Hárbarðsljóð (á føroyskum)

Fra heimskringla.no
Hopp til navigering Hopp til søk
Velg språk Norrønt Islandsk Norsk Dansk Svensk Færøysk
Denne teksten finnes i flere utgaver på følgende språk ► Original.gif Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif Faeroysk.gif
Original.gif Norsk.gif Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif Svensk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif
Dansk.gif


Hárbarðsljóð
Leysliga týtt úr forníslendskum


Týtt hevur
Anker Eli Petersen
© 2005


Tórur ferðaðist á eysturleiðum og kom at einum sundi. Hinumegin sundið var ferjukallurin við ferjuni.


Tórur rópti:

1.
"Hvør er sveinur sveina,
ið stendur handan sundið?"
 

Ferjukallurin svaraði:

2.
"Hvør er kallur kalla,
ið kallar yvir vánna?"
 

Tórur kvað:

3.
"Flyt meg um sundið!
so gevið eg morgunmat,
eg havi leyp á baki,
betur matur finst ikki.
Eg át við frið,
áðrenn eg fór heiman,
sild og havragreyt,
eg eri mettur enn."
 

Ferjukallurin kvað:

4.
"Tú prísar matinum
sum var hann eitt morgunbragd,
hóast tú veitst betur,
tó dapurt er heima,
mær tykir tín móðir er deyð."
 

Tórur kvað:

5.
"Tað sigur tú nú,
men hvør heldur tú
man vita best
um móður mín deyð er."
 

Ferjukallurin kvað:

6.
"Tú sært ikki út
til at eiga trý bú,
berbeintur stendur tú
klæddur sum biddari,
ikki so frægt sum í brókum."
 

Tórur kvað:

7.
"Kom her við bátinum,
eg skal vísa tær støðna.
Og hvør eigur bátin
sum tú heldur á landi?"
 

Ferjukallurin kvað:

8.
"Hildálvur eitur hann
ið bað meg halda,
ráðsvinni kappin,
við Ráðsoyarsundi.
Hann bað meg ikki flyta landastrok,
ella rossatjóvar,
einans hampafólk
sum eg man kenna.
Sig mær navn títt,
um tú vilt um sundið førast!"
 

Tórur kvað:

9.
"Eg skal siga navn mítt,
og sakliga greiða
frá míni ætt.
Eg eri Óðins sonur,
bróðir at Meila,
og faðir at Magna,
valdsharri gudana,
tú tosar við Tóra.
Nú vil eg spyrja
teg at tínum navni?"
 

Ferjukallurin kvað:

10.
"Hárbarður eiti eg,
eg dylji ei navn mítt."
 

Tórur kvað:

11.
"Hví skuldi tú dult títt navn,
um tú ikki óttast um hevnd fyri brotsverk?"
 

Hárbarður kvað:

12.
"Um eg hevði framt brotsverk,
so skuldi eg vart meg
fyri fólki sum tær,
um eg ei var feigur."
 

Tórur kvað:

13.
"Tað tykist ótespuligt
hjá mær at vaða
yvir um vánna til tín,
og gera mær byrðuna váta.
Annars skuldi eg,
ótangi tín,
lønt tær tey orðini,
um eg bert slapp yvir sundið."
 

Hárbarður kvað:

14.
"Her man eg standa
og bíða tær haðani,
tú hitti ei harðari mann,
eftir at Hrungnir doyði."
 

Tórur kvað:

15.
"Tá tú nú nevnir
at eg deildist við Hrungnir,*
hin stórbæri jatnin
við høvdi av steini,
tó fekk eg felt hann
og fyri mær níga.
Hvat gjørdi tú meðan, Hárbarður?"
 

Hárbarður kvað:

16.
"Eg var hjá Fjølvari
fimm vetur fullar
á teirri oyggj
ið eitur Algrøna.
Vit stóðu mangan
í hørðum stríði,
og feldu stríðsmenn
og vunnu moyggjar."
 

Tórur kvað:

17.
"Hvussu vóru tær, konur tykkara?"
 

Hárbarður kvað:

18.
"Lívligar áttu vit konur,
høvdu tær bert verið spakar.
Klókar.
høvdu tær bert verið trúgvar.
Tær vundu reip
burtur úr sandi,
úr djúpum dølum
gróvu tær bø.
Eina eg lumpaði
allar sum eina,
svav hjá systrum sjey.
Eg hevði teirra yndi og elskhuga.
Hvat gjørdi tú meðan, Tórur?"
 

Tórur kvað:

19.
"Eg drap Tjatsa
hin mikla jatnan,
eg tveitti eygu
á syni Allvalda
upp á tann hin heiða himin.
(Tey) standa sum varðar
um stórverk míni,
sum hvør maður síðani sær.
Hvat gjørdi tú meðan, Hárbarður?"
 

Hárbarður kvað:

20.
"Miklar neisir
veitti eg trøllkvendum,
lokkaði tær við snildum frá monnunum.
Harðan jøtun
metti eg Læbarð at vera,
hann gav mær gandastav,
men eg vilti hann frá vitinum."
 

Tórur kvað:

21.
"Illa lønti
tú góðum gávum."
 

Hárbarður kvað:

22.
"Eikin fær tað
hon skavar av aðrari,
hvør er sær sjálvum næstur.
Hvat framdi tú meðan, Tórur?"
 

Tórur kvað:

23.
"Eg var á eysturleið,
bardist við jatnir,
illar gívrar
ið gingu á fjalli.
Fjølment hevði jatnaætt verið
um allir enn livdu,
so varð ongin
eftir í Miðgarði.
Hvat tókst tú sjálvur við, Hárbarður?"
 

Hárbarður kvað:

24.
"Eg var á Vallandi (Les: Val-landi)
luttók í bardøgum,
mælti til stríð,
og ikki til semju.
Óðin fær jallar
ið fella á vali,
men Tórur bert trælakynið."
 

Tórur kvað:

25.
"Ójavnt skiftið
tú æsum liðið,
um tú hevði vald til tess."
 

Hárbarður kvað:

26.
"Tórur eigur almikla megi,
men onki hjarta,
av ræðslu og ótta
kreyp tú í handskan,
og tóktist ei álíkur Tóra.
Av berari ræðslu
tordi tú hvørki
at njósa ella snýsa,
so Fjalar teg hoyrdi."
 

Tórur kvað:

27.
"Tín svínhundur, Hárbarður,
eg hevði dripið teg,
um bara eg slapp um sundið."
 

Hárbarður kvað:

28.
"Hvat skalt tú um sundið
heilt uttan sakir.
Hvat tókst tú sjálvur við, Tórur?"
 

Tórur kvað:

29.
"Eg var á eysturleið,
vardi um ánna,
tá eg varð álopin
av Svarungs synum,
grýttur undir í gróti.
Teir vóru tó líti fegnir
tí teir máttu fyrst
meg biðja um grið.
Hvat tókst tú tá við, Hárbarður?"
 

Hárbarður kvað:

30.
"Eg var á eysturleið
við onkrari frillu,*
leikti við línhvítu
á loyndum fundum,
eg frøddi gullbjørtu,
hon unti mær gaman."
 

Tórur kvað:

31.
"Góðar kvinnur hevði tú tá."
 

Hárbarður kvað:

32.
"Hjálp tína tørvaði
eg tá, Tórur,
um mær skuldi ognast ta línhvítu moy."
 

Tórur kvað:

33.
"Eg hevði hjálpt tær,
um tað var neyðugt."
 

Hárbarður kvað:

34.
"Eg hevði trúð tær,
um tú veitti mær trygd."
 

Tórur kvað:

35.
"Eg hevði ikki hælbiti teg,
sum gamal húðaskógvur á várið."
 

Hárbarður kvað:

36.
"Hvat tókst tú við tá, Tórur?"
 

Tórur kvað:

37.
"Eg bardist við berserka
moyggjar á Lesoy,
ið høvdu framt skaða,
endavent landinum."
 

Hárbarður kvað:

38.
"Snópisligt , Tórur,
at berjast við kvinnur."
 

Tórur kvað:

39.
"Tær vóru vargar
heldur enn kvinnur,
koppaðu skip mítt
sum eg hevði fastskorða,
slógu við jarngassum,
jagstraðu Tjálva.
Hvat tókst tú sjálvur við, Hárbarður?"
 

Hárbarður kvað:

40.
"Eg var í hernaði,
og kom higar
.......
undir stríðsmerkið,
at lita spjót reyð."
 

Tórur kvað:

41.
"Tað vilt tú nú siga,
at tú komst fyri at gera okkum ónáðir?"
 

Hárbarður kvað:

42.
"Tað skal eg bøta tær
við einum armringi,
.......
sum gerðardómarar áløgdu,
ið vildu okkum sætta."
 

Tórur kvað:

43.
"Hvar lærdi tú hesi
háandi orð,
eg havi aldrin
hoyrt nakað verri."
 

Hárbarður kvað:

44.
"Tey lærdu meg menn
sum í ellisárum
búgva í heimsins heygum."
 

Tórur kvað:

45.
"Tó gevur tú gravheygum gott navn,
at kalla teir heimsins heygar."
 

Hárbarður kvað:

46.
"Soleiðis dømi eg í slíkum."
 

Tórur kvað:

47.
"Orðskvaldur tín
man gagnast tær illa,
um eg skuldi vaða um vágin.
Hægri enn úlvurin
manst tú skríggja,
um tú verður sligin við hamri."
 

Hárbarður kvað:

48.
"Siv hevur hjámann heima,
hann hevði tú nokk vilja funnið,
heldur skuldi tú buka rekkin,
tað hevði sømt seg betur."
 

Tórur kvað:

49.
"Tú letur munnun ganga á tær;
so eg skal halda tað versta,
tín ræðuskítur,
eg veit væl at tú lýgur."
 

Hárbarður kvað:

50.
"Satt haldi eg meg siga,
seinur ert tú á ferð,
longur vart tú komin Tórur,
um tú hevði annað skap."
 

Tórur kvað:

51.
"Hárbarður, títt ómenni,
tað er heldur tú ið seinkaði mær."
 

Hárbarður kvað:

52.
"Eg skuldi aldrin hildi,
at Ásatórur
seinkaðist av einum hirða."
 

Tórur kvað:

53.
"Eg ráði tær til,
at rógva higar,
steðga nú brikslinum,
og kom her til faðir Magna."
 

Hárbarður kvað:

54.
"Far tú frá sundinum,
eg føri teg ikki."
 

Tórur kvað:

55.
"Vís mær so á leið,
um tú ikki vilt meg føra."
 

Hárbarður kvað:

56.
Lætt er at sýta,
langt er at ganga,
stutt stund til bulin,
onnur til steinin,
halt so til vinstru,
til tú hittir Verland,
har man Fjørgyn
hitta Tór, son sín,
og hon man vísa
á fedranna leiðir
til Óðins lond."
 

Tórur kvað:

57.
"Komi eg hagar í dag?"
 

Hárbarður kvað:

58.
"Tað gongur kanska
við neyð og deyð,
móti rennandi sól,
tá eg man fána."
 

Tórur kvað:

59.
"Nú styttist samrøðan,
síðan tú bert svarar mær illa.
Eg skal løna tær fyri sýtta ferð,
um vit hittast aftur á sinni."
 

Hárbarður kvað:

60.
"Far tú nú,
har allir illir andar taka teg."