Runsivals stríð
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
Lesibók
Tórshavn 1911
Runsivals stríð
Fíimti táttur av Karlamagnusarkvæði
- 1.
- Keisarin situr í hásæti,
- tað man ongan vara:
- "Hvör vil vera mítt sendiboð
- for Angelund kong at fara?"
- Ríða teir út av Fraklandi
- við dýrum drós í saðil,
- blás í hornið Ólivant í Runsival.
- 2.
- Tí svaraði Róland jall,
- tað var helst av sút:
- "Gýðin jall av ríkinum,
- vær nevna fyrst hann út."
- 3.
- "Fari eg fyri Angelund kong,
- komi eg ikki heim,
- tað skal verða tína ævi,
- onkur fellur gleim!
- 4.
- Fari eg fyri Angelund kong,"
- Gýðin jall talar av bræði:
- "tað skal verða deyði tín
- og fleiri dreingjum at skaða."
- 5.
- Hann gekk seg fyri Angelund kong
- við Emunds hövur í hendi:
- "Her er skattur av Fraklandi,
- sum Karlamagnus sendi!"
- 6.
- Kastar hann öllum vápnunum
- og öllum silvurbondum:
- "Hann skal harðan deyða tola,
- ið oss førdi hövur í hond!"
- 7.
- Tað var reystur Angelund kongur,
- sögur ganga frá,
- blóðigar kysti hann varrarnar,
- sum hövur á völli lá.
- 8.
- "Taka skal vonda Gýðin jall,
- leggjast skal hann í band,
- harðan skal hann deyðan tola,
- oss flýddi hövur í hand!"
- 9.
- Tí svaraði Gýðin jall,
- hann talar so for seg:
- "Líkari var tín son at hevna
- enn at drepa meg!
- 10.
- Eg havi hoyrt frá kempu sagt,
- sunnan úr öðrum londum,
- hann verður ikki við vápnum vegin,
- tekst hann ikki við hondum.
- 11.
- Eg havi hoyrt frá kempu sagt,
- tilíka onga spurt,
- vinnur hann eingin í verðini,
- møðist hann ikki burt.
- 12.
- Lat tú tær alt liðið samla
- valdra manna tjóð
- av teim átjan Blálondum,
- sum eingin skín á sól.
- 13.
- Tríggjar skaltú herirnar
- av tínum landi gera,
- og útí tann triðja
- skaltú sjálvur vera."
- 14.
- Aftur kom vondi Gýðin jall
- á ein heilan dag,
- tað kom mongum illa við,
- um Róland hann fekk skaða.
- 15.
- "Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
- tað tali eg til tín:
- nú kemur reysti Angelund kongur
- at hevna faðir sín!
- 16.
- Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
- eg beri tær boð til handa;
- undir fjalli Aspermund,
- har skal stríðið standa."
- 17.
- Nú skal lata brúnna gera
- yvir ánna Rín,
- skula so allir tólv javningar
- royna roysni sín.
- 18.
- Nú skal lata brúnna gera
- yvir ánna í dal,
- skula so allir tólv javningar
- ríða í Runsival."
- 19.
- Tað var vondi Angelund kongur,
- brynjar út fyrsta her,
- ríða so í Runsival,
- vita, hvussu fer.
- 20.
- Snarliga búgva teir síni ferð
- við albrynjaðar hestar,
- ríða so í Runsival,
- jörðin tókti bresta.
- 21.
- Koma nú allir dalar fullir,
- fjöllini eru avtakin,
- síggja so mangar hövdingar
- ríða sær á baki.
- 22.
- Tí svaraði Ansias,
- risti fyri sær kross:
- "Eg sær so mangar heidningar
- ríða móti oss "
- 23.
- Tí svaraði Ólavur jall,
- tá hann sá heiðin her:
- Róland, blás nú í tín lúður,
- vita, hvussu fer!"
- 24.
- "Gud lati ei tað frættast heim,
- eg standi í snildarbragdi,
- at eg ræðist heidningar
- at stríðast mót oss í dag!
- 25.
- Gud lati ei tað frættast heim,
- eg standi í snildarmeingi,
- vit skula högga títt um stund
- og standa so væl og leingi!"
- 26.
- Róland ríður í Runsival
- sum aðrir Frankismenn,
- so fellir hann heidningarnar,
- hundrað um í senn.
- 27.
- Róland ríður í Runsival,
- sum blóð man vekja ofta,
- tá var at líta blóðugt merki,
- Dýrindal fór á loft.
- 28.
- Róland ríður í Runsival
- við Dýrindal í hendi,
- höggur so títt á báðar hendur,
- mangan sveita rendi.
- 29.
- Eingin kom aftur av öllum teim,
- heidna manna her,
- uttan jallin á Upplondunum,
- sak var hann ikki verð.
- 30.
- Hans var hjálmur av hövdi skorin,
- hövdu tað menn við orði,
- átjan hevði hann ólivssár,
- hann stóð fyri kongins borði.
- 31.
- Aftur sigla Angelunds menn,
- teir kæra sína neyð:
- "Fallið er nú liðið alt,
- og ikki er Róland deyður."
- 32.
- "Ongan torið tær friðskjólin
- vænta tygur av mær,
- fyrr enn tær førið Rólands hövur
- higar for míni knæ!"
- 33.
- Tað var vondi Angelund kongur,
- brynjar út annan her,
- ríða so í Runsival,
- vita, hvussu fer.
- 34.
- Snarliga búgva teir síni ferð
- við albrynjaðar hestar,
- ríða so í Runsival,
- jörðin tókti bresta.
- 35.
- Koma nú allir dalar fullir,
- fjöllini eru avtakin,
- síggja so mangar hövdingar
- ríða sær á baki.
- 36.
- Tí svaraði Ólavur jall,
- tá hann sá heiðin her:
- "Róland, blás nú í tín lúður,
- vita, hvussu fer!"
- 37.
- Hornið setti hann á sín munn,
- tá blæs hann so harðan,
- tíggju mílur og tuttugu,
- tá skulvu torpar og garðar.
- 38.
- Svaraði Nemus hertugin,
- fyri borði har hann stendur,
- "Róland er í víggi staddur,
- honum er vandi á hendur!"
- 39.
- Svaraði vondi Gýðin jall,
- gudssvikarin versti:
- "Róland skemtar liðið sítt,
- har hann situr á hesti."
- 40.
- Róland ríður í Runsival
- sum aðrir Frankismenn,
- enn feldi hann heidningarnar
- hundrað um í senn.
- 41.
- Róland ríður í Runsival
- við Dýrindal í hendi,
- höggur so títt á báðar hendur,
- mangan sveita rendi.
- 42.
- Aftur sigla Angelunds menn,
- kæra sína neyð:
- "nú er annað liðið fallið,
- ikki er Róland deyður."
- 43.
- "Ongan torið tær friðskjólin
- vænta tygur av mær,
- fyrr enn tær førið Rólands hövur
- higar for míni knæ!"
- 44.
- Tað var vondi Angelund kongur,
- brynjar út triðja her,
- ríða so í Runsival,
- og vita, hvussu fer.
- 45.
- "Nú skal lata liðið samla,
- landamanna tjóð
- av teim átjan Blálondum,
- sum eingin skín á sól."
- 46.
- Út ríður hann Angelund kongur
- við sín skjóldin fríða,
- níggju kongar og áttati
- undir hans merki ríða.
- 47.
- Har kom heidningin Langalív,
- verdur var hann tað versta,
- átjan alin var bulur hans
- upp frá saðil og hesti.
- 48.
- Langalív eri eg kallaður,
- so eri eg nevndur at navni,
- mangan havi eg kristnan mann
- skilt við gleði og gamni."
- 49.
- "Nú skal taka mín hvölla lúður,
- spara hann ei at koyra,
- vita, um keisarin Karlamagnus
- man meg nakað hoyra."
- 50.
- Hornið setti hann á sín munn,
- tá blæs hann so snjallan:
- einar portardyrnar upp
- og aðrar aftur falla.
- 51.
- Hornið setti hann á sín munn,
- tað var mest av móði,
- niður spitust drykkinir,
- á keisarins borði stóðu.
- 52.
- Ólavur ríður í herin fram,
- Langalív honum á baki:
- "Tú skalt ikki rósa av,
- at eingin var tín maki!"
- 53.
- Olavur jall tók báðar hendur
- aftur um hattargerð:
- "Tú skalt ikki, vondi hundinsson,
- rósa, hvat tú gert her!"
- 54.
- Blóð sprakk undan naglarót,
- Ólavur spenti alva,
- meðan hjó hann Langalív
- búkin niður í nalva.
- 55.
- Róland ríður í Runsival
- við Dýrindal í hendi,
- höggur so títt á báðar hendur,
- mangan sveita rendi.
- 56.
- Hornið setti hann á sín munn,
- tá blæs hann so harða,
- tá skulvu hjá keisarinum
- bæði borgir og garðar.
- 57.
- Hornið setti hann á sín munn
- í tí triðja sinni,
- tá blæs Róland kongins frændi
- bæði vit og minni.
- 58.
- Tað var reystur Ólavur jall,
- tað var mest av fári:
- hann högg niður í Rólands hjálm,
- so svörðið stóð í hári.
- 59.
- "Hoyr tað, reysti Ólavur jall,
- tað tali eg til tín:
- tungur ertú í höggunum,
- landsbróðir mín!"
- 60.
- Svaraði reystur Ólavur jall,
- snarliga hann sær vendi:
- "Hjálpi mær faðir av himmiríki,
- eg teg ikki kendi!"
- 61.
- Hann vendi aftur í atreið teirri,
- sigst í hesum tátti,
- feldi niður av heidningunum alt tað,
- hann formátti.
- 62.
- Svaraði Nemus hertugin,
- fyri borði har hann stendur:
- "Róland er í víggi staddur,
- vandi er honum á hendur!"
- 63.
- Taka skal vonda Gýðin jall
- og leggja hann í bond,
- harðan skal hann deyðan tola,
- komi eg lívs í land.
- 64.
- Eg havi fingið skaða í ár,
- Guð biði eg hann bøta,
- mist havi eg Róland, frænda mín,
- og tólv javningar søtar!
- 65.
- Róland var mín systirson
- bæði til hand og fót,
- kemur hann ikki livandi heim,
- eg biði tess ikki bót."
- 66.
- Tá var blóð í Runsival
- rætt sum onnur fljóð,
- villir fóru tólv javningar,
- hvör mót öðrum sló.
- 67.
- Róland livdi longst av teim,
- varð sum Harra Gud vildi,
- allar bar hann tólv javningar
- saman á reyðum skildi.
- 68.
- Tríggir vóru marmorasteinar
- settir saman í kross,
- Róland settist undir ein,
- so er greint fyri oss.
- 69.
- Fram gekk ein av heidningunum,
- kalla hann riddaran spaka,
- hann hevði tað í hug hjá sær
- Rólands lúður at taka.
- 70.
- Ikki hevði hann andan mist,
- eyguni sundur brá,
- hann sló tann træl við gyltan lúður,
- so heili á horni lá.
- 71.
- "Harra Gud í himmiríki
- veiti mær tann ting:
- eingin beri mín búgvin brand
- fyri uttan mín javning!"
- 72.
- Keisarin gekk at kirkjuni,
- til bønar hann var:
- "Harra Krist gevi nú sigur í dag,
- at hevna frænda vár!"
- 73.
- Og so ríða Frankismenn
- blokkar og bleytar mýrar,
- tá mátti síggjast átjan hundrað
- stíga til saðildýra.
- 74.
- Keisarin ríður vegin fram
- við so mikið mein,
- hann sær Róland frænda sín
- millum tógva steina.
- 75.
- Keisarin ríður vegin fram,
- snarliga hann sær vendi,
- hann sær Róland, frænda sín,
- við Dýrindal í hendi.
- 76.
- Vindur hann svörð úr hjaliinum
- bæði við sorg og sút,
- Ólivant horn og Dýrindal
- hann varpar á vatnið út.
- 77.
- Mikil var tann bønin,
- ið Karlamagnus bað:
- sólin stóð í tríggjar
- rætt í nóns stað.
- 78.
- Sólin stóð í tríggjar öktir,
- dagurin ikki at líða,
- enntá hevndi Karlamagnus
- tólv javningar sínar.
- 79.
- Keisarin ríður í Runsival
- við sítt skeggið hvíta,
- tað var eingin av heidningunum
- mót honum tordi líta.
- 80.
- So reið keisarin Karlamagnus,
- næstan jörðin brast,
- møtti honum Angelund kongur,
- hann sipaði til so fast.
- 81.
- Teir högga títt, teir líva lítið,
- tað er seggja gaman:
- eldur reyk av svörðunum,
- tá ið oddar böru saman.
- 82.
- Keisarin gav so mikið högg,
- öllum tókti undur:
- hann hjó reysta Angelund
- kong av í kníggjum sundur.
- 83.
- Tað var reysti Angelund kongur,
- læt ikki á sær finna:
- setti stubbarnar niður í jörð
- og bardist ikki minna.
- 84.
- Ruddu teir á Angelunds kropp
- fjöruti mannabúkar,
- hann var ikki við vápnum vegin,
- har fyri mátti hann lúta.
- 85.
- Tað var keisarin Karlamagnus,
- sínum svörði brá,
- hann kleyv reystan Angelund
- kong sundur í lutir tvá.
- 86.
- Tað var keisarin Karlamagnus,
- alt var sum hann vildi,
- allar førdi hann tólv javningar
- saman á reyðum skildi.
- 87.
- Tað var vondi Gýðin jall,
- hann var maðurin versti,
- tóku teir hans ónda kropp,
- slitu hann millum hesta.
- 88.
- Tóku teir vonda Gýðin jall,
- hongdu hann upp í træ;
- tað var mær av sanni sagt,
- ravnar rivu hans ræ.
- 89.
- Eg kann ikki longur kvöða,
- enn kvöðið er fyri mær:
- allar førdi hann tólv javningar
- til Jorsalagrav við sær.