Signild og dvørgurin (A)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði

Úr savninum hjá V. U. Hammershaimb 1847


Signild og dvørgurin (A)



(Heimildarfólk var Elsebeth í Túni í Hvalba í 1848)



1.
Signild sló sín vevin fast,
- saðlið mær horsið fríða -
hvíta mjólk av bróstum sprakk.
- Fram, fram, hvør ærligur mann,
til hóvar lati eg ríða.

2.
"Men hoyr tú, Signild, dóttir mín,
hví springur mjólk av bróstum tín?"

3.
"Tað er ei mjólk, tað sýnist so,
tað er tann mjøður, eg drakk í gjár."

4.
"Tvey eru tingini, bæði eru ólík,
brúnur er mjøður, men mjólk er hvít."

5.
"Tað dugir ei at dylja fyri teg,
dvørgurin hevur lokkað meg.

6.
Tað er fult í fimtan ár,
dvørgurin vandist higar til vár.

7.
Fimtan havi eg børnini borið,
eingi havi eg klæðini skorið.

8.
Fimtan havi eg børnini átt,
eingi havi eg við eygum sætt."

9.
Dvørgur stóð ei langt harfrá,
hann stóð við dyrnar og lýddi hará.

10.
Dvørgurin inn í hallina gekk,
gullband um hans herðar hekk.

11.
Hann tekur í Signilds ljósu hand
og leiðir hana so til steinin fram.

12.
Hann sló henni við hermalín,
leiðir hana so í stein til sín.

13.
Hann setti undir hana tann gylta stól,
fimtan sveinar for borði stóðu.

14.
"Tíggju skulu leika fyri teg,
fimm skulu spæla fyri sjálvan meg.

15.
Summir kunnu ringja
og langan lest at syngja.

16.
Summir kunnu at spæla væl
bæði rúnir og langaspæl."

17.
Dvørgur fekk so stóra neyð,
tá ið Signild lá í steini deyð.

18.
Dvørgur fekk so stóra sorg,
so rýmdi hann úr teirri borg.