Guðbrands kvæði
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes på følgende språk ► | ![]() |
Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.
1.
Ólavur hin heilagi,
(alt) Noregi hann átti;
alt tað fólk hann kristnaði,
sum honum søma mátti.
Oman eftir og niðan eftir,
oman eftir vallaratúni,
har fór hestur mín hin brúni,
oman eftir vallaratúni.
2.
Guðbrandur í Guðbrandsdali,
hann var eftir eina,
hvursu hann fekk kristnað hann,
eg frá tí vil greina.
3.
Guðbrandur fekk frá kongi boð,
mundi frættast víða:
antin lata kristna seg
ella ímóti stríða.
4.
Guðbrandur talar við soninn sín:
"Í stríðið skaltú fara,
ven hann av tí vananum,
við trúgvum okkum læra."
5.
Valdi út av Guðbrandsdali
tólv hundrað í skara:
kongurinn dró tá teim ímót,
tó vildi hann fólkið spara.
6.
Kongurinn sendi sendisboð
við tí boði sæla:
"Bið hann unga Guðbrandsson
sjálvan við meg tala!"
7.
Inn kom Guðbrandur Guðbrandsson
ræður for konga kníggja:
"Tí eri eg komin higar í dag,
eg vil teg sjálvan síggja!"
8.
"Ver vælkomin, ungi maður,
gakk tú mær til handa,
trúgv tú á tann sanna Gud,
tú sleppur úr stórum vanda!"
9.
Guðbrandur stendur á hallargólvi,
fellur á síni knæ:
"Eg skal trúgva á sannan gud
henda sama dag!"
10.
Kristnaði hann tann unga mann
á tí sama sinni;
kongurinn gav honum gull og fæ
og takkaði Guði ei minni.
11.
Guðbrandur tekur í kongsins hond:
"Takk fyri tína náði:
eg skal kristna faðir mín
vil hann taka við ráði."
12.
Aftur kom ungi Guðbrandur
heim til faðir sín:
"Ver vælkomin úr stríðinum,
sæli sonur mín."
13.
"Sitið nú heil og sitið nú sæl
bæði faðir og móðir;
eg havi verið hjá Ólavi kongi
hann er maður góður!"
14.
Eg havi tikið við kristnari trú
og kastað gudinn ranga:
ger tú líka faðir mín,
so væl tað tær skal ganga!"
15.
Hevur tú, svarti úlvaungi!
sakað gudinn Tóra:
hevur tú lurtað eftir Ólavi kongi,
tað hann hevur fyri tær bjórað!
16.
Hevur tú tikið við kristnari trú
og sakað gudinn henda:
galin vart tú sonur mín
tú mátt snart frá tí venda!"
17.
Guðbrandur situr í gyltum stóli,
heldur á reyðum ringi:
"Eg skal lata konginn kalla
higar á Dalatingið.
18.
Eg skal lata fólkið savna
alt her býr íkring:
bera skulu teir Tóra guð
sjálvan inn á ting.
19.
Kongurinn man tá óttast illa
fyri tí Guði stóra,
hann man fána av ræðslu niður,
tí íð hann sær Tóra."
-- -- --
20.
Tað var signaður Ólavur kongur
fekk tey boð av sonnum,
hann skuldi möta á Dalatingi
við öllum sínum monnum.
21.
Kongurinn talar til Kolbein sterka:
"Tú skalt hjá mær vera!
eg havi hoyrt, hann ætla sær
Tór á ting innbera."
22.
Kongurinn gongur á tingið inn
bæði vænur og vitur:
sær hann gamli Guðbrandur
í hásætinum situr.
23.
Kongurinn las upp kristna læru
fyri tí manna tali:
"Takið nú allir við mínum Guði,
nú hava tit gott í vali!"
24.
Guðbrandur situr í hásæti,
tölu sína fremur:
"Eg vænti smálegt mál av tær,
tá íð Tórur kemur!"
25.
Bílætið kom á tingið framm,
borið av fimtan monnum,
stóra sleggju í hondum hevði,
hamarinn stóð mót tonnum.
26.
Guðbrandur reisist úr hásæti,
upp við hallar veggi:
"Nú meini eg at Ólavur kongur,
lútar við sínum skeggi!"
27.
"Dárliga tú talar nú,
tú hin heidni hundur!
myrkur býr í tínum hjarta,
tað er einki undur.
28.
Viltú skoða sannann Guð,
skoða tá hans verkið,
hygg tú tær mót eystri upp,
har kemur hans tjónari sterki!"
29.
Sólin rís úr eystri upp,
tók so fagurt at skína;
Guðbrandur vendi sær móti henni
við öllum monnum sínum.
30.
Kolbein sipar á Tóra kropp,
góður var í honum alvur:
raplaði hann í smildur sundur
rætt sum kavaskalvur.
31.
Rottur lupu úr viðaguði,
hartil stórir ormar;
har var rumbul á tinginum,
tá alt av durum stormar.
32.
Kongurinn stendur á tingi inni
við sín gylta stav':
"Her ligggur nú tann sterki guður,
tú hevur rósað tær av!"
33.
Bilsin sat hann Guðbrandur gamli
rann honum tá í huga:
óarga dýr í Tóra búðu,
lítið mundi hann duga.
34.
"Kongur eg skal trúgva tær
og taka við Guði eina:
skír tú meg, í Harrans navn
við mínar menn og sveinar!"
35.
Kongurinn læt tá kirkjur byggja
har i Guðbrandsdali:
tá hevði hann alt Noregi kristnað,
tann hin kongurinn sæli.