Nökur örindi av Jósveins vísu
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
Lesibók
Tórshavn 1911
Nökur örindi av Jósveins vísu
- 1.
- Nú eru tíðindi komin í oy,
- um Jósvein hin unga og Óluvu moy,
- hvussu tey framdu sín vilja:
- tað er mær av sonnum sagt,
- at sveinur hevir ást við jomfrú lagt,
- tað er so vant at skilja.
- 2.
- Jósvein var sær so lítið eitt barn,
- so snimma læt kongurin akta hann,
- hann lærdi honum bøkur,
- hann kendi honum lest,
- allan góðan lærdóm, sum hann var ein prest,
- hann prísaði honum fram fyri allar.
- 3.
- Ikki ríður kongurin so árla til ferðar,
- at Jósvein ber ikki hans skjöld og svörð,
- meðan harra Svein sær fyri ríki,
- og Álvur ber hans merkistav,
- men tað tykir öllum vera verri lag,
- at landið stendur alt í váða.
- 4.
- Teir ríða við konginum Sveinur og Álvur:
- "Væl máttú ráða tíni dóttir sjálvur,
- tú gift hana ongum træli!
- tað tykir oss vera meiri mun,
- tí Jósvein er ein leysmanns sonur,
- hann er ikki jomfrúnnar javni.
- 5.
- Tú ger ikki, kongurin, unna honum gott,
- tí hann heldur teg fyri háð og spott,
- hann vil tíni ráð ei lýða,
- han slítur tað silki javnt við jörð,
- frúgvur og jomfrúgvur hava hann kær,
- hann svevur hjá tí væna vívi."
- 6.
- Svaraði Vígbrandur Geyta son:
- "Eg kalli tað ovmikið mannamun,
- eg sigi tær av tí sonnum,
- borgar á londum teim taki eg frá,
- tílkan ongan við eygum eg sá,
- tí er hann væl jomfrúnnar javni".
- 7.
- Leingi stóð kongur og hugsar við sær:
- "Hvörja nátt svevur Jósvein í loftum hjá mær,
- men ikki hjá tí væna vívi;
- nú skal eg lata veislu gera,
- slík skal eingin í landi vera,
- og taka so drong av lívi."
- 8.
- Óluva stendur í högaloft ein,
- mælir hon við sín skeinkisvein,
- tað ræður frúgv at fregna:
- "Eg hoyri harpur og hargeir troðin,
- og merkini eru til hallar komin,
- Krist gevi tað fyri góðum gegna!"