Pálin undir Hamri

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes på følgende språk ► Dansk.gif Faeroysk.gif


Føroysk tjóðminni og ævintýr


Færøske Folkesagn og Æventyr

Jakob Jakobsen, København 1898-1901


Pálin undir Hamri


Einaferð fór Pálin undir Hamri í Sumba til Víkar at taka sjey gimbralomb, sum hann átti har. Hann havði fingið seks, sum hann setti í støðukrónna, og seint var á degi, tá ið hann fór eftir tí sjeynda. Ikki fekk hann tað, fyrr enn stjørna var uppkomin.
   Til alla vanlukku gáaði hann ikki um, fyrr enn hann var komin væl á veg, at tað var gimburlamb, hann var farin við. Tey gomlu høvdu ta pátrúgv, at, var tað seint á degi og fleiri lomb eftir at bera, so átti veðurlambið at vera tikið og gimburlambið at vera eftir, tí í veðurlambsstiklinum (horninum) sat nakað, ið dugdi ímóti gandi, og so kundi huldufólk ikki fáa vald á einum (tey gomlu bóru tí ofta veðurlambsstikl uppi á sær). Honum var illa við, tá ið hann varnaðist um hetta, men ov seint var at venda aftur.
   Hann gongur við góða lambi og er ikki varigur við nakað slag, fyrr enn hann kemur heim í Akslarenda. Tá møtir honum ein gráklæddur maður, sum forðar honum vegin og ger seg inn á hann.
   Báðir at berjast. Heiðin (tí huldumaður var tað) basir hinum kristna og ber hann so haðan í Meraklettar á Beinisvørðu, tætt við eggina, har sum teir síga í Sjørgumháls eftir fugli.
   Kvøldið líður, og eingin maður kemur aftur til húsa. Næsta morgun fer fólk úr hvørjum húsi til at leita. Tey finna lambið og stavin hjá Páli heimanfyri Akslarenda og geva so yvir at leita.
   Stutt eftir berst Pálin í dreymi fyri konu sína, biður hana ikki leita eftir sær og sigir henni frá øllum, sum til hevur borist við sær - at hin heidni hevur tikið og borið seg í Meraklettar.
   Seint á sumri funnu neytakonur mannin deyðan úti á Fløum, blóðnaknan og báðar iljaskógvarnar brendar undan honum. Boð varð sent aftur til húsa, og hann varð førdur heim og grivin.