Guttormur í Múla

Fra heimskringla.no
Hopp til: navigasjon, søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Guttormur í Múla


Guttormur í Múla var yngsti sonur Rasmussar í Haraldsundi, ið var sonur Magnus Heinasonar.
   Fimm vóru teir synir Rasmussar: Magnus, hin elsti, so Heini, Jákup, Hanus og Guttormur, ið borin var í heim tá pápin var hundrað og trý ára gamal (Sjey ár var hann tá pápin doyði).
   Haraldsundsgarður varð sundurfestur ímillum Magnus, sum fekk tveir triðingar, og Heina, sum fekk ein triðing. Magnus búði í Stórustovu (nú kallað "har uttari").
   Í brúdleypinum hjá Magnusi gekk hin lítli Guttormur og spældi sær á gólvinum. Pápin, sum tá var avgamal, fór til hansara, legði hondina á høvdið á honum og segði:
   "Líkari var tað, at tú hevði sitið í hásætinum í staðin fyri hatta trogið, ið har situr."
   Tað var Magnus, hann skeyt til. Hin elsti vildi ikki taka við nøkrum sindri av kunstinum, sum pápin dugdi, men Rasmus dugdi á at skyna, at Guttormur fór at taka við. Síðan legði Rasmus til:
   "Ikki skulu Gerðaharrarnir sleppa norður um at ræna, meðan eg eri omaná jørðini. Ikki man tað fara at vera so, tá ið handa spjørrin, í hásætinum situr, fer at ráða."


Guttormur

Guttormur kom til garðin í Múla, norðuri á Borðoynni. Lágur maður var hann á vøkstri, men góður stirðil var í honum kortini. Hann sigst at hava verið hin ramasti gandakallur í Føroyum, men ikki nýtti hann kunstur sín til at gera nøkrum manni mein - nóg heldur til at hjálpa. Valamaður var hann, frálíkur í ávikum og álitismaður í øllum lutum.


Bøkurnar á sjónum

Frásøgn er um, hvussu hann fekk sín stóra vísdóm.
   Prestur í Ónagerði lá í andaleypi og beyð, at allar bøkur hansara skuldu koyrast á sjógvin við tað sama. Arbeiðskonan fór oman á kneysin við bókunum og blakaði tær á sjógvin.
   Tá lá Guttormur fyri helluni og fiskaði. Hann fekk bøkurnar upp úr sjónum, førdi tær heim og hevði tær síðan at lesa í.


Guttormur og huldufólkið

Guttormur tók ofta hulduseyð og hulduneyt, sum gingu í Múlahaganum, og samdist tí illa við huldufólkið.
   Eina ferð hevði hann tikið eitt grátt lamb í Krossdali (ímillum Múla of Fossáar innast í Múlahaganum). Hann settist at fletta og tumma lambið alt fyri eitt. Sum hann sat og opaði - huldulamb var - hoyrdi hann fólk fyri durunum. Hann kvikaði sær at fáa loyst barkan. Svartur hundur kom inn, Guttormur tók og kastaði honum mørin, og hundurin avstað við hesum. Tá hoyrdist rin og hvin til hundin uttanfyri. Huldumenn høvdu sent hann inn at bíta Guttorm, og nú bukaðu teir hann.
   Eina aðra ferð tók Guttormur huldukvígu í haga sínum og risti kross yvir hana. Hann visti, at huldumaður vildi koma um náttina til at hevna fyri kvíguna og segði tí við húsfólkið, at eingin mátti ganga um dyrnar eftir tað, at hann var lagstur. So setti hann vagl í dyrnar ímillum úthurðina og innhurðina og hønu uppá vaglið.
   Um náttina kom huldumaður at hevna, slapp at hønuni og drap hana, men ikki longur - tí tá hevði hann dripið lív og fekk einki meira gjørt.
   Ein dagin, sum Guttormur var lagstur uppi í Múlafjøllum, komu huldumenn tysjandi til hansara, togaðu í hann og vildu føra hann burtur við sær - men fingu hann ikki av fetinum. Teir lótu hann úr - klæðini sótu rangvørg uppi á honum - men tá ið teir skuldu lata hann í aftur, vendist alt og var rangvørgt við tað sama. So góvust teir.
   Gomul søgn er, at, situr eitt og annað plaggið av búnaðinum rangvørgt uppi á einum, so bítur gandur ikki á. Tí hevur tað verið siður, at hvør, ið úti var staddur, hevði hosu, vøtt og tílíkt rangvørgt.
   Ofta venda tey enn, tá ið tey seyma, seymin rangvørgan á einum klædnastykki ella okkurt petti rangvørgt.


Rekatræið á Mykinesfirði

Guttormur hevði konu úr Mykinesi. Hon æt Bidla. Ikki hevði hann verið vestan fyri Lorvíkarfjørð, fyrr enn hann fór at fríggja. Vágamenn førdu hann um Mykinesfjørð. Tá ið teir vóru komnir mitt á fjørðin, bóru teir eyga við eitt stórt rekatræ og vildu fegin fáa tað til sín. Men fegin vildi hann sleppa ferðina fram til Mykines alt fyri eitt, og so varð. Hann bað teir miða væl á, hvar træið lá. Tað kundi vera, at teir funnu aftur á tað, tá ið teir fóru úr Mykinesi aftur í Vágar. Ikki hildu teir líkindi vera til tess, tí Mykinesfjørður var óføra streymharður. Men tá ið teir vóru á leiðini heim, lá træið í sama stað og andøvdi. So mikið gjørdi Guttormur.


Spøkilsið í Ónagerði

Jónas prestur í Ónagerði var giftur við prestadóttur av Nesi. Hon doyði, og prestur giftist upp aftur.
   Systur ta fyrru konuna kom norður, tá ið líkið var grivið, vildi síggja tað og fekk prestin til at grava tað upp aftur.
   Men tað hevði betur verið ógjørt. Tey, sum stóðu hjá, sógu nakað sum dism ella rouk koma upp úr kistuni, og síðan gekk hin deyða prestakonan altíð uppi og spøkti. Eingin sá hana í fyrstuni uttan presturin, hon gekk og ampaðist fyri honum. Síðan birtist hon fyri hinum húsfólkinum, kom í roykstovuna og gjørdi sær dælt við tey.
   Ein skora var í sneisini, sum hon hevði til máts á nátturaløginum - har upp um mátti pottaløgurin ikki koma.
   Hon skifti teimum nátturð. Tey søgdu, at tey skoyttu ikki um at fáa nátturð frá henni, tí at hon var deyð. So gav hon teimum frammaná.
   Hon at gera sær dælari, settist undir liðina á presti og breyt alt sundur hjá honum. Hann fekk ongantíð frið, misti svøvnin og sendi boð eftir Múlaguttormi, at hann skuldi koma honum til hjálpar.
   Guttormur kom, rak spøkilsið út og beyð, at eingin skuldi opna dyrnar til at hyggja út um ella leita eftir honum, meðan hann var burtur. Ódnarveður var um kvøldið, avfall og stormur. Árla á morgni, í óttuni, kom Guttormur aftur illa tiltíggjaður og rennvátur, sum hann var drigin av grunni, og frá tí degi sást spøkilsið ikki oftari. Tá lovaði prestur Guttormi í løn ta bestu kúgv og tann besta geldseyð, ið hann átti.


Skaðadagurin

Tiltikin sjómaður var Guttormur. Hin minniliga ódnardagin, tá ið hálvt hundrað bátar gingu burtur í Føroyum, var hann ein av teim fáu, ið róðu landið upp.
   Norðuri á havi var hann staddur og synir hansara við honum. Ellivta dag á sumri sigst hetta at hava verið. Einans bátur náddi inn á Kallsoyarflógvan undan Guttormi. Brandstormur var, beint ímóti, og sum teir strambaðu suður eftir Djúpunum, Guttormur og synir hansara, brast eitt herviligt heglingsæl á. Glaðurnar vóru sum eimur rundan um hann og sjógvurin blóðreyður at síggja. Upp um Konuna (stakkin norðanfyri Kunoynna) stóð brimið. Neistar fóru niður eftir bakinum á Guttormi, sum tað dreiv upp úr sjónum.
   "Jesus náði! Nú er eldur í pápa!" rópaði ein av sonunum, hann helt tað loga í herðunum á honum. Hin gamli helt, at tað brekaði ikki.
   Tá ið teir komu inn um Stongina (uttasta landsendan norðanfyri Oyndarfjørð), segði Guttornur: "Nú lívir gamalt grót."
   Gunnarsbarmur er nakað sunnanfyri Funningsmúlan. Har er ógvuliga streymhart og íðukent og stórir driftingar upp og niður. Guttormur nevndi tí barmin Driftingsbarm.
   Í Oyndarfirði settu teir upp - tá var báturin skræddur í stevninum.
   Tá nýttu Føroyingar smáar norskar bátar, ið kallaðust tristar (tríbekkir), til útróðrar. Men eftir hesa ólukku, tá ið teir hálvthundrað bátarnir gingu burtur, var lóg gjørd, sum setti forboð fyri at fara til havs í so smáum bátum.


Guttormur og Barbara við Kvíggjá

Gandakellingin Barbara við Kvíggjá í Sunnbø hevði frætt, hvussu væl Guttormur "kundi", og fór norður eina ferð til at royna seg ímóti honum.
   Tá ið hon kom, var Guttormur útrógvin við sonum sínum. Hon settist at bryggja og blanda, floytti fliðuskeljar oman eftir ánni (Matará í Múla) og segði, at, so nógvar skeljar sum sukku, so nógvir bátar skuldu ganga burtur.
   Slíkt illveður gjørdi hon og østi so sjógvin upp, at tað var ikki meira enn, at Guttormur og synir hansara slitu til lands. Sum teir róðu suður eftir - glaðustrok var - rópaði ein sonurin:
   "Eldur er í sjónum! Hvat er hetta?"
   "Eg veit hvat tað er," svaraði Guttormur, "rógvið bara! Tað er ikki tídligt heima."
   Tá ið hann kom beint áraka Múlahúsini, sá hann Barbaru sita undir húsinum "niðri á fløtti" við útslignum hári. Teir sluppu ikki á lendingina í Múla, men settu upp í Krossdali, tveir fjórðingar sunnanfyri, og gingu so heim til hús.
   Teir hittu Barbaru inni, eingin físti nakað - har lá øskukalt, tá ið teir komu. Guttormur læt ein vaðstein upp í annan vøtt sín og sló hana tvørtur um nasarnar, so hon bløddi. Tá minkaði megi hennara. So skar hann hárið av henni. Tá misti hon alla kraftina.
   So setti hann hana inn í eina baðstovu og kyndi upp eitt bryggjubál. Har sat hon føst inni, til hon var næstan stokt - hon slapp ikki av fetinum fyrr enn Guttormur vildi.
   So rak hann hana út, bað hana fara upp á takið og leggja sær skýggjan aftur yvir ljóðaran, tí tað var so kalt inni. So setti hann hana fasta uppi á mønuni og gandaði ódn á hana av landnyrðingi norðan við kavaroki. Tá helt hann við hana, at nú skuldi hon fáa at síggja, at tað var bæði heitt og kalt í Múla.
   Mestur deyð í kulda fór Barbara avstað til gongu inn í Sund (Hvannasund) morgunin eftir. Tá ið hon kom at Fossá, slapp hon ikki um ánna, men gekk niðan við at Fossdali. Uppi í djúpu kvíggj (lítil dalur uppi undir fjallinum) slapp hon tvørtur um.
   Har sum Barbara sat uppi á mønuni í Múla, kann ikki flag heftast. Tað skal koma av tí, at Barbara lovaði tað í hevnd, at har skuldi altíð leika tað sama óveðrið, sum tá ið hon sat har. So mikil kraft var enn eftir í henni.
   Ein sunnudag, sum Guttormur sat og las lestur, kom ein stari inn við einari fjøður í nevinum og setti seg frammanfyri honum. Hann hugdi at staranum:
   "Olmussudýrið, tú ert komin langan veg, tú ert so ekkamóður" - tók so aftur at lesa og las lesturin út. So reistist hann úr sessi, vendi fjøðrini við í nevinum á staranum og segði við hann, at hann skuldi fara aftur hagar, sum hann var frákomin.
   Tá ið starin kom aftur til Sunnbiar og inn hjá Barbaru við Kvíggjá - tí hon var tað, sum hevði sent hann - loftaðist Barbara beint upp av grúgvusteininum, har sum hon sat, og gjørdi trý hopp heilt upp í ljóðarabogan. So mikið sterkari var Guttormur í gandinum.


Guttormur bjargar Viðingum

Eina ferð vóru Viðingar í Drangi (norðanfyri Viðoynna) at fleyga. Hann brast á høgur við ódnarveðri og ógvuligum brimi, so eingin slapp til teirra. Fólkið kvíðaðu fyri, at teir liðu neyð fyri mat og drekka, og menn fóru til rádna prest, harra Klæmint, at fáa sær troyst.
   Prestur sendi boð til Guttorms um at koma til hjálpar. Tað mundi ikki vera til nakað gott, helt Guttormur, at hann sjálvur sendi boð eftir sær, men fór kortini. Harri Klæmint og Guttormur vóru óvinir, tí presturin dámdi ikki hunstur Guttorms. Eisini mundi prestur vera øvundsjúkur inn á hann, tí, tó at hann sjálvur hevði gingið á niðurgangskúla, var hann ikki mentur ímóti Múlabóndanum.
   Prestur bønaði nú Guttorm um at royna at fáa Viðingar aftur úr Drangi. Guttormur helt seg ikki til í fyrstuni, hann var so gamal og brimið so óført, segði hann. Men av tí, at fólk bønaðu hann, og treytagóður var hann, gjørdi hann seg til og fekk bát av Viðareiði, tó at bátmonnunum tóktist óført at fara. Teir róðu út um flógvan, sjógvurin slættnaði framman fyri bátinum, so hvørt sum teir róðu fram.
   "Stumpurin" eitur eitt petti av dranginum. Tað er ein snipsur klettur, níggju favnar frá sjónum og niðasti lesningur. Har upp um sló brimið. Á Miðskjøti, eitt sindur omanfyri, vóru fleygingarmennirnir staddir. Guttormur varð spurdur, um hann helt, at tað mundi fara at lukkast at fáa mennirnar í bátin. Lógu teir á Miðskjøti, kundi tað vera, svaraði hann, men vóru teir inni undir Skarði, fór tað ikki at lukkast, tí tá vóru løgini ov stutt (undir Skarði er nóg hægri uppi enn á Miðskjøti).
   Væl gekk í hond. Teir fingu mennirnar í bátin og róðu heim. Sjógvurin slættnaði fyri bátinum, har sum teir komu fram.
   Prestur stóð á sjóvarklettinum, tá ið teir løgdu at landi, og takkaði Guttormi. Síðan vóru teir báðir vinir.
   Væl var Guttormur tignaður av fólki, og nógv var boðið honum í løn, men onki vildi hann hava. Tó skuldu Múlamenn hava lov til at fleyga undir Viðoynni (í Seyðtorvu) ein dag á hvørjum ári, fyrsta dagin ið flog var. Annað árið, ið Guttormur kom, høvdu skálkar verið fyri og drigið línuna upp. Teir sóu ikki lunda tann dagin. Tá lovaði Múlabóndin, at tað skuldi vera bæði fyrsti og síðsti dagur á tí ári, at Viðingar fingu fugl.


Niðagrísurin í Ónagerði

Ein arbeiðskona í Ónagerði (prestagarðurin á Viðareiði) hevði dripið eitt leysingabarn og grivið tað niður.
   Tað gekk aftur sum niðagrísur og fór til Klæmint prest at krevja sín rætt av honum. Kristna jørð vildi tað hava. Ongantíð fekk hann frið fyri tí, um næturnar lá tað og seyg føturnar á honum.
   Prestur varð heilt neyðarsligur, kom upp í tussarak og var illa mentur at ganga. Hann sendi boð eftir Guttormi og kærdi sína neyð fyri honum, hann fór skjótt at doyggja, helt hann.
   Guttormur bað prestin lata seg fáa kjóla og pípukraga at fara í og geva sær kirkjulyklarnar. Men ikki eitt eyga mátti síggja, skipaði hann fyri. Hvør lúka skuldi í topp og eingin hurð gloppast. So mikið var tó kagað, at ein arbeiðskona í Ónagerði fekk at síggja alt eiðið standa sum í einum loga, meðan hann fekst við at beina niðagrísin burtur. Tá ið Guttormur kom aftur, var prestakjólin brendur uppi á honum.
   Eina kúgv gav harri Klæmint honum í løn aftur fyri hjálpina, og síðan hevði hann frið.


Saksaparturin og kletturin

Víða hvar í oyggjunum var Guttormur navngitin, og tá ið okkurt var, sum tað ikki átti at vera, var boð sent eftir Múlabóndanum.
   Á Skælingi doyðu neytini sum flugur hjá bóndanum. Boð var sent eftir Guttormi. Hann kom, breyt básin upp og fann ein saksapart niðri í. Nú fann hann tað, hann vildi finna, helt hann, nú mundi fara at vera betur. Eftir tað doyði ikki hjá bóndanum.
   Á vegnum heim aftur kom Guttormur til Ytra Skála. Skálabóndin spurdi hann um ein stein, ið stóð í hoygarðinum og var honum til bága: Um hann skuldi spreingja steinin. Guttormur helt, at best var, um hann læt vera.
   Gjøgnum trý festi stóð steinurin í friði, og einki varð gjørt við hann, fyrr enn fjórði bóndin kom. Hann boraði hol í hann og royndi at spreingja hann. Men bara ein flís fór av. Bóndin legðist sjúkur bæði á sál og likam og kom aldrig aftur fyri seg. Blágrýtisgrót er í steininum.


Hanin og tólvalnastokkurin

Tá í tíðini samlaðust menn víðan úr oyggjunum, bæði sunnanmenn og norðanmenn, til handils í Havn. Fugloyingar og Sunnbingar sluppu fram um allar, tí teir høvdu longsta vegin.
   Menn komust tá at vera væl kunnigir hvør við annan og høvdu mangt til gamans, meðan teir lógu í Havn og bíðaðu eftir førninginum.
   Eitt árið sum teir vóru samansamlaðir, lovaði Guttormur í Múla at gera eina treyt og vildi hava hinar til at leggja nakað undir (lova sær afturfyri). Hann skuldu fáa ein hana til at bera ein tólvalnastokk. Hinir hildu hetta vera ómøguligt og løgdu undir. Men bilsnir vóru teir, tá ið teir sóu hanan koma við tólvalnastokki hangandi á heglunum.
   Ein framsíggin maður, ið inn kemur, spyr, hví teir læa so. Teir spyja, um hann ikki sær hanan, ið fer við stokkinum berandi. Maðurin sigur:
   "Eru tit blindir? Síggja tit ikki, at tað er eitt hálmstrá, ið hongur ímillum beinini á honum?" og spillur so alla veitslu.
   "Skomm fái tú komandi!" segði Guttormur við hann.


Guttormur og ránsmennirnir

Øksi hevði Guttormur altíð innan undir sjóstúkuni, tá ið hann ferðaðist úti. Øksin hekk í bandi, sum gekk um vinstru øksl tvørtur undir høgru hond niður á mjødnina høgrumegin, og skeið var um øksareggina. Bandið var so veikt, at hann kundi slíta tað í fyrsta viðbragdi, um honum tørvaði á at taka til øksina knappliga.
   Eina ferð var Guttormur staddur úti á havi. Við útendarnar vóru menn altíð útgjørdir uppá at fara til loynikeypskip, tá ið teir vóru á útróðri, tí tað var nóg høgligari og betur enn at fara til handils í Havn.
   Guttormur biður rógva til eitt skip, sum er í nánd. Hann heldur tað vera loynikeypskip, fer um borð og sær nú fyrst, at tað eru ránsmenn. Teir vilja sláa ring um hann, men Guttormur slítur øksarbandið, reiggjar øksina og avhøvdar ein. So loypur hann í bátin, og allir til árar. Hinir eru kvikir at loysa bát og koyra avstað eftir teimum, men best sum teir eru setstir at rógva, kemur mjørki niður yvir teir, so bátarnir skiljast sundur. Tilskila er, at Guttormur skuldi gera mjørkan.


Máttleysi tarvurin

Ein dagin kom Guttormur og veittraði at Hvannasundsmonnum at flyta seg tvørtur um sundið. Sundamenn skundaðu sær ikki, men fóru fyrst niðan um húsini til at drepa ein tarv. Høvdið var næstan av, tá leyp tarvurin aftur á føtur og helt oman eftir. Tog var fast á honum, og allir Sundamenn hingu uppi í. Tá ið tarvurin var komin oman í sjóvarmálan, kom ein maður, ið dugdi meira enn at mata seg (Fuglingur skuldi tað vera), til gongu norðan av Viðareiði, og steðgaði tarvinum. Annars høvdu mennirnir farið á sjógvin.
   Í hesum segðist Guttormur at vera atvoldin.
   So var tað ein onnur ferð, at tarvurin datt oman hjá Guttormi. Hann vildi læna tarv frá Sundamonnum, men teir søgdu nei.
   Tá hevndi Guttormur seg í tí, at hann tók artina frá Sundatarvinum, so teir fingu einki gagn av honum. Hetta var tað einasta illa, sum Guttormur vildi ganga við, at hann hevði gjørt.


Jóanis og árin

Guttormur átti son, sum æt Jóanis. Hesin sami Jóanis var óføra sterkur, hann kollaði hvørja ár, tá ið hann var á útróðri. Einaferð kom smiður til Múla. Guttormur bað hann gera hasum fátækradýrinum, soni sínum, eina sterka ár, tí einki helt, sum hann fekk upp í hendurnar. Smiðurin helt seg til; Guttormur fekk honum eitt rekatræ og bað hann gera eina ár burtur úr (reyðviður var tað, sterkasti viður, ið rekandi kom, hann rotnaði ongantíð). Árin kom at vera nógv tjúkkari, enn vanligt var, og Jóanes segði, tá ið hann sá hana, at, var hon gjørd uppá spott, skuldi hon eisini vera til spott. Hann fór til útróðrar, fekk strangan andróður og royndi árina. Ikki fekk hann brotið hana, men klovnað var hon heilt upp ígjøgnum, tá ið teir komu aftur at landi.


Sonurin ið hvarv

Guttormur helt við konuna, at fyri tær sakir, sum huldufólkið hevði við honum, men ikki kundu fáa framdar, mundi óskepnan fara at koma aftur á tann lítla, á gólvinum gekk. Tað var yngsti sonurin, sum æt Guttormur eftir pápanum. Hin gamli bað hana ikki lata hin lítla fara út um morgnarnar fastandi ella knívleysan. Einki leit hin gamli hinum yngsta til. Ein morgunin var ungi Guttormur farin út fyri dyr fastandi og knívleysur. Tá var hann tilvaksin, giftur og átti børn. Frá teirri stund var hann horvin.
   Mong ár eftirsíðani skuldi ein framsíggin prestur síggja Guttorm gangandi einsamallan á múlanum. "Der går et af vore får!" hevði hann fyri munni á sær. Presturin var í báti, og Viðingar førdu hann. Ein í bátinum spurdi, um ungi Guttormur ikki kundi fáast aftur frá huldufólkunum, men prestur svaraði, at hann var betur ófingin, tí hann var spiltur.


Annarhvør Guttormur

Av teimum, ið eftir gamla Guttorms tíð hava verið bornir til garðin í Múla, hevur annarhvør itið Guttormur og annarhvør Jóanis. Sagt er, at altíð skuldi onkur vera av gamla Guttorms slagi, sum hevði nakað fram um onnur fólk, og so hevur verið.


Gandaður at halda messu

Sonarsonur gamla Guttorms, ið æt Guttormur eftir honum og var bóndi á Múla, breðgaði nógv til abba sín.
   Um hann er frásøgn. - Tað var ein sunnudag, at prestur í Ónagerði vildi ikki halda messu, tí Hvannasundsmenn og Múlamenn kundu ikki koma til Viðareiðis fyri óveðri. Næsta leygardag var gott veður, og Hvannasundsmenn og Múlamenn fóru til messu, men tá var prestur ferðarbúgvin (ætlaði sær at ferðast um gjaldið), og mennirnir vóru tí at fara burtur aftur. Guttormur Múlabóndi og Ólavur í Hvannasundi gingu tá inn í Hvannasund. Báðir søgdust at duga meira enn at mata seg. Áðrenn teir skiltust, hoyrdu fólk Guttorm siga:
   "Sketta tú fyri eystan! Eg skal sketta hinumegin."
   Øll vikan gekk, og fagurt veður var, men ikki slapst burtur hjá presti fyri brimi. So kom leygardagur, og prestur hugsaði um ferðina. Bátur var hvørjumegin á eiðinum. Fólkið gekk og válaði og hugdi eftir, stundum fyri eystan og stundum fyri vestan. Ofta sýntist kyrt, men best sum prestur kom og vildi fara, so var brim, og einki batti.
   Við tí skili varð prestur at vera heima og halda messu. So fingu Guttormur og Ólavur teirra vilja fram, og síðan slapp prestur avstað, tá ið hann vildi.