Kálvur lítli

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


A. C. Evensen

Lesibók
Tórshavn 1911


Kálvur lítli


Kálvur lítli[1] var prestur í Sandoy í Føroyun. Hervilega grammur var hann í skapi, hádingsmaður og ein rættur ófl gjakroppur, og eru harum enn frásagnir.

Kletta- og Skarðsbøirnir ("norðuri á bø" heima á Sandi) eru áfastir við prestagarðsbøin í Todnesi, og Norðbinganeytini (neytini norðuri á bø) vóru Kálvi so bágin við heimgongu á Todnes bø. Ikki hugnaði honun hetta. Hann legði tá fótonglar tætt innanfiri grindina, sum hann læt standa opna til at lokka tey fremmindu neytini inn á bø sín. Um morgunin, tá ið hann hugdi út ígjøgnun gluggan, hevði hann tann stuttleikan at síggja ein hóp av neytun liggja dottin um rigg tætt innanfiri grindina. Hann bretti sær við, tí at bragðið var gingið honun so væl í hond, fór læandi innar í roykstovuna og segði við húskadlarnar: "Grímurnar uppi á bø, nú spjálka tær kleyvun innanfiri grind í morgun!" Stinnur titaði prestur inn um grind, gleðandi seg til at síggja Norðbinganeytini føst í fótonglunun, men varð honun dátt við dagin, tá ið hann sá, at tað vóru hansara egnu neyt, ið har lógu, og flestødl av teimun longu deyð. Tá græt Kálvur lítli. Tað er bæði firsta og síðsta ferðin, at tað frættist, at hann hevur grátið.

Kálvur læt gera sær gróthús á hólminun í Sandsvatni; har goymdi hann kjøt og annan mat. Løgarsteinar læt hann leggja úr tanganun í Todnesi út í hólmin at ganga ettir. Men sinirnir vóru so grammir at stjala kjøt frá pápanun. Ein vetur fóru teir ettir ísinun og miðaðu ettir løgarsteinunun. Teir hava tó ikki verið beint uppi ivir: kelda var í ísinun; hann brast undir teimun, og teir druknaðu adlir, seks í tali — hin sjeyndi var ettir; hann var ongantíð uppi í teirra skálkastrikun. Tá ið hetta frættist í Todnes, tá græt Kálvur lítli ikki.

Kálvs menn høvdu haft fjadlgongu í Fjalshaga eitt árið, og Kálvur var farin á rættina til teirra — Klovarætt var tað, innanfiri bøgarðarnar undir Hamri (tætt undir rigginun, ið gongur ímidlun vøtnini). Meðan hann stóð og handlaði seyðin, slepti ein av húskødlunum, sum hevði agg til Kálvs, einun veðri, sum hann helt á, beint á prestin. Veðurin rendi høvdið íiri bringuna á honun, so hann fadl víðopin. Kálvur reistist upp attur tigandi; men tá ið hann fór av rættini, segði hann við húskadlin: "Goldin skulu kultrini úr Slavansdalinun vera tær!" (Slavansdalur er undir fjadli í Fjalshaga).

Summarið ettir vóru teir, Haraldur Kálvsson og hin nevndi húskadlurin, farnir til bakka at síga í fuglabergið tað, sum rópast "á Drang". Dagin tann, ið teir skuldu verða drignir upp attur úr berginun, sást Kálvur at ganga attur og fram úti við eggina. Haraldur segði tá við húskadlin: "ldag man faðir hava í huga at løna tær bragðið, ið tú gjørdi honun á rættini í heyst; man tað skjótt fara að vera víst; skift um klæði við meg!" Húskadlurin so gjørdi, og Haraldur bant seg firstur í línuna. Tá ið hann var komin so langt upp, at Kálvur helt seg kenna húskadlin á klæðunun, tók hann fram eina brínda øks, sum hann hevði fjalda undir skikkjuni, setti høvdið út firi og ætlaði at høgga línuna tvørtur av. Haraldur, sum hevði haft hann í eygsjón, rópaði tá: "Høgg tú, um tú vilt! eg eri sónur tín kortini." Kálvur kendi røddina á soni sínun og goymdi øksina attur; men tá ið sonurin var komin upp heilur og var loystur úr línuni, var hann so idlur, at hann bangaði pápan. Húskadlurin slapp tá heilur upp eisini og kom ikki attur til Kálvs síðani.

Adni búði úti í Nesi norðaníiri Hersá. Kálvur fór til hansara og bað hann koma við sær og hjálpa sær at taka skarvsungar í urðini undir Ádnabergi. Teir fóru hagar við báti, men best sum Adni var komin upp á land, róði Kálvur frá attur og læt hin sita. Ongan veg var gongt heim frá urðini í teirri tíðini ; men síðan hevur brimið ruddað so nógv grót burtur, at nú er gongt heim. Har legði Adni síni bein, og Kálvur tók ogn hansara. Enn sæst toftin (Adnatoft), har sum hann búði.

Bødn Adna gingu altíð í støðna at biðja fisk ettir tað, at pápin var deyður. Ein dagin hevði Todnesbáturin verið útrógvin — Rasmus Kálvsson var formaður. Kálvur kom og bað bera fiskin niðan í gróthúsið; bødn Adna bað hann fara inn í bátin, á floti lá, og fáa sær agn. Sum tey sótu í bátinun, kom Kálvur og skeyt hann frá landi. Rasmus Kálvsson hoyrdi rópini og grátin til teirra og gjørdi seg til at fara ettir teimun í einun øðrun báti; men ovurveður var, ættin lá frá landi, og langur vegur var at draga bátin úr neystinun. Hetta tarnaði hann so nógv, at hann varð ov seinur at bjarga teimun. Hann sá bátin við teimun fara inn undir Adnaberg og sorlast í briminun. Men Kálvur torði ikki at koma attur í Ijósmála í tveir dagar; so ræddur var hann firi soninun.

Ein arbeiðskona kjá Kálvi stóð ein dagin og knoðaði malta. Hon hevði klípt eitt sindur burtur av og bakaði sær ein dríl framíkjá. Kálvur kom gangandi um didnar, sá kvat hon hevðist at og smatt avstað attur. Eina lítla løtu ettir kom hann inn attur (nú mundi vera bakað, ætlaði hann), og í sama bragdi kipti arbeiðskonan maltadrílin til sín og stakk hann í barmin glóðheitan. Kálvur varð varigur við tað, men lætst ikki um vón. Hann bað hana koma við sær í stundini og bera seg um ánna. Hon hevði ongan idlgruna og læt sær ettirlika. Tá ið tey vóru komin at ánni — kvikliga gekk hann — tók hon hann uppá bakið at bera. Hann legði hendurnar í kross har sum hann kundi ætla, at maltadrílurin var stungin, og trísti so á tað fastasta ið hann orkaði. Hon skar í eitt róp, men hann spurdi, av kvørjun hon rópaði so. Tá í vandanun gekk hon við, kvat hon hevði gjørt. Tað stikki av bróstinun, sum tann heiti drílurin hevði nomið við, brenðist, og fekk hon harav deyðamein.

Ilt var ímidlun Kálvs og sonarkonuna (konu Haralds). Ein morgun, tá ið maður hennara var farin út at rógva, spurdi hin gamli hana, kvussu veðrið var. Hon svaraði: "Fagurt veður er; gudlið brakar unðir fótunun!" Tað var frostið, hon meinti. "Háður tú meg, so skal eg spotta teg," segði Kálvur grammur um tað, at hon helt fragd at honun. Síðan beyð hann arbeiðskonunun í Todnesi, at tær skuldu kinda ein stóran eld "norðuri á breyt" norðanfiri húsini í Todnesi. Hann ætlaði at brenna hana á báli. Men arbeiðskonurnar, ið kindu, gjørdu tað ógvuliga treyðar og kindu upp við mold, neytamikju og ødkin ruski, at tað skuldi ikki kikna, men rúka dúgliga, og roykurin kom tá eisini at vera so óførur, at sjóbátarnir sóu hann. Sonur Kálvs var á tí miðinun, sum rópast Grinnan og er stutt uttanfiri Salthøvda og endan av Skúgvoy. Tá ið hann sá roykin upp firi Vøruna, var honun idla við: "Mestur hefst hin gamli okkurt at ídag!" segði hann og bað hinar rógva til lands. Hann skundar undir teir; adlir seta fót í bekk og toga á árarnar. I urðini í Grótvík settu teir upp, og í somu stund sum Kálvur og menn hansara nøktaðu konu Haralds úr klæðunum til at koyra hana á bálið, kom Haraldur til við sínari bátsskipan og gav pápanun homlubandið so diggt um riggin. So var hon bjargað. "Hevði tú ikki verið faðir mín, skuldi tú sjálvur farið á bálið," segði sonurin við pápan.

Eina ferð kærdi Kálvur seg um, at blóðmørurin, ið hann fekk frá húsfrúnni í Húsavik, tá ið hann gisti kjá henni, var ov soltin. Næstu ferð, tá ið hann kom til Húsavíkar at gista, setti hon firi hann eitt stikki av einari rossavomb, sum hon hevði latið ístur upp í. Tá segði Kálvur: "Mádelig pølse er altid bedst, hvad enten den er af ko eller hest."

Fotnoter

  1. Kálvur lítli livdi stutt fyri ár 1400.