Trøllanes

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Antiquarisk Tidsskrift
udgivet af
Det Kongelige Nordiske Oldtids-Selskab
1849-1851


Trøllanes


So er sagt, at trøll fegin søkja hús hjá monnum, helst tá ið tey finnast tóm. Fyri norðan Núgvunes á Borgardali í Mykinesi er bygt eitt hús fyri seyðamennirnar at liggja í á summum ársins tíðum, tá ið teir sita hjá seyðinum at venja hann við snjóstøður ella hjálpa honum, tá ið hann er kavaður undir. Hesin hagaparturin liggur longst frá bygdini, sum er vestast á oynni. Eina náttina fór ein av seyðamonnunum hissini burtur í haga eystur á Borgardal, og tá ið eitt grumt æl kom á hann har, ætlaði hann sær at kroka inni í húsinum. Nú hann nærkaðist tí, hoyrdi hann innan frá gleim og dun. Hann fór at glugganum og varð nú varur við, at húsið alt var fult av trøllum, sum hildu sær at gaman, dansaðu og kvóðu:

Trum, trum, trallalei,
kalt er í fjøllum hjá trøllum,
betri er við hús í bakka
á Skálavøllum;
trum, trum, trallalei,
dansið tætt at durunum.

Verri sigst at hava gingist á Trøllanesi, sum er norðasta bygd í Kallsoy, tí hagar komu trøllini hvørja trettandu nátt tysjandi úr øllum ættum í so stórari múgvu, at bygdamennirnir máttu so samt flýggja haðani til Mikladals og sita har, meðan hetta herskapið var á Trøllanesi og leikaði har. Av hesum hevur bygdin fingið navn og er kallað Trøllanes.
   So bar til eina ferðina, at ein gomul kelling var ikki ment at flýggja við hinum bygdarfólkinum, og mátti tí liggja eftir heima trettandu nátt. Hon legði seg undir eitt borð í roykstovuni og krógvaði seg har, at trøllini ikki skuldu síggja hana.
   Nú ið leið út á kvøldið, sá hon trøllini tyrpast inn um dyrnar sum seyður í rætt, og so mong at ikki fekst tal á. Tey fóru tá straks at halda gleim og dynja sum harðast. Men sum tey vóru í kátasta lagi, fór hon at rópa, har hon hevði fjalt seg undir borðinum:
   "Jesus náði meg!"
   Tá ið trøllini hoyrdu tað signaða jesusarnavnið, sum tey øll ræðast og hata, tá fóru tey øll at nýsta og søgdu við hvørt annað:
   "Giðja loypti splitt í dansin."
   Harvið hvurvu tey øll út av húsinum, og hava síðani ikki torað at gera hesari bygd ófrið. Tá ið nú fólkini eftir hátíðina komu heim aftur frá Mikladali, væntaðu tey at finna gomlu Giðju deyða; men hon var tó á fótum og kundi siga teimum frá, hvussu hevði gingist henni við trøllunum.