Nykurs vísa
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
V. U. Hammershaimb
Færøsk antologi
København 1891
(Uppskrift eftir Sofia Danielsdatter úr Fámjin í 1848.)
1.
Nykurin læt sær klæði skera,
- Harra mín -
tí at hann vildi ein riddari vera.
- Um summarið, tær allir fuglar syngja væl. -
2.
Nykurin gekk í kirkjuna inn,
prestar hildu messur fimm.
3.
Nykurin gongur á kirkjugólv,
prestar hildu messur tólv.
4.
Elsa lítla smílir undir lín:
"Krist gevi, tann riddari hann var mín!"
.............
5.
Han trådte over skamler en og to:
"Else lille, giv mig tro!
6.
Else lille, troloves mig!
otte borger giver jeg dig."
7.
Else lille rækker hånden fra sig:
"jeg giver dig tro og følger dig."
8.
Der de komme i rosenslund,
da lyster Else lille at hvile en stund.
9.
"Hør du, ridder, hvad jeg spør dig:
hvor ere de borge, du lovede mig?"
..........
10.
Eitt er í vatni, annað er í sjógv,
fært tú meg, tá hevur tú nógv."
11.
Elsa lítla lítur seg upp í fjøll:
"eg meini, tú ert eitt nykartrøll."
12.
Nykurin leyp í vatnið út,
eftir stóð Elsa við sorg og sút.
13.
Nykurin leyp í vatnið kátur,
hálvur maður og hálvur bátur.
14.
Skundaði hon so snarliga heim,
hon takkaði Gudi, hon fekk ikki mein.