Stefan úti á Bø
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
![]() |
Færøske Folkesagn og Æventyr
Jakob Jakobsen, København 1898-1901
Steffan úti á Bø í Svínoy var gandakallur. Eitt heystið vóru Svíningar á fjalli suðuri í bergi og rættaðu á Líðarmunna. Stuttur vegur var at bera seyðin úr rætt og heim á fløtuna (har vóru teir vanir at sleppa hagseyðinun og síðan reka hann heim til húsa). Steffan hevði tikið kenningarær, sum hann átti. Tá ið teir fóru undir at bera beim úr rættini, segði Steffan við ein drong, ið kallaður var Almarsdrongur:
"Hevði tú viljað borið mær hesa ærina heim á fløtuna!"
Drongurin sýtti, tók eitt lamb húsbónda síns og skuldi fara heim við. Steffan fór tá sjálvur undir sína ær og segði við drongin, ið hevði sift lambið uppá seg:
"Statt tú her!"
So gekk Steffan heim og kom aftur, og enn stóð drongurin undir lambinun.
"Armi stakkal, stendur tú her enn?" segði Steffan - "so gakk nú meðani!"
Tá firsta slapp drongurin avstað við lambinun.
Ilt var ímillun Steffans og ein gandakall suðuri í Sandoy. Ein dagin, sum Steffan gekk uppi á Hamri, kendi hann ilsku á sær og helt seg vita, at hetta var sending frá Sandinginun. So rak hann tað illa niður í eina túgvu, ið har stóð, og síðan var túgvan horvin.
Eina ferð, meðan Steffan var í Havn, tosaðu embætismenninir har um at senda bát norður til Svínoyar til at lata rannsaka kistu hansara, sum hann skuldi goyma síni gandaevni í. Steffan hoyrdi graml um hetta, og tá ið menninir komu norður, var kistan tóm og botnurin úr.