Nökur örindi av Hermundi illa

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ►


A. C. Evensen

Lesibók
Tórshavn 1911

Nökur örindi av Hermundi illa


1.
Atli og hann Sivar jall
vóru brøður báðir,
tað er mær av sanni sagt,
fyri Saxland hava teir ráðið.
— Nú fellur ríman y vir Breiðafjörð,
har liggur ein bóndi deyður í
dökkari jörð, nú fellur ríman.


2.
Atli legði skipum sínum
eystur millum fjarða,
festi ta vænu kongins dóttir
heiman av Miklagarði.


3.
Jallurin eigir tógva synir,
gitnar á gævustund,
annar eitur Eirikur,
annar Hermund.


4.
Jallurin eigir tógva synir,
elur teir upp við yndi,
tað er mær av sanni sagt,
at sundur bar teirra lyndi.


5.
Eirikur situr í högalofti,
om flýgur yvir hans eygun;
hann er so í hjafta ræddur,
torir ei síggja mann reiðan.


6.
Hann er so í hjarta ræddur,
torir ei síggja mann bløða,
í tí víggi vil hann ei vera,
sum hjörtur verður skotin til deyða.


7.
Hermundur vóx í faðir síns garði,
við tað fór hann fram:
honum tókti ei tann dag vera heilan,
hann blódgaði ikki mann.