Nökur örindi av Ásmundi Aðalsson
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
Lesibók
Tórshavn 1911
Nökur örindi av Ásmundi Aðalsson
- 1.
- Nú skal stilla stavargrein,
- ei skal niður falla,
- um hann Ásmund Aðalsson,
- tann Húnakong at kalla
- - Leikum fagurt á foldum!
- eingin treður dansin undir moldum,
- leikum fagurt á foldum!
- 2.
- Um hann Ásmund Aðalsson,
- tann Húnakongin ríka,
- hartil Ólav skósvein hans,
- so fáir finnast slíkir.
- 3.
- Um hann Ásmund Aðalsson,
- tann Húnakongin sterka,
- hartil Ólav, skósvein hans,
- royndur í avreksverki.
- 4.
- Um hann Ásmund Aðalsson,
- tann Húnakongin stranga,
- hartil Ólav, skósvein hans,
- so frægur í róm at ganga.
- 5.
- Ásmundur ríður út árla morgun,
- í öllum ber hann sigur:
- Ingibjörg stendur í glasgluggum,
- sær hon út so víða.
- 6.
- Tað var frúgvin Ingibjörg,
- hon talar til móðir sín:
- "Ásmund hevði eg kosið mær,
- hevði tað staðið til mín!"
- 7.
- Hon hevði upp sína høgru hond,
- hon gav henni hógg á tenn:
- blóðið dreiv í barmin niður,
- sóu tað mangir menn.
- 8.
- "Sjúrður Fótur er frægari kappi,
- honum skal eg teg gifta,
- Ásmundur skal teg ikki njóta,
- so skulum vit tí skifta!"
- 9.
- Sjúrður Fótur moynna bað,
- hann hana síðar fekk,
- hon hevði hug á Ásmundi,
- í hjarta var henni tekk´.
- 10.
- Sjúrður slaktar neyt og seyð,
- nógv hevði hann til besta,
- snarliga letur til brúdleyps bjóða,
- skal ikki longur fresta.
- 11.
- Öllum letur hann Sjúrður Fótur
- í sítt brúdleyp bjóða
- uttan Ásmundi Aðalssyni,
- væl kann randir rjóða.
- 12.
- Uttan Ásmundi Aðalssyni,
- væl kann randir rjóða:
- "Tó skal eg í Sjúrðar brúdleyp,
- vil mær eingin bjóða!"
- (----------)
- 18.
- "Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst
- eftir mínum ráðum,
- eg skal standa úti um stund,
- til givnar eru gávur.
- 19.
- Olavur, tú skalt ganga inn fyrst,
- prýði mantú njóta,
- tak tú av tín jútska hatt,
- fyri báðum kongum lúta!"
- 20.
- Ólavur gekk í hallina inn,
- prýðið mundi njóta,
- hvörgum vildi hann konginum
- bukka ella lúta.
- 21.
- Sjúrður situr í hásæti,
- væl er dreingja maki:
- "Skonk honum vín í vegligt hom,
- og bjóð honum sess og sæti!"
- 22.
- Sjúrður talar til skeinkisvein
- alt fyri uttan ekka:
- "Skonk honum vín i vegligt hom,
- og bið hann sita og drekka!"
- 23.
- Skeinkjarin gjördi, sum kongur bað,
- tað fór eftir ván:
- hesin stendur stolt riddarin,
- einki svarar honum.
- 24.
- Har kom inn ein annar maður,
- hann var av öllum meiri,
- konginum tókti lítlan tátt:
- koma slíkir fleiri?
- 25.
- Garpar tveir á gólvi standa
- javnir vóru báðir,
- brosti tá tann gamli kallur,
- sum ytstur sat í ráði.
- 26.
- Kápa hans er long og síð,
- sett við rósur víða,
- hann læt sær ein jútskan hatt
- yvir sítt andlit fríða.
- 27.
- Ásmundur gekk í hallina inn,
- eingin ið hann kendi,
- uttan frúgvin Ingibjörg,
- reyðargull bar á hendi.
- 28.
- Uttan frúgvin Ingibjörg,
- reyðargull bar á hendi,
- svörji tann eið á mína trúgv,
- hon eyguni at honum rendi.
- 29.
- Sjúrður talar til skeinkisvein,
- alt fyri uttan ekka:
- "Skonk honum vín í vegligt horn,
- tú bið hann sita og drekka!"
- 30.
- Skeinkjarin gjördi, sum kongur bað,
- tað fór eftir ván:
- hesin stendur stolt riddarin,
- einki ansar hann honum.
- 31.
- "Hoyr tú tað nú, Ólavur!
- tú skalt durum goyma,
- eg skal sæta brúðrini,
- vær skulum í leikum royna."
- 32.
- Olavur tók tann duravaktar
- við trega og tunga neyð,
- hann varpar hann so í hallargólv,
- tá brotnaðu rivini sjey.
- 33.
- Kongurin talar til skeinkisvein
- alt fyri uttan ekka:
- "Skonk honum vín í vegligt horn,
- tú bið hann sita og drekka!"
- 34.
- Skeinkjarin gjördi, sum kongur bað,
- tað fór eftir ván:
- hesin stendur stolt riddarin,
- einki ansar hann honum.
- 35.
- Hondin kom undan skikkju fram,
- hvít var hon sum flúr,
- undraðust allir innan halla,
- hvar dreingir vóru komnir út.
- 36.
- Kápumaður við horni tók,
- hann drekkur úr av öllum,
- slökkja Ijós og tendra títt,
- tá var myrkt í höllum.
- 37.
- Tað var frúgvin Ingibjörg,
- hon skín sum gullið bjarta,
- maðurin kastar kurteis klæði,
- vil ikki longur skarta.
- 38.
- Maðurin kastar kurteis klæði,
- vil ikki longur skarta,
- skundar sær so at borðinum,
- hann tók tá brúður bjarta,
- 39.
- Ásmundur tók tá björtu brúður
- undir kápuna blá,
- skundar sær so av durunum,
- teir gingu av borgum báðir.
- 40.
- Ásmundur tók tá björtu brúður,
- fór ikki við tað hátt,
- skundar sær so av durunum,
- teir gingu av borgum brátt.
- (----------)
- 52.
- Ljós varð borið í hallina inn,
- lýsti fyri teim öllum:
- burtur vóru komnir menn,
- og horvin var brúður av pöllum.
- 53.
- Ljós varð borið í hallina inn
- og lýsti í hvörsmans sæti:
- burtur vóru komnir menn
- og hörvin brúður hin mæta.
- 54.
- Teir leitaðu úti, teir leitaðu inni,
- bæði á sjógv og landi,
- tað var ilt at finna ta brúður,
- burt var flutt av landi.
- 55.
- Tí svaraði Sjúrður Fótur:
- "Nú skal ikki longur fresta!
- antin skal teir á gálga heingja
- ella slíta millum hesta!"
- 56.
- Til svaraði gamli kallur,
- sum hevði tagað leingi:
- "Sveinir, gevið kalli Ijóð,
- hann man kenna dreingir!
- 57.
- Eg kenni væl Ásmund Aðalsson,
- tann Húnakongin ríka,
- hartil Ólav, skósvein hans,
- so fáar finnur tú slíkar."
- (----------)
- 61.
- Tí svaraði gamli kallur,
- ryður í brósti rennur:
- "Áðrenn tú teir á gálga hevur,
- tá sveittast tær um enni!
- 62.
- Tú tarft ikki, Sjúrður Fótur,
- kurteisi lata hoyra:
- áðrenn tú ert á Húnalandi,
- tú mant teg av öllum royna!
- 63.
- Tú hoyrir so miklan fyrigong
- við harpur og við gný:
- áðrenn tú ert á Húnalandi,
- tú rósar ikki av tí."
- 64.
- Tí svaraði Sjúrdur Fótur:
- "Meg man rætt um minna,
- hvör vil vera mín fylgisveinur
- tann Húnakong at finna?"
- 65.
- Rani kemur úr fjalli oman
- við sínar bustir stinnar:
- "Eg vil vera tín fylgisveinur,
- tann Húnakong at finna!"
- (----------)
- 71.
- Teir sigldu upp undir Húnaland
- eina morguntíð,
- tað var sum í bál at líta,
- tá skeiðir dynja í.
- 72.
- Teir sigldu upp undir Húnaland
- eina morgunstund,
- tað var sum í bál at líta,
- tað dynur á skeiðarfund.
- 73.
- Borgir sóu teir undan koma,
- á pílarum standa,
- tomið stóð fyri hvörs mans durum,
- dreingjum eykar vanda.
- (----------)