Sigmundar kvæði

Fra heimskringla.no
Revisjon per 22. apr. 2024 kl. 09:54 av Knut (diskusjon | bidrag)
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif
! Faeroysk.gif


A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911


Sigmundar kvæði



Fyrsti táttur.


1.
Olavur kongur kristnum býður
gud og mildar miskunnar tíðir.
— Noregis menn, dansum væl
í friðum,
stillið ydur alla riddara, Noregis
menn,
dansið væl í friðum.


2.
Ólavur heitir á sveina tvá:
heintið Sigmund inn til vár!


3.
Áðrenn teir hovdu hálvtalað orð,
tá var Sigmundur inn fyri borð.


4.
Sigmundur fellur á síni knæ:
góðan dag, harri, hvat viltú mær?


5.
Kongurin tekur í Sigmundar hond:
eg gevi tær helvtina av Føroyja land.


6.
Tú skalt fara til Føroyja vestur,
tær skal fylgja Tambar prestur.


7.
Tú skalt fara til Føroyja land,
tær skal fylgja Tannebrand.


8.
Í Føroyjum býr ein fínskur mann,
Tróndur í Götu eitur hann.


9.
Tróndur í Götu eitur hann,
mín kæri Sigmundur, fá mær hann!


10.
Sigmundur tekur til orða svá:
hann verður ikki góður at fá.


11.
Hvört heldur er hann tann kappin reysti,
ella er hann í gandi treystur?


12.
Ikki er hann tann kappin reysti,
heldur er hann í gívrum treystur.


13.
Ganga teir eftir sandi,
sum knörrur fleyt fyri landi.


14.
Loystu út av dýrum vág
tann besta knörr, í Noregi lá.


15.
Sigmundur sínum skipi skeyt,
besti knörrur av Noregi fleyt.


16.
Sjógvurin brýtur sum boðafles;
haldum beint í Líndisnes!


17.
Vindur sítt segl so högt í rá,
siglir til Føroyja mánar tvá.


18.
Hann siglir í ein, hann siglir í tvá,
triðja fekk hann Føroyjar at sjá.


19.
Sjógvurin brýtur í streymi strítt,
einki aktar Sigmundur slíkt.


20.
Sjógvurin brýtur sum boðafles:
haldum beint á Mjóvanes!


21.
Sjógvurin gerst nú gulur og blár,
sandurin uppi á tilju lá.


22.
Tekur at rúka sandur og sjóur:
nú er Tróndur vorðin ódur!


23.
Náttina eina, dagana tvá
Sigmundur úti fyri Götu lá.


24.
Tóat vær kostum lív og lund,
vær náum ei á Götusund.


25.
Tóat vær kostum lív og and,
náum vær ei á Götu sand.


26.
Vær náum ei á Götu sand,
Tróndur ristir mót os gand.


Annar táttur.


27.
Nú skal taka upp annan tátt,
sigla út til Svínoyjar brátt.


28.
Í Svínoy býr ein menskur mann,
Bjarni bóndi eitur hann.


29.
Sigmundur vendur síni skútu í hav,
næst öll skútan gekk í kav.


30.
Sjógvurin brýtur í streymi strítt,
einki aktar Sigmundur slíkt.


31.
Sigmundur siglir Svínoyja fjörð,
skútan bognaði sum ein gjörð.


32.
Kastar hann akker á hvítan sand,
fyrstur steig Sigmundur fótum á land.


33.
Haraldur fellur á síni knæ:
fostbróðir, lat meg fylgja tær!


34.
Tú fert ei á land um sinn,
tú skalt goyma skipi mín.


35.
Tá ið hann kom í bóndans garð,
alt lá fólk í svövni har.


36.
Eg havi ei verið í Svínoy fyrr,
nú skal eg bróta bóndans dyr.


37.
Ei visti Bjarni av fyrr enn tá
Sigmundur yvir hans herðum stár.


38.
Fljóðið steig í serki fram:
tær megið ei gera so stóra skamm.


39.
Tær megið ei gera so stóra skamm,
drepa inni ein gamlan mann.


40.
Vil hann Bjarni kristin verða,
skal eg honum einki gera.


41.
Bjarni, gakk á grønan völl, sig mær,
hvör mín faðir feldi.


42.
Eg gav tær lív, og tað var væl,
Tróndur læt slá tín faðir í hel.


43.
Tað var bóndans fyrsta orð:
biðjur nú bera mat á borð.


44.
Tað var bóndans annað orð:
letur nú bera drekka á borð.


45.
Einki gjördu teir annað tá,
drukku og dansaðu í dagar tvá.


46.
Einki gjördi hann annað har,
kristnaði bóndan og alt har var.


Triði táttur.


47.
Nú skal taka upp triðja tátt
og sigla suður til Dímunar brátt.


48.


Sjógvurin brýtur í streymi strítt,
einki aktar Sigmundur slíkt.


49.
Sigmundur siglir um Skúvoyjar fjörð,
skútan bognar sum ein gjörð.


50.
Á bunkanum stendur drongur treystur:
haldum nú millum oyja eystur!


51.
Sigmundur gongur í bæði borð:
haldum nú beint á Grønuskor.


52.
Haraldur fellur á síni knæ:
fostbróðir, lat meg fylgja tær!


53.
Tú fert ei á land um sinn,
tú skalt goyma skipi mín.


54.
Sigmundur tekur ein kaðal í hond,
búgvið spjót tá rennur á land.


55.
Hann skeyt upp i grønan vall,
oddurin niður í grótið gall.


56.
Tríati favnar var bergið hátt,
Sigmundur lesti seg við ein tátt.


57.
Á götuni lógu garpar tveir,
bráðan bana fingu teir.


58.
Sigmundur veit sær onga neyð,
reikar heim á Skorarheyg.


59.
Inn kom húsfrú Guðnin á gátt:
eg sá mann á henda hátt.


60.
Særtú mann á henda hátt,
hann var ikki her á jólanátt.


61.
Hann var ikki her á jólanátt,
nú er ei at sova brátt.


62.
Össur leyp eftir skreppum ný,
fýra tunnur gingu tarí.


63.
Kastar so öllum vápn ísenn,
loypur í borg við níggju menn.


64.
Níggju menn og málmarar tólv,
taka nú allir at verja borg.


65.
Össur stendur við borgarlið,
breiðari öxi hann studdist við.


66.
Vá hann seg inn, vá hann seg frá,
eystan á borgina vá hann seg á.


67.
Eystan á borgina vá hann seg á,
mann vá hann frá Össuri tá.


68.
Mann vá hann frá Össuri tá,
Össur stóð og sá hará.


69.
Össur stóð og sá hará:
ei skulu fleiri fara svá.


70.
Ei skulu fleiri fara svá,
báðir ruku saman tá.


71.
Bardust í dagar, bardust í tvá,
hvörgin kundi sigur av öðrum fá.


72.
Nú skal eg taka listir fyri seg,
sum Ólavur kongur lærdi meg.


73.
Hann vá til við opnum skildi,
fóturin av, so hondin fylgdi.


74.
Össur talar av miklari trong:
tær skuluð føra meg vestur á drang!


75.
Tað var Össurs síðsta orð:
hövdið skal venda á Grønuskor.


76.
Tað boð skaltú av mær tiggja,
vestur á drangi skaltú liggja.


77.
Í Suðuroy var Sigmundur dripin,
norður í Skúvoy var hann grivin.