Høgættirnar og Lágættirnar

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


V. U. Hammershaimb
Færøsk Anthologi
København 1891


Høgættirnar og Lágættirnar


Tær fýra hálvættirnar, landnyrðingur, útnyrðingur, landsynningur og útsynningur komust eina ferðina á tal saman og fóru at metast, hvør av teimum sterkastur var. Sum vant er at vera, hvør helt seg sjálvan vera mætastan, og helst var tað høgættirnar, sum hildu mest um seg sjálvar, reypaðu og høvdu so mikið orðabrask.
   Lágættirnar, landsynningur og útsynningur, komu nú á samt um at vera í felagi móti hinum báðum, og bóðu teir tá hinar royna seg í einhvørjum avreksverki ímóti teimum.
   Landnyrðingur og útnyrðingur søgdust vilja gera tað roysni at leggja so nógvan kava í eitt samdøgur, at hinir báðir í øðrum samdøgrinum ikki skuldu vera mentir at fáa kavan burtur.
   Hetta tóktist lágættarbrøðrunum vera góð treyt og góvu seg undir at royna seg ímóti teimum.
   Veturin var á halli og leið móti summarmála. Nú var sólsett, og landnyrðingur fór at búgvast um at hava fyrsta takið. Hann kom tá so brádliga og harður í átøkum, bæði við vindi og kavaroki, so at øll gil fyltust upp, og hann legði so djúpan kava, at fólk og fæ vóru øll í ótta.
   Á morgni var hann givin og orkaði ikki meira, og nú skuldi bróðir útnyrðingur taka við og halda á allan dagin. Hann so gjørdi bæði av grimd og reiði, og hartil frysti hann so hart og lat skara liggja á kavanum, at hinir skuldu ikki kunna vinna á honum.
   Móti kvøldi moltnaði, og nú høvdu teir báðir høgættarbrøðurnir lokið sína treyt, og hinir skuldu taka við.
   Tað tóktist teimum at vera ovboðið at fáa hesar stóru fannir at bráðna, men teir vildu tó bjóða til og ikki fara úr leikinum, áðrenn roynt var, hvat teir kundu koma áleiðis.
   Landsynningur beyð sær til at hava fyrra partin av hesum samdøgrinum. Hann legðist so tráur alla náttina, men tó tolin, sendi okkurt æl, stundum við glopraregni. Skarin tinaði, og kavin blotnaði, so tað var farið at kreyma.
   Náttin var umliðin, dagur kom, og nú bað útsynningur bróðurin lata seg sleppa at royna seg. Hann kom við sól og ælaði viðhvørt, kavin rann og áirnar vuksu, og fólk og fæ gleddust, nú hesin mildi toyur var komin. Ryggirnir komu undan, og skjótt bræddi sólin kavan, so at stórar berur vóru víða hvar. Tað tánaði so líðandi, og um kvøldið var hvør fonn burtur og alt tátt.
   Nú funnust teir fýra brøðurnir á teirri tíð, sum frammanundan var ásett. Høgættarbrøðurnir søgdu seg enn vera sterkari, tá at tað var ikki meira enn hinir vóru komnir frá tí starvinum, teir skuldu útinna. Men hesir svaraðu:
   "Tit fóru fram við ilsku og óspekt, men vit høvdu einki óhógv og vóru blíðir og fóru fram í øllum góðum, so at fólk og fæ var glatt. Tað kalla vit størri og meiri enn alt tað illa, tit royndu at gera, sum vit bøttu um".