Hárbarðsljóð (á føroyskum)
Velg språk | Norrønt | Islandsk | Norsk | Dansk | Svensk | Færøysk |
---|---|---|---|---|---|---|
Denne teksten finnes i flere utgaver på følgende språk ► | ![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() | |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
|||
![]() |
![]() |
|||||
![]() |
![]() |
|||||
![]() |
![]() |
|||||
![]() |
||||||
![]() |
||||||
![]() |
||||||
![]() |
Leysliga týtt úr forníslendskum
Týtt hevur
Anker Eli Petersen
© 2005
Tórur ferðaðist á eysturleiðum og kom at einum sundi. Hinumegin sundið var ferjukallurin við ferjuni.
Tórur rópti:
- 1.
- "Hvør er sveinur sveina,
- ið stendur handan sundið?"
Ferjukallurin svaraði:
- 2.
- "Hvør er kallur kalla,
- ið kallar yvir vánna?"
Tórur kvað:
- 3.
- "Flyt meg um sundið!
- so gevið eg morgunmat,
- eg havi leyp á baki,
- betur matur finst ikki.
- Eg át við frið,
- áðrenn eg fór heiman,
- sild og havragreyt,
- eg eri mettur enn."
Ferjukallurin kvað:
- 4.
- "Tú prísar matinum
- sum var hann eitt morgunbragd,
- hóast tú veitst betur,
- tó dapurt er heima,
- mær tykir tín móðir er deyð."
Tórur kvað:
- 5.
- "Tað sigur tú nú,
- men hvør heldur tú
- man vita best
- um móður mín deyð er."
Ferjukallurin kvað:
- 6.
- "Tú sært ikki út
- til at eiga trý bú,
- berbeintur stendur tú
- klæddur sum biddari,
- ikki so frægt sum í brókum."
Tórur kvað:
- 7.
- "Kom her við bátinum,
- eg skal vísa tær støðna.
- Og hvør eigur bátin
- sum tú heldur á landi?"
Ferjukallurin kvað:
- 8.
- "Hildálvur eitur hann
- ið bað meg halda,
- ráðsvinni kappin,
- við Ráðsoyarsundi.
- Hann bað meg ikki flyta landastrok,
- ella rossatjóvar,
- einans hampafólk
- sum eg man kenna.
- Sig mær navn títt,
- um tú vilt um sundið førast!"
Tórur kvað:
- 9.
- "Eg skal siga navn mítt,
- og sakliga greiða
- frá míni ætt.
- Eg eri Óðins sonur,
- bróðir at Meila,
- og faðir at Magna,
- valdsharri gudana,
- tú tosar við Tóra.
- Nú vil eg spyrja
- teg at tínum navni?"
Ferjukallurin kvað:
- 10.
- "Hárbarður eiti eg,
- eg dylji ei navn mítt."
Tórur kvað:
- 11.
- "Hví skuldi tú dult títt navn,
- um tú ikki óttast um hevnd fyri brotsverk?"
Hárbarður kvað:
- 12.
- "Um eg hevði framt brotsverk,
- so skuldi eg vart meg
- fyri fólki sum tær,
- um eg ei var feigur."
Tórur kvað:
- 13.
- "Tað tykist ótespuligt
- hjá mær at vaða
- yvir um vánna til tín,
- og gera mær byrðuna váta.
- Annars skuldi eg,
- ótangi tín,
- lønt tær tey orðini,
- um eg bert slapp yvir sundið."
Hárbarður kvað:
- 14.
- "Her man eg standa
- og bíða tær haðani,
- tú hitti ei harðari mann,
- eftir at Hrungnir doyði."
Tórur kvað:
- 15.
- "Tá tú nú nevnir
- at eg deildist við Hrungnir,*
- hin stórbæri jatnin
- við høvdi av steini,
- tó fekk eg felt hann
- og fyri mær níga.
- Hvat gjørdi tú meðan, Hárbarður?"
Hárbarður kvað:
- 16.
- "Eg var hjá Fjølvari
- fimm vetur fullar
- á teirri oyggj
- ið eitur Algrøna.
- Vit stóðu mangan
- í hørðum stríði,
- og feldu stríðsmenn
- og vunnu moyggjar."
Tórur kvað:
- 17.
- "Hvussu vóru tær, konur tykkara?"
Hárbarður kvað:
- 18.
- "Lívligar áttu vit konur,
- høvdu tær bert verið spakar.
- Klókar.
- høvdu tær bert verið trúgvar.
- Tær vundu reip
- burtur úr sandi,
- úr djúpum dølum
- gróvu tær bø.
- Eina eg lumpaði
- allar sum eina,
- svav hjá systrum sjey.
- Eg hevði teirra yndi og elskhuga.
- Hvat gjørdi tú meðan, Tórur?"
Tórur kvað:
- 19.
- "Eg drap Tjatsa
- hin mikla jatnan,
- eg tveitti eygu
- á syni Allvalda
- upp á tann hin heiða himin.
- (Tey) standa sum varðar
- um stórverk míni,
- sum hvør maður síðani sær.
- Hvat gjørdi tú meðan, Hárbarður?"
Hárbarður kvað:
- 20.
- "Miklar neisir
- veitti eg trøllkvendum,
- lokkaði tær við snildum frá monnunum.
- Harðan jøtun
- metti eg Læbarð at vera,
- hann gav mær gandastav,
- men eg vilti hann frá vitinum."
Tórur kvað:
- 21.
- "Illa lønti
- tú góðum gávum."
Hárbarður kvað:
- 22.
- "Eikin fær tað
- hon skavar av aðrari,
- hvør er sær sjálvum næstur.
- Hvat framdi tú meðan, Tórur?"
Tórur kvað:
- 23.
- "Eg var á eysturleið,
- bardist við jatnir,
- illar gívrar
- ið gingu á fjalli.
- Fjølment hevði jatnaætt verið
- um allir enn livdu,
- so varð ongin
- eftir í Miðgarði.
- Hvat tókst tú sjálvur við, Hárbarður?"
Hárbarður kvað:
- 24.
- "Eg var á Vallandi (Les: Val-landi)
- luttók í bardøgum,
- mælti til stríð,
- og ikki til semju.
- Óðin fær jallar
- ið fella á vali,
- men Tórur bert trælakynið."
Tórur kvað:
- 25.
- "Ójavnt skiftið
- tú æsum liðið,
- um tú hevði vald til tess."
Hárbarður kvað:
- 26.
- "Tórur eigur almikla megi,
- men onki hjarta,
- av ræðslu og ótta
- kreyp tú í handskan,
- og tóktist ei álíkur Tóra.
- Av berari ræðslu
- tordi tú hvørki
- at njósa ella snýsa,
- so Fjalar teg hoyrdi."
Tórur kvað:
- 27.
- "Tín svínhundur, Hárbarður,
- eg hevði dripið teg,
- um bara eg slapp um sundið."
Hárbarður kvað:
- 28.
- "Hvat skalt tú um sundið
- heilt uttan sakir.
- Hvat tókst tú sjálvur við, Tórur?"
Tórur kvað:
- 29.
- "Eg var á eysturleið,
- vardi um ánna,
- tá eg varð álopin
- av Svarungs synum,
- grýttur undir í gróti.
- Teir vóru tó líti fegnir
- tí teir máttu fyrst
- meg biðja um grið.
- Hvat tókst tú tá við, Hárbarður?"
Hárbarður kvað:
- 30.
- "Eg var á eysturleið
- við onkrari frillu,*
- leikti við línhvítu
- á loyndum fundum,
- eg frøddi gullbjørtu,
- hon unti mær gaman."
Tórur kvað:
- 31.
- "Góðar kvinnur hevði tú tá."
Hárbarður kvað:
- 32.
- "Hjálp tína tørvaði
- eg tá, Tórur,
- um mær skuldi ognast ta línhvítu moy."
Tórur kvað:
- 33.
- "Eg hevði hjálpt tær,
- um tað var neyðugt."
Hárbarður kvað:
- 34.
- "Eg hevði trúð tær,
- um tú veitti mær trygd."
Tórur kvað:
- 35.
- "Eg hevði ikki hælbiti teg,
- sum gamal húðaskógvur á várið."
Hárbarður kvað:
- 36.
- "Hvat tókst tú við tá, Tórur?"
Tórur kvað:
- 37.
- "Eg bardist við berserka
- moyggjar á Lesoy,
- ið høvdu framt skaða,
- endavent landinum."
Hárbarður kvað:
- 38.
- "Snópisligt , Tórur,
- at berjast við kvinnur."
Tórur kvað:
- 39.
- "Tær vóru vargar
- heldur enn kvinnur,
- koppaðu skip mítt
- sum eg hevði fastskorða,
- slógu við jarngassum,
- jagstraðu Tjálva.
- Hvat tókst tú sjálvur við, Hárbarður?"
Hárbarður kvað:
- 40.
- "Eg var í hernaði,
- og kom higar
- .......
- undir stríðsmerkið,
- at lita spjót reyð."
Tórur kvað:
- 41.
- "Tað vilt tú nú siga,
- at tú komst fyri at gera okkum ónáðir?"
Hárbarður kvað:
- 42.
- "Tað skal eg bøta tær
- við einum armringi,
- .......
- sum gerðardómarar áløgdu,
- ið vildu okkum sætta."
Tórur kvað:
- 43.
- "Hvar lærdi tú hesi
- háandi orð,
- eg havi aldrin
- hoyrt nakað verri."
Hárbarður kvað:
- 44.
- "Tey lærdu meg menn
- sum í ellisárum
- búgva í heimsins heygum."
Tórur kvað:
- 45.
- "Tó gevur tú gravheygum gott navn,
- at kalla teir heimsins heygar."
Hárbarður kvað:
- 46.
- "Soleiðis dømi eg í slíkum."
Tórur kvað:
- 47.
- "Orðskvaldur tín
- man gagnast tær illa,
- um eg skuldi vaða um vágin.
- Hægri enn úlvurin
- manst tú skríggja,
- um tú verður sligin við hamri."
Hárbarður kvað:
- 48.
- "Siv hevur hjámann heima,
- hann hevði tú nokk vilja funnið,
- heldur skuldi tú buka rekkin,
- tað hevði sømt seg betur."
Tórur kvað:
- 49.
- "Tú letur munnun ganga á tær;
- so eg skal halda tað versta,
- tín ræðuskítur,
- eg veit væl at tú lýgur."
Hárbarður kvað:
- 50.
- "Satt haldi eg meg siga,
- seinur ert tú á ferð,
- longur vart tú komin Tórur,
- um tú hevði annað skap."
Tórur kvað:
- 51.
- "Hárbarður, títt ómenni,
- tað er heldur tú ið seinkaði mær."
Hárbarður kvað:
- 52.
- "Eg skuldi aldrin hildi,
- at Ásatórur
- seinkaðist av einum hirða."
Tórur kvað:
- 53.
- "Eg ráði tær til,
- at rógva higar,
- steðga nú brikslinum,
- og kom her til faðir Magna."
Hárbarður kvað:
- 54.
- "Far tú frá sundinum,
- eg føri teg ikki."
Tórur kvað:
- 55.
- "Vís mær so á leið,
- um tú ikki vilt meg føra."
Hárbarður kvað:
- 56.
- Lætt er at sýta,
- langt er at ganga,
- stutt stund til bulin,
- onnur til steinin,
- halt so til vinstru,
- til tú hittir Verland,
- har man Fjørgyn
- hitta Tór, son sín,
- og hon man vísa
- á fedranna leiðir
- til Óðins lond."
Tórur kvað:
- 57.
- "Komi eg hagar í dag?"
Hárbarður kvað:
- 58.
- "Tað gongur kanska
- við neyð og deyð,
- móti rennandi sól,
- tá eg man fána."
Tórur kvað:
- 59.
- "Nú styttist samrøðan,
- síðan tú bert svarar mær illa.
- Eg skal løna tær fyri sýtta ferð,
- um vit hittast aftur á sinni."
Hárbarður kvað:
- 60.
- "Far tú nú,
- har allir illir andar taka teg."