Sigmundar kvæði
Hopp til navigering
Hopp til søk
A. C. Evensen
Lesibók
Tórshavn 1911
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() | |||||
![]() |
Lesibók
Tórshavn 1911
Sigmundar kvæði
- Fyrsti táttur.
- 1.
- Olavur kongur kristnum býður
- gud og mildar miskunnar tíðir.
- — Noregis menn, dansum væl
- í friðum,
- stillið ydur alla riddara, Noregis
- menn,
- dansið væl í friðum.
- 2.
- Ólavur heitir á sveina tvá:
- heintið Sigmund inn til vár!
- 3.
- Áðrenn teir hovdu hálvtalað orð,
- tá var Sigmundur inn fyri borð.
- 4.
- Sigmundur fellur á síni knæ:
- góðan dag, harri, hvat viltú mær?
- 5.
- Kongurin tekur í Sigmundar hond:
- eg gevi tær helvtina av Føroyja land.
- 6.
- Tú skalt fara til Føroyja vestur,
- tær skal fylgja Tambar prestur.
- 7.
- Tú skalt fara til Føroyja land,
- tær skal fylgja Tannebrand.
- 8.
- Í Føroyjum býr ein fínskur mann,
- Tróndur í Götu eitur hann.
- 9.
- Tróndur í Götu eitur hann,
- mín kæri Sigmundur, fá mær hann!
- 10.
- Sigmundur tekur til orða svá:
- hann verður ikki góður at fá.
- 11.
- Hvört heldur er hann tann kappin reysti,
- ella er hann í gandi treystur?
- 12.
- Ikki er hann tann kappin reysti,
- heldur er hann í gívrum treystur.
- 13.
- Ganga teir eftir sandi,
- sum knörrur fleyt fyri landi.
- 14.
- Loystu út av dýrum vág
- tann besta knörr, í Noregi lá.
- 15.
- Sigmundur sínum skipi skeyt,
- besti knörrur av Noregi fleyt.
- 16.
- Sjógvurin brýtur sum boðafles;
- haldum beint í Líndisnes!
- 17.
- Vindur sítt segl so högt í rá,
- siglir til Føroyja mánar tvá.
- 18.
- Hann siglir í ein, hann siglir í tvá,
- triðja fekk hann Føroyjar at sjá.
- 19.
- Sjógvurin brýtur í streymi strítt,
- einki aktar Sigmundur slíkt.
- 20.
- Sjógvurin brýtur sum boðafles:
- haldum beint á Mjóvanes!
- 21.
- Sjógvurin gerst nú gulur og blár,
- sandurin uppi á tilju lá.
- 22.
- Tekur at rúka sandur og sjóur:
- nú er Tróndur vorðin ódur!
- 23.
- Náttina eina, dagana tvá
- Sigmundur úti fyri Götu lá.
- 24.
- Tóat vær kostum lív og lund,
- vær náum ei á Götusund.
- 25.
- Tóat vær kostum lív og and,
- náum vær ei á Götu sand.
- 26.
- Vær náum ei á Götu sand,
- Tróndur ristir mót os gand.
- Annar táttur.
- 27.
- Nú skal taka upp annan tátt,
- sigla út til Svínoyjar brátt.
- 28.
- Í Svínoy býr ein menskur mann,
- Bjarni bóndi eitur hann.
- 29.
- Sigmundur vendur síni skútu í hav,
- næst öll skútan gekk í kav.
- 30.
- Sjógvurin brýtur í streymi strítt,
- einki aktar Sigmundur slíkt.
- 31.
- Sigmundur siglir Svínoyja fjörð,
- skútan bognaði sum ein gjörð.
- 32.
- Kastar hann akker á hvítan sand,
- fyrstur steig Sigmundur fótum á land.
- 33.
- Haraldur fellur á síni knæ:
- fostbróðir, lat meg fylgja tær!
- 34.
- Tú fert ei á land um sinn,
- tú skalt goyma skipi mín.
- 35.
- Tá ið hann kom í bóndans garð,
- alt lá fólk í svövni har.
- 36.
- Eg havi ei verið í Svínoy fyrr,
- nú skal eg bróta bóndans dyr.
- 37.
- Ei visti Bjarni av fyrr enn tá
- Sigmundur yvir hans herðum stár.
- 38.
- Fljóðið steig í serki fram:
- tær megið ei gera so stóra skamm.
- 39.
- Tær megið ei gera so stóra skamm,
- drepa inni ein gamlan mann.
- 40.
- Vil hann Bjarni kristin verða,
- skal eg honum einki gera.
- 41.
- Bjarni, gakk á grønan völl, sig mær,
- hvör mín faðir feldi.
- 42.
- Eg gav tær lív, og tað var væl,
- Tróndur læt slá tín faðir í hel.
- 43.
- Tað var bóndans fyrsta orð:
- biðjur nú bera mat á borð.
- 44.
- Tað var bóndans annað orð:
- letur nú bera drekka á borð.
- 45.
- Einki gjördu teir annað tá,
- drukku og dansaðu í dagar tvá.
- 46.
- Einki gjördi hann annað har,
- kristnaði bóndan og alt har var.
- Triði táttur.
- 47.
- Nú skal taka upp triðja tátt
- og sigla suður til Dímunar brátt.
- 48.
- Sjógvurin brýtur í streymi strítt,
- einki aktar Sigmundur slíkt.
- 49.
- Sigmundur siglir um Skúvoyjar fjörð,
- skútan bognar sum ein gjörð.
- 50.
- Á bunkanum stendur drongur treystur:
- haldum nú millum oyja eystur!
- 51.
- Sigmundur gongur í bæði borð:
- haldum nú beint á Grønuskor.
- 52.
- Haraldur fellur á síni knæ:
- fostbróðir, lat meg fylgja tær!
- 53.
- Tú fert ei á land um sinn,
- tú skalt goyma skipi mín.
- 54.
- Sigmundur tekur ein kaðal í hond,
- búgvið spjót tá rennur á land.
- 55.
- Hann skeyt upp i grønan vall,
- oddurin niður í grótið gall.
- 56.
- Tríati favnar var bergið hátt,
- Sigmundur lesti seg við ein tátt.
- 57.
- Á götuni lógu garpar tveir,
- bráðan bana fingu teir.
- 58.
- Sigmundur veit sær onga neyð,
- reikar heim á Skorarheyg.
- 59.
- Inn kom húsfrú Guðnin á gátt:
- eg sá mann á henda hátt.
- 60.
- Særtú mann á henda hátt,
- hann var ikki her á jólanátt.
- 61.
- Hann var ikki her á jólanátt,
- nú er ei at sova brátt.
- 62.
- Össur leyp eftir skreppum ný,
- fýra tunnur gingu tarí.
- 63.
- Kastar so öllum vápn ísenn,
- loypur í borg við níggju menn.
- 64.
- Níggju menn og málmarar tólv,
- taka nú allir at verja borg.
- 65.
- Össur stendur við borgarlið,
- breiðari öxi hann studdist við.
- 66.
- Vá hann seg inn, vá hann seg frá,
- eystan á borgina vá hann seg á.
- 67.
- Eystan á borgina vá hann seg á,
- mann vá hann frá Össuri tá.
- 68.
- Mann vá hann frá Össuri tá,
- Össur stóð og sá hará.
- 69.
- Össur stóð og sá hará:
- ei skulu fleiri fara svá.
- 70.
- Ei skulu fleiri fara svá,
- báðir ruku saman tá.
- 71.
- Bardust í dagar, bardust í tvá,
- hvörgin kundi sigur av öðrum fá.
- 72.
- Nú skal eg taka listir fyri seg,
- sum Ólavur kongur lærdi meg.
- 73.
- Hann vá til við opnum skildi,
- fóturin av, so hondin fylgdi.
- 74.
- Össur talar av miklari trong:
- tær skuluð føra meg vestur á drang!
- 75.
- Tað var Össurs síðsta orð:
- hövdið skal venda á Grønuskor.
- 76.
- Tað boð skaltú av mær tiggja,
- vestur á drangi skaltú liggja.
- 77.
- Í Suðuroy var Sigmundur dripin,
- norður í Skúvoy var hann grivin.