Sjódreygil
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
![]() |
V. U. Hammershaimb
Antiquarisk Tidsskrift
udgivet af
Det Kongelige Nordiske Oldtids-Selskab
1849-1851
Sjódreygil (sjódreygur) stendur eftir sólsetur ofta á útskerum; tá ið menn fara til útróðrar, rópar hann ofta til teirra, og biður lova sær í bátin; teir hava stundum tikið hann inn og sett hann á bekkin til at rógva; meðan hádimmið er, rør hann minst móti tveimum monnum, so sterkur er hann. Sjódreygil kann væl at leggja mið, um tað ikki er ljóst. Men tá ið líður út móti degi, minkar hann, og vegrast (veðrast) burtur í einki, tá ið sól rísur upp úr havi. Teir hava rist kross fyri hann, men alt tað hevur roða meira og meira fyri sól í eystri, hevur hann eymari biðið fyri sær og bøna mennirnar at sleppa sær burtur.
Eina ferðina sleptu teir honum ikki, men tá ið sól var uppkomin, hvarv hann, og tá lá ein breiðageisli eftir á bekkinum; tí sjódreygil sigist at hava skapað breiðageislan av fólki á seg, og av teirri orsøk verður breiðageislin liggjandi eftir, tó dreygurin sjálvur hvørvur ella verður dripin.
Tílíkar hvørvisjónir eru við honum; tykist hann stundum líkjast manni, stundum hundi; hann tykist vera móreyður at liti; tútar og ýlur, so tað má hoyrast langan veg; eldur rýkur úr honum, tá ið hann sæst á landi; hann hevur ikki meira enn ein fót (ella sporl), men kan tó at hoppa langt á honum; sporini hava sæst eftir honum í kavanum um veturin. Tá ið hann møtir manni á landi, roynir hann at odda hann út á sjógv, men hevur tú hund hjá tær, sakar teg einki.