Gentan í risahellinum (B)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Niðurskrivað eftir frásøgn av Eriku Katrinu Johannesen í Syðradali á Kalsoynni
[Fyrri parturin av hesum ævintýrteksti líkist so nøkulunda tí undanfarna, til staðið, tá tann unga gentan úr risahellinum skal drepast, eftir boðum frá tí óndu drotningini, og verður førd út á eina oyggj. Hareftir gongur søgan:]
Hon (risagentan) gekk, men fann eingi hús. So bar hon eyga við eina grasvaksna túgvu. Har vóru dyr á, hon fór inn, men sá einki uttan ein deyðan mann sita við eitt borð. Hon tók í hondina á honun, tá fall hann í støv. Eitt bræv lá á borðinun frammanifyri henni, har stóð í, at tann, sum gravsetti henda sama mann, skuldi fáa níggju ynskir afturfyri. Hon gravsetti hann og ynskti seg so í kongsgarðin sjálvan brúdleypsdagin, sum prinsurin (Onglandsprinsurin) skuldi giftast við eini aðrari.
Um kvøldið komu brúðurin og hon uppá skjarr báðar, risagentan segði seg kunna dansa á sjónun, og hin vildi ikki dvína fyri henni. Tær at royna; risagentan lappaði leys og fataði ikki við, men hin søkk við tað sama.
Gentan varð nú tikin og dømd lívleys: á nátt og í song skuldi hon verða dripin. Ein háskallur varð settur til hetta arbeiði; men tá ið hon fór niður, setti hon fingurbollan í vindeygað, bað hann taka sær hann, og ynskti so mannin at standa fastan alla nátt.
Næstu nátt gjørdi hon tað sama við ein annan húskall - hann bað hon taka sær ein saks.
Triðju nátt bað hon triðja húskallin taka lykilin av hurðini fyri uttan og ynskti hann so at standa fastan har úti. Ringt veður var og kuldi, so lívið mundi skolvið av honun.
So vildi prinsurin sjálvur royna og lovaði, at hann skuldi sleppa sær í song undan henni. Men av tí at hon ikki vildi lata seg úr, ilskaðist hann, sprakk upp og tók um armin á henni. Tá førkaðist erman so mikið upp, at hann bar eyga við gullringin, sum hann hevði givið henni. Hann kendi hana nú attur og frætti av hennara munni alt, sum henni hevði tillborist. Síðan tók hann hana til drottning.