Niðagrísurin í Ónagerði
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
![]() |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Millum søgurnar um hin tiltikna gandakallin Guttormur í Múla, er eisini ein um ein niðagrís ið spøkir eftir prestinum. Søgan vísir helst til somu hending sum liggur til grund fyri søgnini um niðagrísin í hosuleggaldinum:
Ein arbeiðskona í Ónagerði (prestagarðurin á Viðareiði) hevði dripið eitt leysingabarn og grivið tað niður.
Tað gekk aftur sum niðagrísur og fór til Klæmint prest at krevja sín rætt av honum. Kristna jørð vildi tað hava. Ongantíð fekk hann frið fyri tí, um næturnar lá tað og seyg føturnar á honum.
Prestur varð heilt neyðarsligur, kom upp í tussarak og var illa mentur at ganga. Hann sendi boð eftir Guttormi og kærdi sína neyð fyri honum, hann fór skjótt at doyggja, helt hann.
Guttormur bað prestin lata seg fáa kjóla og pípukraga at fara í og geva sær kirkjulyklarnar. Men ikki eitt eyga mátti síggja, skipaði hann fyri. Hvør lúka skuldi í topp og eingin hurð gloppast. So mikið var tó kagað, at ein arbeiðskona í Ónagerði fekk at síggja alt eiðið standa sum í einum loga, meðan hann fekst við at beina niðagrísin burtur. Tá ið Guttormur kom aftur, var prestakjólin brendur uppi á honum.
Eina kúgv gav harri Klæmint honum í løn aftur fyri hjálpina, og síðan hevði hann frið.