgvin gongur hon
í høgar hallir inn.

36.
Og so búgvin gongur hon
í høgar hallir inn,
sum Ørvaroddur á borði sat
við mann og hundrað fimm.

37.
"Ver vælkomin Hervík
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín."

38.
"Lítið er mær um mjøðin tín,
allvæl minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.

39.
Lítið er mær um mjøðin tín,
allvæl minni um bjór,
onnur havi eg ørindini,
tá ið eg heiman fór.

40.
Tí kom eg av Upplondum,
býðst tær ei við frið,
statt upp reystur Ørvaroddur,
brynja út alt títt lið."

41.
Tað var árla um morgunin,
roðaði fyri sól,
tá hevði reystur Ørvaroddur
brynjað út hundrað tólv.

42.
Tá hevði reystur Ørvaroddur
brynjað út hundrað tólv,
tað var Hervík, jallsins dóttir,
reið teim ein ímót.

43.
Tað var Hervík, jallsins dóttir,
í víggi tá hon stendur,
sparir hon ei sín gylta lúður,
hon vegur á báðar hendur.

44.
Ríður Hervík, jallsins dóttir,
lystuliga fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
móti henni rann.

45.
Klývur hvønn um tvørar herðar,
móti henni rann,
eftir stendur Ørvaroddur
við sí triðja mann.

46.
Kongurin er kropin
undir borgarlið:
"Mín kæra Hervík,
gev mær grið."

47.
"Slíkan skalt tú griðin
av mær fá,
sum tú læt mín sæla faðir
við sínum lívi ná.

48.
Slíkan skalt tú griðin
av mær tíggja,
sum tú læt mín sæla faðir
við sínum lívi byggja."

49.
Tað var Hervík, jallsins dóttir,
sínum svørði brá,
hon kleyv reystan Ørvarodd
sundur í lutir tvá.

50.
Hon kleyv reystan Ørvarodd
sundur í lutir tvá,
allar hansar herkempur
tær legði hon omaná.

51.
So ríður Hervík, jallsins dóttir,
innan grøna lund,
hvørki gól har eftir henni
heykur ella hund.

52.
Vindur upp síni silkisegl,
gull við reyðan brand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Uppland.

53.
Tá ið hennar snekkja
kendi fagurt land,
kastar síni akkerini
á so hvítan sand.

54.
Kastar síni akkerini
á so hvítan sand,
tá var Angantýr, bróðir hennar,
riðin niður til strand.

55.
Hon fekk honum svørðið tað,
mikið var tað vert,
tað var átjan alin langt,
í eitri var tað hert.

56.
Hon fekk honum svørðið tað,
nú er um tað at kvøða,
hvør sum skein av tí fekk,
eingin kann hann grøða.

******

57.
Angantýr situr í hásæti
talar við sínar dreingir:
"Hvar vitið tær mín javnlíka,
tað havi eg hugsað leingi?"

58.
Allir drýptu høvdið niður,
eingin tordi tala,
uttan Hjálmar, bróðir hans,
ið betur hevði tagað.

59.
"Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
hoyrt eg havi, at Uppsalands kongur
væna dóttur ár.

60.
Uppsalands kongur dóttur eigur,
væn er hon sum sól,
so er ilt at líta á jomfrú lit,
sum droyrin drýpur í snjó.

61.
Uppsalands kongur dóttur eigur,
hana hava menn við orði,
hennar er stólur av gulli gjørdur
frammanfor kongsins borði."

62.
"Er hon seg so eiggilig,
sum tú sigur ífrá,
hagar streingi eg heiti mítt,
standist hvat av ið má.

63.
Tað man vera so long ein leið,
yvir boðar og bylgjur,
hoyr tað Hjálmar, bróðir mín,
til Uppsalands skalt tú mær fylgja."

64.
Tí svaraði Hjálmar kappi
ið fyrsta orðið tá,
eg eri so fegin at fylgja tær,
sum fuglur til villini bráð."

65.
So letur hann Angantýr
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

66.
So letur hann Angantýr
byggja skipin sín,
letur nú laða í bæði borð
virtur og so vín.

67.
Vindur upp síni silkisegl,
gull við reyðan brand,
strikar ei á bunkan niður,
fyrr enn við Uppsaland.

68
Tá ið hans snekkja
kendi fagurt land,
kastar síni akkerini
á so hvítan sand.

69.
Kastar síni akkerini
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Angantýr
sínum fótum á land.

70.
Fyrstur stígur Angantýr
sínum fótum á land,
og so Hjálmar bróðir hans
undir hans høgru hand.

71.
Og so Hjálmar bróðir hans,
undir hans høgru hand,
tað er mær av sonnum sagt,
hann sakk til kníggja í sand.

72.
Ganga teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

73.
Gingu teir frá strondum niðan,
skarlak vóru klæddir,
reyðar gullhjálmar á høvdi bóru,
teir vóru á ongum ræddir.

74.
Uppi í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

75.
Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Upplands kongur á borði sat
við mann og hundrað fimm.

76.
Hjálmar gekk í høllina inn,
við silkikneptari húgvu,
kinnin reyð sum hummarklógv,
eygað sum í dúgvu.

77.
Angantýr gongur í høllina inn,
forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

78.
Angantýr stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
"Sit væl reystur Uppsalands kongur,
gev mær dóttur tína."

79.
Tí svaraði Hjálmar kappi,
fyri breiða borði gekk:
"Kongur gev mær dóttur tína,
ið bæði er væn og tekk."

80.
Tí svaraði Hjálmar kappi,
fyri breiða borði situr:
"Kongur gev mær dóttur tína,
ið bæði er væn og vitur."

81.
Leingi tagdi Uppsalands kongur,
hugsaði um tann vanda,
hvat hann vildi teim kappum svara,
fyri breiða borði standa.

82.
Tá svaraði Uppsalands kongur
bæði av ilsku og bræði:
"Frúgvin skal ganga í høllina inn,
og sjálv fyri seg svara."

83.
Frúgvin var bæði studd og leidd,
hon inn í høllina gekk,
Hjálmar sat í hásæti,
hann ymsar litir fekk.

84.
"Takk havi mín sæli faðir,
ið mær ansvar gav,
Hjálmar kappa av Upplondum
hann kjósi eg mær.

85.
Ikki vil eg Angantýr,
hann er so leitt eitt trøll,
so er faðir, so er móðir,
so er slektin øll."

86.
"Tað sær eg á tær Hjálmar kappi,
tú mant eignast sprund,
kom á hólm og berst við meg
eina so lítla stund."

87.
Tí svaraði Oddur ungi:
"Vær fáum eitt annað sinn,
eg skal fara mót Angantýr
og tú mót Arngríms synum."

88.
"Vær skulum okkur Angantýr
við harðari gongu knýja,
frættir tað frúgvin Ingibjørg,
at eg man undan flýja.

89.
Vær skulum okkur Angantýr
við harðari gongu røkka,
frættir tað frúgvin Ingibjørg,
at eg man undan støkka."

90.
Tí svaraði Oddur ungi,
hann hyggur niður for sær:
"Fert tú teg mót Angantýr,
deyðan kýsur tú tær."

91.
Allir ríða Arngríms synir
niðan við einari á,
teir hvessa sínar skjøldrareimar
tilvissa hvør ið má.

92.
Allir ríða Arngríms synir
eftir grønum vølli,
hoyrast mundi langa leið,
hvussu oddar í gróti gjalla.

93.
Allir ríða Arngríms synir,
grumt var teim í huga,
rivu upp stór eikikelvi,
hildu ikki vápnini duga.

94.
Allr ríða Arngríms synir
niðan við einari á:
"Nú skal Oddur lívið láta,
Hjálmar er ikki hjá."

95.
Oddur reið mót Arngríms synum,
royndi góðar gripir,
hann sló allar ellivu brøður
niður við eina sipan.

96.
Angantýr og Hjálmar kappi
bardust á oynni niður,
allir eru teirra menn
deyðir av skipaliði.

97.
Niður slerdi hann Angantýr,
niður á sín fót,
"Hjálmar, gev mær drekka í dag,
tað er dreingja bót."

98.
"Gjarna gevi eg tær drekka
út av mínum runni,
hoyr tað Angantýr, bróðir mín,
í dag havi eg teg vunnið."

99.
Hornið helt hann fyri hann,
tann hin ríki álvur,
hitt var tann hin heidni hundur,
stakk hann undir hjálmin.

100.
Tað var ungi Hjálmar kappi,
sínum svørði brá,
hann kleyv Angantýr, bróður sín,
sundur í luti tvá.

101.
Oddur kom seg so síðla heim
ríðandi fram við strond,
hann sá, hvar ið Hjálmar sat
við eiturblásin ond.

102.
Oddur kom seg so síðla á dag,
sum Hjálmar sat undir steini:
"Hví ert tú so følin sum bast,
hvat er tær, seggur, at meini?"

103.
"Hann spretti mína brynjuna,
hann spilti mítt holdið hvíta,
eitur var í svørðinum,
í hjarta man meg níta."

104.
"Tú drýstaði teg á brynjuna,
ið gjørd var út av stál,
her standi eg í skjúrtu míni,
ikki havi eg fingið sár.

105.
Tú drýstaði teg á brynjuna,
gjørd var av silvuri reina,
her standi eg í skjúrtu míni,
ikki havi eg fingið skein.

106.
Tú drýstaði teg á brynjuna,
gjørd var av silvuri hvíta
her standi eg í skjúrtu míni,
ei brandur mátti á bíta."

107.
Tí svaraði Hjálmar kappi
í fyrsta orðið tá:
"Hoyr tú tað nú, Oddur ungi,
flyt meg hiðan ífrá."

108.
Tí svaraði Oddur ungi,
hann leit seg upp mót skarði:
"Hoyr tú tað nú, Hjálmar kappi,
nú fór sum meg varði."

109.
Reyðan ring av armi dró,
tá hann kundi at tala,
sendi frúnni Ingibjørg,
hann bað hann liva sæla.

110.
Reyðan ring av armi dró,
tá hann fleyt í blóði,
sendi frúnni Ingibjørg,
tí hinum væna fljóði.

111.
Hon sprakk av harmi eftir hann,
tann hin ríka frú,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
tað hendi ongan nú.