Ormurinn langi

Fra heimskringla.no
Gå til: navigasjon, søk
Har du husket å støtte opp om ditt favoritt kulturprosjekt? → Bli en Heimskringla-venn og gi et bidrag til Heimskringla.no.

Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Faeroysk.gif


Föroysk kvæði

Um brögð norðmanna ættarinnar úti og heima.
Úrvalt og lagt til rættis hevur Jóannes Patursson.
Noregs Ungdomslag gav út, 1925.


Ormurinn langi


1.
Viljið tær hoyra kvæði mítt,
viljið tær orðum trugva,
um hann Ólav Trygvason,
og hagar skal ríman snúgva.

Glymur dansur í høll,
dans sláið í ring:
Glaðir ríða Noregsmenn
til Hildarting.

2.
Kongurinn letur snekkju smíða
har á sløttum sandi;
Ormurinn Langi størstur var,
sum gjørdist á Noregis landi.

3.
Knørrur var bygdur á Noregis landi,
gott var í honum evni:
átjan alin og fjøruti
var kjølurinn millum stevna.

4.
Gyltir vóru báðir stavnar,
borðini vóru blá;
gyltan skjøld í toppi hevði,
sum søgur ganga frá.

5.
Kongurinn situr á hásæti,
talar við sínar dreingir:
"Vit skulu sigla tann salta sjógv,
tað havi eg hugsa leingi."

6.
"Berið nú fram tey herklæðir
við brynjum og blonkum brandi,
síðani leggið frá landi út,
og siglið frá Noregis landi."

7.
Fróir og glaðir sveinar mæltu:
"Harri, vit skulu tær fylgja;
umenn tú fert í frið ella stríð,
vit óttast ei bratta bylgju."

8.
Har kom maður á bergið oman
við sterkum boga í hendi:
"Jarlurinn av Ringaríki
hann meg higar sendi."

9.
Kongurinn so til orða tekur
bæði við gleði og gamni:
"Sig mær satt, tú ungi maður,
hvat ert tú nevndur á navni?"

10.
"Einar skalt tú nevna meg;
væl kann boga spenna,
"Tambar" heitur mín menskur bogi,
ørvar drívur at renna."

11.
"Hoyr tú tað, tú ungi maður,
vilt tú við mær fara,
tú skalt vera mín ørvar-garpur
Orminn at forsvara."

12.
Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv:
teir drógu knørr úr neysti.

13.
Vundu upp síni silkisegl,
út í havið ganga;
so er sagt, at kongurinn
hann stýrdi Orminum langa.

-- -- --

14.
Hetta frættist víða um land,
at Noregis menn teir sigldu;
Danimarks kongur og Svøríkis kongur
ráðini saman hildu.

15.
Danimark kongur og Svøríkis kongur
ganga saman í ráð,
hvussu teir skuldu Noregis kong
skjótt av døgum fá.

16.
Senda boð til Eirik Jarl,
- vænur er borin til evna.
"Hann skal fylgja í ferðini við,
sín faðirs deyð at hevna."

17.
Eirikur gongur for kongar inn
við brynju og reyðum skjoldi;
"Ólavur kongur av Noregi
mín faðirs deyða voldi."

18.
Jarlurinn stendur á hallargólvi,
blankt bar spjót í hendi;
"Ólavur kongur síggja skal,
eg hvast mót hvøssum vendi."

19.
Ganga teir til strandar oman,
- fagurt var tað lið -
Danimarks kongur og Svøríkis kongur,
og Eirikur jarl tann triði.

20.
Trýggir gingu skipaflotar
út av Oyrasundi;
Jarnbardur í odda sigldi,
jarlurinn stýra kundi.

21.
Danimark kongur til orða tekur,
letur so orðini greiða:
"Hann, ið Orminn langa tekur,
skal hann við ognum eiga."

22.
Eirikur hugsar við sjálvum sær:
"Tó at tú manst tað royna,
tú vinnur ikki Ormin langa
við danskari makt aleina."

23.
Mælti tað Svøríkis kongurinn,
hann helt á brýndum knívi:
"Eg skal Ormin langa taka,
ella lata lívið."

24.
Eirikur stendur á breiðum bunka,
klæddur í skarlak reyða:
"Tú tekur ikki Orminn langa,
fyrr síggi eg tín deyða."

25.
Eirikur talar til sínar menn:
"Kempum munu tit møta;
stanðið væl og manniliga,
tí blóðug verður gøta."

26.
Noregis menn á kongins knørri
kunna væl beita knívi;
gangið væl fram í hørðum stríði,
ella vit lata lívið."

27.
Eirikur talar til Finn hin lítla:
"Tú skalt hjá mær standa;
tú skalt verja sjálvan meg,
umenn eg komi í vanda."

28.
Løgdu teir á sundið út;
bíðaðu teir har leingi;
longdust eftir norskum knørrum,
at berjast mót Noregis kongi.

29.
Løgdu teir skip við oynni inn,
ætlaðu sær at vinna;
hildu vakt bæði nátt og dag,
Normenn vildu teir finna.

-- -- --

30.
Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni;
nú skal taka upp annan tátt;
dreingir, leggið í minni!

31.
Ólavur siglir í Eysturhavi,
ætlar heim at fara;
tá ið hann kom í Oyrasund,
hann sær ein skipa-skara.

32.
Høvdingar tríggir á landi standa,
hyggja út so víða,
sunnan síggja teir knørrinn prúða
eftir havi skríða.

33.
Danimarks kongur til orða tekur:
"Alt mær væl skal ganga;
Krist signi míni eygu tvá,
nú síggi eg Orminn langa."

34.
Eirikur stóð har skamt ífrá,
talar til sínar menn:
"Kongurinn av Danimark
hann sær ikki Orminn enn."

35.
Har kom fram ein størri knørrur,
dreingir undraðust á;
Svøríkis kongur til jarlin talar:
"Nú man eg Orminn sjá."

36.
"Leggið nú skip frá landi út,
árar í hendur taka;
latið ei Ólav sleppa so;
fáan hann heldur sín maka."

37.
Eirikur hyggur í havið út,
talar til sínar menn:
"Tað svørji eg við sannan Gud,
teir síggja ei Orminn enn."

38.
Danimarks kongur og Svøríkis kongur
halda á skefti reyða:
"Eirikur jarlur ræddur er
at hevna sín faðirs deyða."

39.
Vreiður var tá jarlurinn,
hann mælir av illum sinni:
"Annað skal eg enn orðabrask
Noregis menn at vinna."

40.
Eirikur stendur á grønum vølli,
tekur nú til at ganga;
"Verið nú snarir á skipa-bunka,
nú síggi eg Orminn langa."

41.
Allir sóu tá Orminn koma,
allir undrast á hann,
av silki vóru seglini
úr stevnið í gulli rann.

42.
Løgdu teir seg í veginn fram
bæði við svørðum og spjóti,
Normenn sóu á Orminum,
teir ivast at halda ímóti.

43.
Ólavur talar til sínar menn:
"Dýrt skulu teir meg keypa,
ongan tíð tá ræddist eg stríð,
í dag skal eg ikki leypa."

44.
"Leggið nú skip í stríðið fram,
segl á bunka strúka,
tað skal síggjast, at Noregis menn
teir kunna væl svørðini brúka."

45.
Úlvur reyði í stavni stendur;
gott var í honum evni:
"Leggið ei Orminn longri fram,
enn hann hevur longri stevni."

46.
Kongurinn stendur í lyfting aftur;
í skarlak var hann klæddur.
"Nú síggi eg, mín stavna-maður
er bæði reyður og ræddur."

47.
"Kongur,tú sást meg aldri so ræddan,
eg tordi væl á at herja,
goym tú lyfting so væl í dag,
sum eg skal stavnin verja."

48.
Vreiður var tá kongurinn;
Úlvur til orða tekur:
"Blíðka teg aftur, harri mín,
tí vreiði upp angur vekur."

49.
Ólavur stendur á bunkanum,
talar til sínar menn:
"Hvør eigir hesi nógvu skip?
Eg kenni tey ikki enn."

50.
Svaraði Torkil, kongsins bróðir,
mælir av tungum inna:
"Danimarks kongur og Svøríkis kongur
vilja tín deyða vinna."

51.
"Ræddir eru danskir menn
mót Normonnum at ganga;
betri var teimum heima at sitið
tann fuglaflokk at fanga."

52.
"Betur kunna svenskir menn
teir offurbollar strúka,
enn nærkast okkum so,
at blóðugt svørð skal rúka."

53.
Ólavur gekk í lyfting upp,
ræður hann upp at hyggja:
"Hvør eigir hesi stóru skip,
við Ormsins bakborð liggja?"

54.
Svaraði Herningur, kongsins svágur,
letur so orðini falla:
"Tey eigir Eirikur Hákunsson,
hann ber ein yvir allar."

55.
Tí svaraði Ólavur kongur,
frá man frættast víða:
"Skarpur verður Hildar leikur,
tá Normenn mót norskum stríða."

56.
Svøríkis kongur mót Ólavi legði
eina morgun-tíð,
tað var sum í bál at líta,
skeiðir dundu í.

57.
Høgdu og stungu Noregis menn
bæði við svørði og spjóti;
títt so fullu teir svensku menn,
sum grasið fýkur av gróti.

58.
Svøríkis kongur rópar hátt,
biður teir undan flýggja:
"Eg havi mist mítt mesta fólk,
tað voldi mær sorg at síggja."

59.
Danimarks kongur troðkaði fram,
ætlaði sær at vinna,
Normenn tóku mót honum fast,
teir donsku menn at tynna.

60.
Roykur stóð til skýggja upp,
reytt var sund at síggja,
so var sagt, at danskir menn
teir máttu undan flýggja.

61.
Eirikur leggur mót "Ormi" fram
við bjørtum brandi í hendi:
"Ikki skal Ólavur rósa av,
at eg snart frá honum vendi."

62.
Løgdu teir knørr við knarrar-borð,
hvørgin vildi flýggja;
høvur og kroppar í havið tumla,
øðiligt var at síggja.

63.
Einar stendur í kappa-rúmi
við Tambar-boga, teir kalla;
hvørja ferð pílur av boga dreiv,
tá mátti ein maður falla.

64.
Einar spenti Tambar-boga;
pílurinn steingin strongdi;
pílur fleyg yvir jarlsins høvur,
róður-knappin sprongdi

65.
Einar spenti á øðrum sinni,
ætlaði jarl at fella;
pílur fleyg millum arm og síðu;
einki var jarli at bella.

66.
Eirikur talar til Finn hin lítla:
"Eg skal spyrja teg nakað;
hvør er hann, við skørpum skotum
ætlaði meg at raka?"

67.
Til tað svaraði Finnur hin lítli
- blóðugar vóru hendur -:
"Tað er hasin stóri maður,
í krappa-rúmi stendur."

68.
Jarlurinn mælir á øðrum sinni:
"Tað vil eg tær ráða;
skjót tú handa stóra mann;
nú stendur mítt lív í váða."

69.
"Manninum kann eg einki gera,
tí hann er ikki feigur;
boga-streingin stilli eg á,
tí maðurinn eydnu eigir."

70.
Einar spenti triðja sinni,
ætlaði jarl at raka;
tá brast strongur av stáli stinna;
í boganum tók at braka.

71.
Allir hoyrdu streinginn springa;
kongurinn seg forundrar:
"Hvat er tað í mínum skipi,
so ógviliga dundrar?"

72.
Svaraði Einar Tambar-skelvir
- kastar boga sín -:
"Nú brast Noregi úr tínum hondum,
kongurinn, harri mín."

73.
"Í Harrans hond mítt ríki stendur
og ikki í Tambar-boga;
tak tær ein av mínum bogum,
vita, hvat teir duga."

74.
"Veikir eru kongsins bogar."
Einar ræður at svara;
"eg skal taka upp skjøld og svørð;
høgg skal eg ikki spara."

75.
Enn stóð fólk í báðum stavnum,
man eg rætt um minnast;
syrgiligt var á miðjum skipi,
har tók fólk at tynnast.

76.
Eirikur sprakk á Orminn upp,
væl bar brand í hendi,
Herningur leyp úr lyfting niður,
aftur ímót honum vendi.

77.
Bardust teir á miðjum skipi,
vil eg frá tí greiða;
øvugur mátti jarlurinn leypa
aftur á Jarnbrad breiða.

78.
Jarlurinn valdi sær reystar garpar;
fáir finnast slíkir,
snarliga aftur á Ormin sprakk,
tá mátti Herningur víkja.

79.
Úlvur reyði úr stavni leypur,
nú er stavnur eyður,
so fleyt blóð á Orminum,
at knørrur sýndist reyður.

80.
Hart stóð stríð á miðjum skipi;
svørð mót skjøldum gella,
Úlvur og Einar, frægar kempur,
Eiriks garpar fella.

81.
Eirikur var á øðrum sinni
aftur á bunkan rikin;
tá sá hann, at stavnurinn
á Orminum var tikin.

82.
Jarlurinn mannar seg triðju ferð;
nú skal ikki dvína;
tá fell Úlvur og Herningur
við øllum dreingjum sínum.

83.
Kongurinn rópar í lyftingini:
"Nú er tap í hendi;
leypið í havið, mínir menn!
her verður ei góður endi."

84.
Kongurinn leyp í havið út,
garpar eftir fylgdu,
kongsins bróðir síðstur var;
teir gjørdu, sum kongurinn vildi.

85.
Eirikur fekk tá Orminn langa;
eingin annar kundi,
tók hann sjálvur róður í hond
og stýrdi "Orm" frá sundi.


HEIMSKRINGLA er et privat initiativ. Prosjektet mottar ikke noen form for offentlig støtte. Vi har kun utgifter og ingen faste inntekter. Kostnader til teknisk drift og utstyr bæres av privatpersoner. Alle økonomiske bidrag mottas derfor med stor takk. Ønsker du eller ditt foretak å støtte prosjektet økonomisk? Ta gjerne kontakt med oss, eller bruk vårt norske kontonummer 97105024499. For utenlandske bidrag bruk vårt IBAN-nummer NO6897105024499, med SWIFT-kode: DNBANOKK eller SEPA-kode: SKIANOBB. En kan også overføre penger til HEIMSKRINGLA via PayPal. Vi selger også fast annonseplass på venstre sidemeny til rimelig pris. Alle bidragsytere krediteres med navn for sine bidrag.