Mariu vísa
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() | |||||
![]() | ||||||
![]() |
Lesibók
Tórshavn 1911
Mariu vísa
- 1.
- Jesus kom at eini á,
- har sat Maria við bekk at tvá.
- - Nú veri Jesus vár skjöldur
- í hvörjum vanda!
- 2.
- "Hoyr tað, Maria, eg tali til tín:
- gev mær drekka av kerum tínum!"
- 3.
- "Míni ker eru ikki rein,
- vilt tú drekka av mínum lógvum
- tveim?"
- 4.
- "Vart tú so rein sum Maria,
- móðir mín,
- tá skuldi eg drukkið av tínum
- lógvum tveim."
- 5.
- Hon svör tað av munni,
- hon var so skir ein nunna.
- 6.
- Hon svör tað á saltara bók,
- hon ikki mann í loyndum tók.
- 7.
- " Svör ikki, svör ikki, syndugt vív,
- trý ganga börn á jarðaríki.
- 8.
- Tað fyrsta við tín faðir,
- tað annað við tínum bróðir.
- 9.
- Tað triðja við tínum sóknarprest,
- og tað var syndin allarstørst. "
- 10.
- Maria fell á síni knæ,
- "sjálvur Jesus, skrifta mær!"
- 11.
- "So skal eg tær skrifta,
- tað skal verða tín gifta.
- 12.
- Tú skalt úti ganga
- níggju vetur langa.
- 13.
- Troða frost og kaldan snjó
- berføtt og í ongum skóm.
- 14.
- Berføtt við eitt hövuðlín,
- so skalt tú bøta fyri syndir tínar."
- 15.
- Maria tók at ganga,
- níggju vetur langa.
- 16.
- Tróð hon frost og kalda fonn
- berføtt og í ongum skóm.
- 17.
- Berføtt við eitt hövuðlín,
- so bøtti Maria fyri syndir sínar.
- 18.
- Níggju vetur umliðið var,
- aftur kom Jesus í sama stað.
- 19.
- "Hoyr tað, Maria, eg tali til tín,
- hvussu líkar tær skriftan mín?"
- 20.
- "So líkar mær skriftan tín,
- sum drakk eg hvonn dag klára vín."
- 21.
- "Tað skalt tú hava fyri tolinmøði tína,
- tæna Mariu móðir míni.
- 22.
- Tæna Mariu móðir míni,
- sjey ferðir klárari enn sólin skínur. "