Trøllið í Áradal (A)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Føroysk kvæði


V. U. Hammershaimb
Færøsk antologi
København 1891


Trøllið í Áradal (A)



(Heimildarfólk var Petur við Á í Øravík í 1848.)



1.
Hava tit hoyrt frá Áradal,
har rennur ein føgur á,
har kom frúgvin Margreta,
hon kembur sítt hár og tvár.

    Niðurlag:
Burt skal eg ørind ríða,
hvør er mær betri.
blanki ella brúni,
brúni ella reyði?
burt skal eg ørind ríða.

2.
Har kom frúgvin Margreta,
kembur sær og tvár,
hon var føst við jørðina,
har hon settist á.

3.
Hon var føst við jørðina,
har hon settist á,
gullkambur í hárinum,
og hondin omaná.

4.
Svaraði tað hitt ljóta trøll
í vatni, har tað var,
"mangari havi eg neyðir veitt
og heystað har einki av.

5.
Hvussu mikið reyðargull
vilt tú mær til veita,
eg loysi teg frá jørðini
gullkamb úr hári at greiða?"

6.
"Hvørki gull ella aðrar gávur
vil eg tær til veita:
eg gevið tær tað fyrstu kind,
ið mær er lagað at eiga."

7.
"Nú gavt tú mær gávuna,
sum mær tókti mun:
tað býr undir lindini
bæði dóttir og son."

8.
Frúgvin læt sær við barni ganga
níggju mánaðir taldar,
til at teirri stundini leið,
hon føðir ein son so baldan.

9.
Kongur situr í hásæti,
mikið um tað tókti:
frúgvin fell á tiljubekk,
hon føðir son og dóttur.

10.
Hon læt tey til kirkju bera,
teimum geva navn:
hana kallar hon Gullborg,
hin unga Eirik hann.

11.
Tey vóru borin frá kirkju heim
aftur fyri móður sín,
meira læt hon røkta tey,
enn alt sítt gull í skrín.

12.
Tey vóru borin frá kirkju heim,
sett á móður knæ,
meira læt hon røkta tey
enn alt sítt gull og fæ.

13.
Margreta kemur út árla morgun,
tykist komin í vanda,
hon sá tað hitt ljóta trøll
fyri kirkjuhyrni standa.

14.
Svaraði tað hitt ljóta trøll,
komið fyri hallardyr:
"Margreta, halt nú gávuna,
ið tú hevur lovað fyrr!"

15.
Svaraði frúgvin Margreta,
fellir møðig tár:
"tú fært ikki, títt ljóta trøll,
míni børnini smá."

16.
"Lovi eg tær at fostra tey
væl í fimtan ár,
bæði skalt tú missa tá
og fella fyri tey tár.

17.
Lovi eg tær at fostra tey
væl í fimtan vetur,
bæði skalt tú missa tá,
tað líkar tær ikki betur."

18.
Eitt kom æl av útnorðri,
rapar í fjalli sum stein,
burt hvurvu systkin tvey
faðir og móður til mein.

19.
Eitt kom æl av útnorðri,
rapar í fjalli sum grót,
burtur hvurvu systkin tvey
faðir og móður ímót.

20.
Hann læt teimum seingir smíða
á so mangan hátt,
hann legði tað yngstu Gullborg
við tað ytstu gátt.