Huldumaðurin í Gullsteini

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Huldumaðurin í Gullsteini


Í Skarvaneslíð í Sandoy er ein steinur, sum rópast Gullsteinur. Har búði huldumaður á sinni, sum gekk nógv eftir konu Ásbjarnar á Skarvanesi. So nærsøkin var hann, at hon noyddist at hugsa um ráð, hvussu hon skuldi fáa vart seg fyri honum.
   So ein dagin fór hon til hansara í steinin, gjørdi seg ógvuliga blíða, og bað hann leggja sær ráð ímóti trøllum, tí tey gingu so hart at einari kúgv, ið hon átti, at kúgvin var vorðin heilt trølsk.
   Huldumaðurin var fegin um at hjálpa henni - tað var meira enn at siga tað - og bað hana binda gøtubrá upp á kúnna (gøtubrá høvdu tey gomlu ofta uppi á sær til verju móti gandi). Men best sum hon er heim komin, bindur hon gøtubráina uppá seg sjálva.
   Tá ið huldumaðurin kemur aftur til hennara, sleppur hann ikki at henni og sær nú at hann er narraður. Tá segði hann:

"Skamm fái tú spyrjandi!
Tví vorði mær sigandi!
Kú skildi,
Kona sjálv hava vildi."

So rýmdi hann og slapp ongantíð aftur at henni.