Regin í Toftun
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
Lesibók
Tórshavn 1911
Regin í Toftun
Regin í Toftun[1] suðuri í Vági í Suðuroy var ein rættur ivirgangskroppur, herviligur gandakadlur og viðgitin firi stirki; men ikki var hann sagdur at vera vitugur maður. Hann átti adlan Toftahaga (átta merkur í jørð), hálvan Lambhaga og Tórishaga, ið eru næstir Sunnbiar bigd (báðir átta merkur), og í Hamrahaga skuldi hann eisini eiga, so at ogn hansara var ein fjórðingur av adlari Vágsbigd.
Eina ferð hevði hann verið í Mikinesi og sæð eina kúgv har, sum var eins litað og ein kúgv hansara sjálvs, ið deyð var. Hann fór so einsamadlur á einingi í báti attur til Mikines, legði sína deyðu kúgv upp har, tók hina inn í bátin í staðin og róði so heim attur. Tá ið hann kom suður firi Nípubakka (norðanfiri Kvalvík í Suðuroy), fekk hann andstroymi ; vestfalsbroddur kom á hann. Hann róði tvær reisur til av ødlun alvi, men báturin rak attur. So fór hann í íikkuna ettir punginun, tók eina trístrenda nál upp úr og rendi gjøgnun nasarnar í øði, so blóðið spruttaði út ígjøgnun. Tá gekk báturin.
Siður var tá í tíðini, at, tá ið grasningur var (trætni um hagamark), gingu tveir menn, ein firi kvønn partin, saman at glímast, og var tað kadlað "hólmgonga". Rættur var tá, at tann, ið vann, setti markið har, sum hann og hansara partur ætlaðu, at tað skuldi vera
Frásagnir eru um tríggjar glímur, ið Regin hevði um hagamark.
Ein steinur er eysturi í túninun í Toftun, sum søgn gongur um, at tann, ið dettur um hann, kemur ikki skaðaleysur upp attur. Dráttur var ímidlun Nesbóndan og Tofta-bóndan um markið. Bæði neyt, seyður og ross gingu úr Neshaganun inn á Toftagarðin. Nesmenn settu ein íslending, sum var hildin at vera sterkur í gandi, til at berjast ímóti Regini, og bardagin stóð heima í Toftatúninun. Regin sifti íslendingin, so riggur hansara kom tvørtur um hin áðurnevnda steinin og brotnaði. Regin gjørdi tá einsamadlur marknagarðin ímidlun Nes og Tofta ettir sínun tikki (bróstið Nesmegin, so neytini skuldu ikki sleppa inn á Toftahaga). Sjálvur sat hann og virkaði hosubond, meðan flagtorvurnar, seks og sjey, komu brestandi og løgdu seg á garðin.
Eitt smalt stikki av Botnhaga, húshagin, gongur niður ímidlun Gjógvaráfjals og Toftahaga (Botnhagin sjálvur er í erva). Harum stóð trætni midlun Regin í Toftun og Gjógvarámenn, tí báðir partar kannaðu sær adlan húshagan. Gjogvarámenn, sum áttu ogn i Botnhaga, viidu sleppa við markinun í Longutrøhodn, men Regin viidi hava tað heilt upp í Gjógvarágjógv. Hólmgonga var samrádd, og Gjógvarámenn valdu Dánial við Gjógvará, ið eyknevndur var Krókurin, til at berjast ímóti Tofta-Regini. Eyknevnið Krókurin hevði hann av tí, at hann vildi altíð krøkja sær meira til, enn hann átti. Ein garð gjørði hann, sum vendi bakið ímóti Botnhaga og bróstið ímóti Gjógvaráfjadli, so tað ið leyp inn um av seyði slapp ikki út attur — tað krøkti hann til sín. Hann var bæði stórur og sterkur og hildin at vera vitugur maður. Hólmgongan stóð "uppi á lág" (omanfiri húsini í Smidlun), mitt ímidlun Gjógvaráfjals og Longutrøhodns. Regin hevði ta firstu siftuna, men hin fedl ikki, tí hann var frálíka fótgóður, og tó at Regin hevði hann høgt upp í loft, kom hann standandi niður attur. So fór við imsun siftun, ið Regin gjørdi, at hin fedl ikki; men av tí, at Gjógvarámaðurin hevði minni megin, sifti hann ikki attur ímóti, uttan ansaði bara sær sjálvun, at hann skuldi ikki fadla, og ætiaði á henda hátt at lúgva Toftabóndan. Regin, sum hevði varhuga av tí, ilskaðist og segði, at hetta var ikki firi mark, at hann sifti ongantíð. Gjógvarámaðurin varð tá noyddur at gera eina stiftu; men í tí sama setti Regin fót firi hann, so hann fedl, og Regin kom omaná. Tá tók Gjógvarámaðurin ein knív fram, sum hann hevði goymt uppi á sær, og rendi í lærið á Regini. Av hesun stingi varð Regin so skakkur, at hann sprakk á føtur, brá sær avstað alt í senn og rópaði upp í há, at hin hevði stungið hann; men Gjógvarámaðurin helt fram, at hann hevði vunnið, av tí at Regin flíddi undan honun. Teir átta menn, ið kjástaddir voru sum vitnir, søgdu so, at Gjógvarámaðurin hevði vunnið, og markið kom at vera Longutrøhodn.
Um hetta leitið var eisini nógvur dráttur ímidlun Sunnbingar og Vágbingar. Báðir partar valdu tá kvør sín mann til at gera Lopransgarð í felagi. Regin í Toftun, ið var firi Vágbingar, vildi hava hann suður undir Heyggj (Sunnbiarmegin), men Regin í Hørg, eyknevndur "Sunnbiarkleyvin", vildi hava hann upp í Eiðishamar (Vágsmegin). Teir sameintust so um, at kvør skuldi gera frá sínun enda: Regin í Toftun eystara endan og Regin í Hørg hin vestara, og so møtast á miðjuni. Garðurin kom tí at ganga uppá skák báðumegin frá, imsar vegir snúaður, krókaður og skinklaður. Men enn var stríðið ikki endað, tí báðir partar vildu ognast Lopranshólm vestaníiri Lopranseiði, har sum markaskjalið var ímidlun báðar bigdirnar. Avrátt varð tá, at hólmgonga skuldi enda stríðið. Vágbingar sendu Tofta-Regin, Sunnbingar Regin í Hørg ("Sunnbiarkleyvin"), ið tá var høvuðsmaður í Sunnbø. Hann átti adla Blæðingina (fjúrtan merkur) og helvtina av Sunnbiar bigd. Stórur og stimburmikil maður var hann. Tofta-Regin gav seg treyður til, tí Gjógvarámaðurin hevði loypt ekki á hann, tá ið hann stakk hann. Men av tí, at Dánial við Gjógvará var deyður hálvt ár ettir tað, at hann hevði haft hólmgonguna við Regin (gandaður, hildu fólk, av honun, ið so vildi hevna seg firi stingin), so var eingin ettir í Vági uttan Regin, ið tordi at mæta mátt sín móti Sunnbiarkleyvini. Vágbingar lovaðu honun fjórðing av hólminun og eggjaðu hann so til hólmgonguna. Dagin ettir Jóansøku gingu báðir saman at glímast í Lopransdali; men áðrenn teir vóru áfastir, varð ettir bøn Tofta-Regins Regin í Hørg rannsakaður, um hann hevði knív edla annað drepandi vápn uppi á sær. Fíra Sunnbingar og fíra Vágbingar voru kjástaddir sum vitnir, Leingi bardust teir, tí báðir vóru nakað javnir bæði til stirki og til fótíimleika. Aðrakvørja sifti átti kvør teirra. Sólin var gingin um eina hálva økt, og enn ivaðust menn í, kvør ið mundi fara at vera við ivirlutan. So gjørdi Sunnbiarkleyvin eina siftu, men tað var alt í senn, at hin sifti attur ímóti og maktaði siftuna. Sunnbiarkleyvin fór øvigur um eina túgvu og Tofta-Regin omaná. Ikki vildi hin firri tó fadlast á, at hann var løgliga vunnin, tí — segði hann — sjónin gekk frá honun, í tí at hann sifti, og tað var av ganði Tofta-Regins; men Tofta-Regin segði, at tað kom bert av tí, at mátturin bilaði honun; hann var útlúgvaður — tí fedl hann. So varð hólmurin dømdur Vágbingun til. Men so pøstur var Regin av hesun bardaga, at hann gjørdi hilniseið uppá, at hann skuldi ikki nema mann attur uttan eingjargarðin. So skarpt hevði hann fingið.
Stutt ettir hetta kom ein biddaraflokkur til Tofta. Teir bóðu Regin um olmussu og hildu seg eiga hana heimiia; av tí at teir høvdu heitt á halga verjara teirra í himli og biðið um sigur firi hann, og gingið hevði ettir bøn teirra. Men Regin, sum var neyvur og tað við lít, idlbrínskaðist við og svór, at kvørki hevði hann givið edla vildi nakrantíð geva olmussu. Tá segði ein av biddarunun, at tann, sum ráddi firi ødlun, hevði vald á tí, um hann vildi, at gera hann so fátækan onkuntíð, at hann vildi vera fegin at tiggja olmussu. Tá var Regin reint í fluktini og legði dírt við, at hann skuldi kvørki geva edla tiggja olmussu á sínari ævi; edia skuldi hann eita orðloysingur og meinsvorin.
Regin í Hørg átti ein son, sum æt Jenis og búði í Laðangarði. Trí ár ettir tað, at faðirin hevði ligið undir í hólmgonguni, hevði hann gift seg. Ólíkur var hann pápanun í skapi, hevði ikki góða muru og var út av lagi hevnisamur. Hann stundaði tí nógv á at hevna tap faðir síns uppá Tofta-Regin. Tá ið hann frætti um biddararnar og heitstreingi Regins, hugsaði hann, at nú skuldi hann sæta honun.
Ein dagin um heystið høvdu Sunnbingar verið á fjadli at taka skurð, og Jenis hevði fingið nógvan seyð. Hann orðaði tá við húskadlar sínar og segði, at tann av teimun, sum vildi taka ein av geldseyðunun, ið lógu á roykstovugólvinun, fara við honun sama kvøld til Tofta-Regins og bera tey boð, at hetta var olmussa frá Jenisi í Laðangarði, skuldi fáa í løn firi hesa gerð tann besta geldseyð, á gólvinun lá, og har atturat vinskap sín. Tá stóð ein av húskødlunun, ið nakað gjøðin var, fram og segði, at um husbóndin vildi læna honun hest sín, skuldi hann hætta á tað váðaverkið. Jenis ettirlíkaði honun og læt hann fáa hestin. Hesin hestur var so einstaka góður og hartil so væl vandur, at Jenis kundi, tá ið hann sat á bakinun á honun, taka kvat seyð hann vildi, um tað so var tann versti vargaseyður; hesturin tók seyðin og helt honun ímidlun frambeinini, til Jenis var farin av baki og hevði fingið í hann. Tað var seint á kvøldi, tá ið húskádlurin kom til Tofta. Hann bindur hestin vestanfiri húsini, "vesturi á fløtti", og fer so inn við geldseyðinun á baki. Liðið er um nátturðarmála og komið at niðurfaringartíð. Regin hevur etið nátturð og latið seg úr hósun og brókun. Hann situr nú í berari stúku á eldbríkini og gleiðar uppi ivir eldinun við fótunun á grúgvusteininun til at verma seg. Sunnbingurin kemur inn firi gáttina, blakar seyðin á roykstovugólvið og sigir: "Húsbóndi mín, hin navngitni Jenis í Laðangarði, hevur frætt, at tú Regin, hevur strongt tað heiti ikki at geva edla taka olmussu ; til tess at tú nú kant vera bæði orðloysingur og meinsvorin, sendir hann tær henda geldseyðin í olmussu." Sunnbingurin brá sær við, táið hann hevði sagt hetta, og var úti av durunun alt firi eitt og uppi á hestinun, Regini var dátt við í firsta bragðinun; hann sat sum í ørviti eina pinkulitla løtu. So leyp hann upp, skræddi seg í brøkurnar og sprakk á dir algoystur ettir Sunnbinginun, sum tá var komin mitt ímidlun Toftahúsini og Kvanndalshúsini. Birgur var hin gamli enn og fótfimur, tó at hann var væl við aldur, og slik var bræðin á honun, at hann leyp hestin attur. Vestur um bigdina fóru teír, ettir sandinun — tá var skamt ímidlun teirra — og tá ið hesturin skuldi leypa um Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, var Regin so nær, at hann treiv um halafaxið á honun. Hesturin leyp, men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinun og strongdi á so fast, at hann sleit faxið út úr og datt øvigur attur við tí í hondini. Hesturin stoyttist ettir høvdinun út um garðin, og húskadlurin rendist beint fram av. í somu stund mintist Regin á eiðin, ið hann hevði svorið, og rópaði ettir honun: "Bannaður verði tú, idlgerðarmaður! Ikki skuldi tú borið boð í bíggj, hevði eg ikki svorið hilniseið ikki at nema mann attur uttan eingjargarðin. "
Tá ið Regin kom heim attur í Toftir, var hann so alrasin og ovursintur, at hann bangaði geldseyðin, morðaði hann sundir og tveitti hann út firi dir. Síðan dró hann hír á seg og gekk og hímaðist, legðist so av lungnasótt og beið ikki bót. Hann doyði á Pætursmessu; summi søgdu, at hann varð sjúkur av tí, at hann iðraði seg so ógvuliga um tær neisir, ið honun vóru vunnar ; men summi søgdu, at tað kom bert av tí, at hann hevði runnið ov hart. Og her endar søgan um Regin í Toftun.
Fotnoter
- ↑ Regin í Toftun mundi liva mitt í 15. øld.