Huldubarnið

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Huldubarnið


Tvær stovur vóru á heygum á Viðareiði á sinni: "Heima í Stovu" og "Eysturi í Stovu". Nú rópast seinna stovan "Eysturi í Búð".
   Bóndakonan Eysturi í Stovu hevði átt dreingjabarn. Ógvuliga friðaligt barn var tað og treivst væl.
   Ein dagin var alt fólkið úti í arbeiði og konan einsamøll eftir hjá barninum, sum lá og svav í vøgguni. Tað hevði ikki fingið tonn enn, so altíð mátti onkur vera hjá tí, annars fekk huldufólkið vald yvir tí.
   Nú bar so á, at konan hevði eitt frammíhjá ørindi at gera burtur av sær og helt tað einki saka, um hon fór út fyri dyr eina pinkulítla løtu. Tá ið hon kemur aftur í dyrnar, hoyrir hon slíkan grát til barnið. Hon undrast á, so avskapað tað er, hon er um ikki at kenna tað aftur, men heldur hetta koma av grátinum.
   Tað heldur so við at nísta og gráta bæði nátt og dag, og mamman verður heilt ring og sjúk av vekri. Barnið heldur vantrivnast enn trivnast. Fólk, sum hava sæð barnið fyrr, halda hetta vera eitt býtisbarn.
   Mamman fer til prestin og biður hann koma og hyggja at tí. Prestur sigur, at barnið er umskift, men hann skal leggja henni eini ráð: Hon skal taka vatn upp í fýra fliðuskeljar, seta hvørja í sítt grúgvuhornið og kynda stóran eld upp.
   Hon so ger og letst, sum hon skal kóka nátturð. Nú gerast glómur í huldubarninum, tað tagnar og reisist upp í vøgguni. Tað smírist, peikar at fliðuskeljunum og spyr, hvussu tað skal kunna trívast her, sum tey hava slíkar pottar. Nakað var millum hesar pottarnar og bryggjukørini, ið pápi sín Búin átti.
   Ta náttina gjørdi huldubarnið ongar ónáðir, so tey fingu frið at sova í húsinum. Um morgunin tá tey vaknaðu, var tað horvið, og eitt annað barn, vakurt og trivnaligt, lá í vøgguni. Tá hildu tey seg kenna teirra egna barn aftur.
   Nøkur ár eftirsíðani var ein ókunnigur drongur komin at spæla úti millum børnini á Heygum. Ongantíð vildi hann koma inn við teimum, tó at tey bóðu hann ofta, og hvarv, so eingin visti, hvar ið hann fór. Ein dagin var hann tó inn komin, men sum tey tóku at spæla inni, hoyrdist eitt rópa fyri durunum:
   "Ruben, Ruben!"
   Drongurin fór grátandi út, tí hann væntaði sær at verða bukaður, og síðan sást hann ikki aftur.
   Men hesin drongur var hildin at hava verið hitt áðurnevnda huldubarnið, sum umskift hevði verið.